Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tað eru framvegis góðar vónir til føroyska økið OLJA Jan Müller Hetta sigur leiðslan í stóra danska olju- og gassfelagnum DONG í ársfrágreiðing síni fyri 2004, sum júst er útkomin. DONG fekk í byrjanini av 2005 tillutað tveir nýggjar lisensir í føroyskum øki. Bæði hesi loyvini liggja tætt uppat øðrum loyvum, sum eisini síggja lovandi út. Sambart ársfrágreið- ingini hjá DONG metir felagið, at tað um 4 til 6 ár verður farið undir at útbyggja og framleiða gass frá gasskelduni Laggan, sum liggur millum Hetland og føroyska markið. Hetta verður so fyrsta ítøkiliga royndin at fara undir aat taka gass upp úr undir- grundini á A t l a n t s m ó t i n u m . Felagið hevur keypt 20% av Lagganfeltinum, tí tað sær møguleikar í gassframleiðslu eisini á Atlantsmótinum. Keldur í oljuvinnuni vilja vera við, at verður farið undir at framleiða gass frá hesum feltinum, so fer tað at fáa stóran týdning fyri onnur longu funnin gassfelt í økinum. Tað kann so í síðsta enda eisini fáa týdning fyri møgulig gassfund við føroyska markið. DONG er eisini partur stóra oljufundinum Rosebank/Lochnagar, sum varð gjørt beint við føroyska markið í fjør. Har arbeiðir tað saman við ChevronTexaco, Statoil og OMV. Sum skilst hava feløgini enn ikki heilt uppgivið at finna ein boripall ella eitt boriskip til at bora avmarkingarbrunnar har í summar, tó at hetta er lítið sannlík soleiðis sum marknaðurin er í løtuni. Slík boring kann eisini fáa stóran týdning fyri tilgongdina á før- oyska landgrunninum. Ein møguleiki er nevniliga tann, at avmarkingarbrunnar kunnu koma eftir, at risa oljukeldan Rosebank á bretskum øki heldur fram inn á føroyska landgrunnin. Góðar vónir til føroyska olju Nr. 69 • mikudagur • 13. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo - Í síðstu viku land- aðu fleiri skip her vesturi, og tá var nógv at gera. Hesa vikuna hevur lítið og einki verið, og óvist er, hvussu hendan vikan annars kemur at roynast, nú veðrið seinastu dagarnar hevur so ólagaligt, sigur Poli Joensen, stjóri á landingar- miðstøðini í Sørvági FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landingarmiðstøðini hjá P/F Barðinum í Sørvági er væl av fiskaarbeiði, tá ið mest er at gera. Men, sum við øllum øðrum, ið hevur við fiskivinnu og fiskiskap at gera, er eisini skiftandi við arbeiði í Sørvági. Landingarmiðstøðini hevur einar 15 landarar, sum allir eru til arbeiðis, tá ið mest er at gera, og inni í høllini eru fólk, sum skilja og pakka, tá ið pakkað verður fyri keyparar. Tað eru serliga skipini, Vestursøki, Vesturleiki, Akranes og Dragasund, sum hava skapt arbeiði hjá landarum og fiskafólki annars í Sørvági. Men eis- ini onnur skip hava lagt veiðina upp í Sørvági, sum antin er seld um uppboðs- søluna hjá Fiskamarknaði Føroya – ella beinleiðis til feløg, sum hava keypt fiskin. Smáligur útróður Útróðurin hevur sum heild ikki vignast nakað serligt í vár, og soleiðis hevur hann heldur ikki roynst nakað serligt hjá bátunum, sum hava roynt vestanfyri. Poli Joensen, sum er stjóri á landingarmiðstøðini í Sørvági, sigur, at útróð- rarfiskurin, sum kemur upp á land í Vágunum, verður at kalla allur lagdur upp í Sørvági og seldur um upp- boðssøluna. Hann heldur ikki, at várið hevur vignast nakað serligt, men sigur, at onkran dagin hava einir 15-20 útróðrar- bátar lagt veiðina upp í Sør- vági. - Bátarnir, sum landa her vesturi, royna bæði við línu og snellu. Misjavnar vikur Poli sigur, at einir 15 land- arar eru knýttir at land- ingararbeiðnum hjá land- ingarmiðstøðini, men rætti- liga ymiskt er, hvussu nógv er at gera. - Í síðstu viku landaðu fleiri skip her vesturi, og tá var nógv at gera. Hesa vik- una hevur lítið og einki verið, og óvist er, hvussu hendan vikan annars kemur at roynast, nú veðrið sein- astu dagarnar hevur verið so ólagaligt, sigur hann. Í síðstu viku landaðu eitt nú Gullberg, Kúrberg, Sig- mundur, Vestursøki, Vest- urleiki, Vesturtúgvan, Akranes, Dragasund og Vesturvarði í Sørvági. Russaraupsi Eins og í Runavík, Vest- manna og Vági, liggur eis- ini russari og tekur ímóti smáum upsa í Sørvági. Skipið hevur ligið á Sør- vági einar fjúrtan dagar ella so. Fiskurin verður skildur á landingarmiðstøðini og avhøvdaður umborð á russiska skipinum, har hann síðan verður frystur og seldur til Ruslands. Poli sigur, at landingar- miðstøðin bert hevur til uppgávu at veita skipum og bátum eina tænastu. - Vit landa, skilja, pakka eitt sindur fyri fiskaseljarar og veita annars skipum og bátum tænastu, men vit hava einki við keyp og sølu av fiskinum at gera, sigur Poli Joensen, stjóri. Fiskurin, sum kemur upp á land í Sørvági, verður annars keyptur av ymiskum virkjum kring landið, og millum keypararnar eru eisini Fiskavirking í Mið- vági og Vestís í Sørvági. Sambart ársfraágreiðingini hjá DONG metir felagið, at tað um 4 til 6 ár verður farið undir at útbyggja og framleiða gass frá gasskelduni Laggan, sum liggur millum Hetland og føroyska markið. Nógv arbeiði tá ið fiskur er - Vit landa, skilja, pakka eitt sindur fyri fiskaseljarar og veita annars skipum og bátum tænastu, men vit hava einki við keyp og sølu av fiskinum at gera, sigur Poli Joensen, stjóri á landingarmiðstøðini í Sørvági Mynd: Edvard Joensen