Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 69 - 13. apríl 2005 KONSERTFERÐ Meinhard Jensen Tá Petra vóru í Føroyum í 1992, hendi nógv minni- ligt. Høvuðsfyrireikarar vóru Hanna og Tórheðin Jensen, sum vóru nýgift tá. Tór Arni Samuelsen setti tað í gongd. Fimtanda mai í 1992 kom avtalan upp á pláss. Tá høvdu foreldrini hjá Tórheðini silvurbrúd- leyp. Tað vóru ung fólk, sum skipaðu fyri tá. Tann elsti var 22, og eingin hevði royndir. Høli, anlegg, buss- ur, býli og matur kostaðu, men øll onnur arbeiddu fyri onki. Pallurin var tann størsti, sum hevði verið í Føroyum tá, og hann var læntur frá timburhandlin- um. 800 plattar og plátur omaná. Tað var ein gysari, tá flogfarið skuldi lenda fjórða oktobur. Um heystið kann tað vera tjúkt í Vágun- um, og tað var tað tá. Kon- sertin skuldi vera klokkan átta. Tá skuldu Petra hava verið í Havn. Flogfarið skuldi lenda mitt um morg- unin. Tað kom stundisliga, men mjørkin lá so tjúkkur, at tað varð ikki talan um at lenda. Tað var ræðuligt. Sjáldan hevur tað so ofta verið telefon til ein ein- stakan ferðandi á flogvøll- inum. "Tórheðin Jensen, Tórheðin Jensen, tað er telefon í informatiónini." Tað var áðrenn fartelefonir vóru vanligar. Tá varð biðið til Gud um náði. Men vit sóu onki flogfar. Tey søgdu, at tað fór at royna einaferð aftur- at. Hetta var triðju ferð. Vit hildu, at tað sá betur út nú. Tá vit høvdu sveittað nóg leingi og hildu okkum vera illa pínd, lendi flogfarið mitt í øllum, mitt á flog- vøllinum. Tað var nógvur mjørki at koyra, so hetta vakra land, vit høvdu lovað, varð av ongum. Sam var á tremur, so vit bíðaðu ein túr, og tað dámdi Petrafólk- inum illa. Tað gekk onki serligt. Túrurin hjá Petra norður til Runavíkar úr Havn var einastandandi. Teir fóru eftir oyggjarvegnum og sóu allan vakurleikan og ta dýrd, ið Føroyar eiga, tá heystið líkist sumri. Teir fingu feskan, hvítan físk at eta, og hann man hava verið feskari og hvítari og betri enn fiskur í Nashville. Tað var næstan flovisligt at hoyra fólk tosa soleiðis um fisk. Og so var tað konsert- in. Tað skuldi alt rigga, og tað tók lurtigleðina frá mongum, sum høvdu við showið at gera. Sjálvur lurtaði eg væl og fekk alt við, og tað var rokkur ið dugdi. Trummutøkningurin var farin í holt við at montera trummurnar, so vit flokkað- ust nakrir um hann. Millum aðrar eigarin, ein klaksvík- ingur um eini sekstan ár. Tað var eitt spildurnýtt Pearl. Vit noyddust at finna tað besta og nýggjasta, sum var. Trummusláarin vildi annars bara brúka DW trummur, og tær skaffaðust ikki til leigu ella láns, held- ur ikki í grannalondunum. So vit vóru spentir upp á hesar trummurnar. Klaks- víkingurin eisini (kanst tú ætla). Tá tøkningurin setti fóttrummuna upp, tók hann aftara skinnið av, skar eitt runt hol á tað, setti tað í og stakk eina mikrofon í gjøg- num holið. Vit vóru fleiri, sum bliknaðu, tá vit sóu felliknívin fara ígjøgnum, og klaksvíkingurin sá ikki serliga glaður út. Men vit fingu at vita, at hetta var rutina, og at skinn kundu keypast aftur. Bob Hartmann, gittar- spælari og sangskrivari, helt eina evangeliska talu, tá konsertin var liðug, og hon var góð. Fleiri fólk komu til trúgv á Jesus av tí, sum tey hoyrdu, og tað fór sum heild inn í hjartað á fólki. Sjáldan hava so mong fólk verið so friðarlig so leingi sum teir tíggju minuttirnar ella so, talað varð, hóast mong vóru bangin fyri, hvat ein kristilig konsert kundi gera við nervalagið hjá ungdóm- inum. Bob tosaði um kristnu trúnna sum eitt samfelag við ein livandi Gud. Ikki sum ein máti at vera upp á ella nøkur boð, ið skulu haldast. Ferðalagið taldi fjúrtan. Samskiparin var svii, restin amerikufólk. Tað var spennandi at vera saman við teimum. Jón Tyril (Grót, Click- haze, G!) fekk ta bestu uppgávuna. Jón var ein uppruni til Petralurtingina okkara millum. Hann slapp at koyra Bob Hartmann til Havnar aftan á konsertina. Vit sóu nógv í Bob Hart- mann. Hann skrivaði allar hesar ótrúligu tekstirnar og løgini, og so var hann gittarsnillingur fram um aðrar í eini gittartíð. Og so sá hann meira út sum smiðjumaður enn rokkari. Vit hildu, at Bob sá eitt sindur smæðin og fjarur út áðrenn konsertina, so eing- in fekk nakað serligt prát við hann. Men hann kann hava verið nervøsur ella fokuseraður. Hvussu er og ikki, so gav hann seg á kon- sertini. Allan vegin til Havnar í bili saman við Jón og Elsebeth sat Bob Hart- mann á baksetrinum við høvdinum millum forsetr- ini og prátaði um alt mill- um himmal og jørð. Serliga tónleik. Evforiskur. Eitt, sum vit ikki hugsaðu um, tá vit koyrdu vestur í Vágar morgunin eftir kon- sertina, var, at tað vóru nógvir politikarar umborð á Sam. Tað hugsaðu vit um aftaná, og tá hildu vit okk- um vita hví. Tað var stuttligt at siga farvæl. Petra umbóru, at teir ikki vóru serliga posi- tivir, tá flogfarið lendi, og sangarin kom aftur árið eftir. So tað var bara gott. Á veg innaftur í Eystur- oynna frættist, at "Føroyar vóru farnar fallitt." Hetta var 6. oktobur 1992. Ein annar minniligur dagur, men tað viðkom okkum sum so ikki beint tá. Tá Petra í Føroyum í 1992 ”Det er rart at mærke, at man bliver god til nogle ting fra bunden af – og at det går hurtigt” Mads, junioroffi cersstuderende maersk-skibsoffi cer.dk Vil du have et ansvarsfuldt job, hvor du både skal bruge hoved og hænder? Ønsker du en alsidig, international karriere? Har du udpræget teknisk fl air, evnerne til at gennemføre en krævende uddannelse og samtidig hjerne og hjerte til at blive en god leder i det maritime miljø? Som skibsoffi cer får du den højeste maritime lederuddannelse. Du får del i ledelsesansvaret på Rederiets skibe og berøring med både personale, maski- ner, navigation og administration – med fokus på detaljen i alt, hvad du gør. Ud- dannelsen veksler mellem skoleophold og praktikperioder til søs, så du både i teori og praksis lærer at mestre så forskellige fag som f.eks. el- og maskinteknik, le- delsesteori, navigation, sygdomslære, røgdykning og erhvervsøkonomi. Både under uddannelsen og i jobbet som skibsoffi cer får du attraktive løn- og ferieforhold. Du får hhv. S.U. og løn under uddannelsen, og under det indledende skoleophold på Kogtved Søfartsskole bor du på skolen. Samtidig får du et arbejde, hvor dine sejlperioder udløser lange sam- menhængende ferieperioder, som giver dig unikke muligheder i din fritid. Læs meget mere om uddannelsen og job- bet på maersk-skibsoffi cer.dk, hvor du også kan bestille informationsmateriale og ansøgningsskema samt sende din an- søgning online. Kommer du i betragtning, modtager du herefter indkaldelse til en optagelsesprøve. Du kan også ringe til os på +45 3398 7000. Send din ansøgning i dag! MÆRSK SØGER 100 STUDERENDE TIL START I AUGUST 2005