mikudagur 13. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 69 - 13. apríl 2005
Teir smærru AWI-bátarnir
AWI-BÁTAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
4-mannafarið
4-mannafarið er upprunaliga bygt eftir føroyskum
mynstri, er vælegnað sum frítíðarbátur, bæði til
motor og segl. Báturin hevur sitipláss á trimum
bekkum, umframt framman og aftan. Báturin kann
útgerast við róðri, árum, brunni, lensipumpu og
stálskinnara.
Longdin er 6 metrar, breiddin 1,68 metrar og
dýpdin er 0,30 metrar.
AWI 570
AWI 570 er ein
skjóttgangnadi
jolla ella bátur
við einum serlig-
um skapi, sum
tryggjar sera góð-
an stabilitet og
lastaevni. Jollan
er vælegnað sum
frítíðarbátur
og
vinnubátur. Møguleiki er fyri at el-drivnum línus-
pæli til rúsur og línu. Eisini ber til at hava fiska-
kassar á dekkinum. AWI 570 hevur tvey sitipláss
aftan og tveir stólar framman – alt eftir, hvat
keyparin ynskir. Jollan kann eisini byggjast við
stýrihúsi ella við vindspegli. Goymslurúm er undir
bakkanum framman. AWI 570 er góðkendur av Det
norske Veritas til at lasta 1180 kilo.
Longdin er 5,70 metrar og breiddin 2,20 metrar.
AWI 27
AWI 27 verður
fyrst og fremst
nýttur til vinnu-
ligan fiskiskap,
men verður av
mongum nýttur
sum
stuttleika-
bátur. Dekkið er
rúmligt í mun til
bátastøddina og
kann uppskottast í fleiri pavnar. Pláss er fyri 4
snellum. Við línuspæli og línum eru 12-14 stampar
hóskandi. AWI 27 lastar 3000 kilo. Lugarið er
innrættað við V-formaðari sofu, ið eisini kann nýtast
sum tvær koyggjur. Í stýrihúsinum, sum er bjálvað
og hevur rútar úr herdaðum glasi við aluminiums-
rammum, er gott útsýni. Báturin verður bygdur
sambært galdandi reglum frá Skipasýninum - og til
Grønlands eisini sambært "KIS rekommandation-
er", sum krevur ísstyrking av eitt nú skrokkinum.
Longdin er 8,12 metrar, breiddin 2,50 og dýpdin
er 1 metur.
AWI 28
AWI 28 hevur sama skrokk sum AWI 27. Báturin
verður bæði nýttur sum alibátur og sum útróðrar-
bátur. Stýrihúsið aftan gevur eitt stórt og rúmligt
dekk, sum eisini er slætt soleiðis, at gjørligt er at
hava stór kør, plattar og annað á dekkinum. Í stýri-
húsinum er stýristólur og u-formaður bonkur, sum
eisini kann nýtast sum tvær koyggjur. Úr stýrihúsin-
um er gott útsýni. Báturin kann leverast við bjálv-
aðum stýrihúsi og hitablásara. AWI 28 lastar umleið
3000 kilo.
Longdin er 8,30 metrar, breiddin 2,50 metrar og
dýpdin er 1 metur.
Á glastrevjavirkinum,
AWI-Boats í Runavík,
hava teir nógv at gera
í løtuni. Fýra nýbygn-
ingar skulu latast til
Grønlands um nakrar
vikur, onkur bátur
skal leingjast, og aðrir
verða umvældir
AWI-BOATS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin
mánadagin
vitjaði Sosialurin inni á
glastrevjavirkinum
hjá
AWI-Boats í Runavík, har
rættiliga nógv er at takast
við í løtuni, bæði við ný-
bygging og umvælingum.
Bátavirkið byggir í løtuni
fýra útróðrarbátar til eitt
felag í Sisimiut í Grøn-
landi; tveir 33 fóts bátar og
tveir 35 fóts bátar, sum
skulu latast seinni í mai
mánaða.
Aðalstein Anthoniussen
sigur, at allir fýra bátarnir
verða útgjørdir til toska-
fiskiskap – við snellum,
línuspæli og garnaspæli.
Tað er Oilwind í Miðvági,
sum letur snellur og spøl.
- Ætlandi verða bátarnir
fluttir yvir til Grønlands
við øðrum skipi, tí tað er
heldur tíðliga upp á árið at
sigla teir yvir.
Hann sigur, at bátarnir
væntandi fara úr Føroyum
eftir fiskivinnustevnuna,
sum verður í høvuðsstað-
num í mai.
AWI-Boats verður við á
fiskivinnustevnuni, og ætl-
anin er at hava ein av hes-
um bátum liggjandi í Havn,
meðan
stevnan
verður
hildin.
AWI-Boats hevur gjøg-
num árini havt nógvar sátt-
málar um nýbygging av
bátum til Grønlands, og
hetta snýr seg um flest allar
bátastøddir – heilt frá joll-
um, um 23 fóts AWI-bátar
til stórar útróðrarbátar, sum
hesar, ið nú fara yvir til
Sisimiut.
Aðalstein sigur, at AWI-
AWI-Boats byggir f
til Grøn
Aðalstein Anthoniussen byrjaði at byggja bátar úr glastrevju longu í 1971
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ungur maður í holt við at seta motor í ei
Póllendingar eru óførir at stoypa bátar