mikudagur 13. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Boats tilsamans hevur bygt
einar 75 bátar til Grøn-
lands.
Spurdur, um talan kann
gerast um fleiri sáttmálar
um bátar til Grønlands í
næstum, sigur hann, at
ymiskt er í umbúna millum
bátavirkið í Føroyum og
áhugaðar grønlendingar.
Tað skerst ikki burtur, at
grønlendingum dámar væl
føroysku bátarnar, sum
verða bygdir og styrktir til
grønlendsk viðurskifti.
Umvælingar og
leingjan
Tá ið Sosialurin vitjaði á
AWI-Boats, vóru menn í
holt við at seta maskinu í
ein av bátunum, sum skal
til Grønlands.
Í vestaru høllini var ein
póllendingur í holt við at
pussa eina jollu, sum er ein
nýggjari og sera snotuligur
bátur, ið bæði kann nýtast
til stuttleikasigling og smá-
útróður.
Ein av monnunum, vit
tosaðu við, sigur, at pól-
lendingarnir, sum Aðalstein
hevur í arbeiði, eru sera
dugnaligir – ikki minst, tá
ið ræður um at stoypa bátar.
Á AWI-Boats í Runavík
arbeiða eini 10-11 mans,
harav tveir eru póllending-
ar.
Umframt at byggja bátar,
er áhugin at leingja bátar
vorðin stórur, og tí bjóðar
AWI-Boats seg eisini fram
á hesum øki.
- Vit hava við góðum
úrsliti longt nakrar bátar.
Fyrimunirnir eru, at plássið
á dekkinum er vorðið størri
og
arbeiðsumstøðurnar
betri. Báturin fær betri
berievni – og hann hevur
møguleikar at sigla skjót-
ari, sigur Aðalstein Anthon-
iussen.
Á AWI-Boats í Runavík
taka teir sær eisini av ym-
iskum umvælingum, sølu
og ísetan av motorum.
Virkið
byggir
eisini
slengrikjølar á bátar, sum
eru vorðnir rættiliga væl
umtóktir.
Nr. 69 - 13. apríl 2005
19
Teir størru AWI-bátarnir
AWI-BÁTAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
AWI 33
AWI 33 er bygd-
ur í samráð við
føroyska
fiski-
menn. Endamálið
við bátinum er, at
hann skal vera
arbeiðsligur
og
hóska til føroyska
veðurlagið. Úr-
slitið er ein harð-
førur AWI 33, ið ger lívið sum útróðrarmaður
lættari. Dekkið, sum er slætt, er 19,5 fermetrar og
kann uppskottast eftir ynski. Pláss er fyri 6 snellum,
línuspæli, línurennu ella egningartrakt. Pláss er fyri
upp til 40 stampum í AWI 33, sum annars er
góðkendur at lasta 10.000 kilo. Í lugarinum eru
tríggjar koyggjur og ein V-formaður bonkur, sum
ger, at upp til fimm mans kunna sova umborð. Stýri-
húsið er rúmligt, pláss er fyri allari nútímans útgerð,
og útsýnið úr húsinum er gott. Báturin kann eisini
latast sum brunnbátur, ið kann flyta eina last uppá
14 rúmmetrar.
AWI 33 er typugóðkendur av Det norske Veritas
og verður bygdur sambært "Meddelelse F" hjá
Sjófyrisitingini. Bátarnir, sum fara til Grønlands,
lúka treytirnar hjá "KIS rekommandationer".
Longdin er 10,43 metrar, breiddin 3,75 metrar og
dýpdin er 1,67 metrar.
AWI 35
AWI 35 er bygdur eftir nútímans leisti, sum tryggjar
betri útnyttan av lastini. Lastin tekur 9-12 kør á 380
litrar. Tilsamans lastar hann umleið 12.000 pund.
AWI 35 kann útgerast við allari nútímans útgerð.
Eitt nú wc, brúsu, sjónvarpi, mikroovni, heitum og
køldum vatni, gass-kókiplátum, kuldaskápi – alt
eftir ynski. Sum standard eru tvær koyggjur, V-
formaður bonkur og borð í lugarinum. AWI 35 kann
eisini byggjast sum ferðamannabátur við yvir-
dekkaðum dekki við bussstólum og panorama-
rútum.
Longdin er 10,60 metrar, breiddin 3,44 metrar og
dýpdin er 1,59 metrar.
AWI 39
AWI 39 er ein víðari
menning av AWI 33
og
hevur
báturin
sama góða stabili-
teten sum AWI 33.
Lastin er 14 rúmmet-
rar, og er dekkið er einar 26 fermetrar. Hetta ger, at
báturin er sera arbeiðsligur. Dekkið kann upp-
skottast eftir ynski, og pláss er fyri 8 snellum
umframt øllum sum krevst til línudrift við upp til 60
stampar. Pláss er eisini fyri egningarmaskinu. AWI
39 lastar 32.000 pund.
Í lugarinum eru tríggjar koyggjur, benkur og borð.
Stýrihúsið er rúmligt og væl innrættað við vaski og
gasskókiplátum. Útsýnið úr stýrhúsinum er gott, og
bestu umstøður eru til øll nautisk tól. Báturin verður
bygdur sambært krøvum frá Skipasýninum.
Longd er 10,98 metrar, breiddin 4,15 metrar og
dýpdin er 1,85 metrar.
AWI 45
AWI 45 er seinasta sniðið hjá AWI-Boats. Lastin
tekur 18–20 kør á 380 litrar, og hann lastar tilsamans
36.000 pund. AWI 45 kann útgerast við allari
nútímans útgerð - eftir kundans ynski. Sum standard
eru fýra koyggjur, V-formaður bonkur og borð í
lugarinum.
Longdin er 13,75 metrar, breiddin 4,60 metrar, og
dýpdin er 1,40 metrar.
fýra útróðrarbátar
nlands
in av bátunum, sum skal til Grønlands
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hann hjálpir unga manninum at rætta motor og aksil av
Mynd: Vilmund Jacobsen