Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 69 - 13. apríl 2005 Báðu megin Atlants- hav merkist tann óvanliga høgi olju- prísurin VALUTA Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Vikan hevur ikki givið nakrar klárar ábendingar um, hvønn vegin rákið gongur í lutfallsligu styrkj- uni hjá teimum báðum størstu valutaeindunum, dollars og euro. Høvuðs- problemini eru framvegis tey somu. Amerikanski bú- skapurin er í góðum vøkstri og registreraða arbeiðs- loysistalið er rættiliga lágt, gott 5 %, og hevur lækk- andi tendens. Men aftanfyri liggja "the twin deficits", risahall bæði á landshúsar- haldinum og á handils- og gjaldsjavnvágini. Vøksturin í flestu lond- unum í Europa haraftur- ímóti er lágur og arbeiðs- loysið er høgt. Men stóra landið Týskland, við 80 mill. íbúgvum, hevur stórt avlop á handilsjavnvágini. Vøksturin í BNP í Týsk- landi var í fjør bert 1,5%. Men nýggjastu tøl fyri 1. ársfjórðing í ár í Týsklandi vóru nakað hægri enn væntað, 0,7% fyri árfjórð- ingin. Oljan trýstir prísirnar upp Báðu megin Atlantshav merkist tann óvanliga høgi oljuprísurin. Ein orsøkin til henda príshækking er, at ein nýggjur búskapur, Kina, hesi seinnu árini hevur tikið seg fram, og er ein nýggjur keypari av olju á heimsmarknaðinum, kar Kina til fyri fáum árum var seljari. Sí grein um Kina aðrastaðni á Vinnusíðun- um. Høgi oljuprísurin ger bæði vørur og tænastur dýrari. Flogferðaseðlar og benzin til bilar hækka í prísi. Sama ger prístali, og tað merkir at inflatiónin kann vinda uppá seg. Eitt høvuðsmál bæði hjá Euro-bankanum, ECB, og hjá amerikanska lands- bankanum, the Fed, er at hava lága inflatión. Men vindur inflatiónin uppá seg, kunnu hesir báðir bankar hækka útlánsrentuna, sum so virkar soleiðis, at færri ynskja at læna, og harvið kann inflatiónin kanska basast. ECB hevur hildið fast við eina rentu uppá 2,0% í langa tíð. The Fed hevði eina uppaftur lægri rentu í 2003, 1,0%, men frá miðjan 2004 hevur bankin hækkað sína rentu við 1/4% fleiri ferðir, og hon er nú uppi á 2 3/4. Stúring fyri hægri infla- tión ger, at valutahandlarar lurta eftir hvørjum orði, sum Alan Greenspan, landsbankastjóri í USA, sigur. Men higartil hevur hann verið alt annað enn klárur. Er amerikanska fíggjarlógaruppskotið eitt fíggjarligt fantasi- fostur? Orðini eru ikki míni, men tað er hitt kenda eingilska vikublaðið, The Economist (090405), sum fer illa við Bush, amerikanskum po- litikarum og teirra fíggjar- politikki. Yvirskriftin í Economist er: America’s budget, Fiscal fantasyland. Tá Bush var afturvaldur til forseta í november í fjør, lovaði hann eftiransni, ella disciplin, tá tað ráddi um landshúsarhaldið. Og fíggj- armálaráðharrin hjá hon- um, John Snow, lovaði at hallið á landshúsarhaldin- um skuldi vera komið niður í helvt í 2009. Men nú seks mánaðar seinni, sigur Economist, sýnast øll hesi lyfti at vera tóm. Lógaruppskotið frá Bush gjørdi gomlu skatta- lættarnar, sum tey ríku fingu gagn av, fastar ella permanentar. Nýggir skattalættar skulu koma aftrat. Men samstundis hækka útreiðslurnar mest til militerið. Einasti stóri posturin á lógaruppskotin- um, sum verður skerdur, eru útreiðslur til Medicaid, sum umfatar heilsuhjálp til tey fátæku. Gongdin er so tann í USA, at bæði Senatið og Umboðsmannahúsið koma við teirrra viðmerk- ingum og uppskotum, og so skal eitt felags álit skrivast, um tað er møguligt. Tey sosialu problemini í USA eru mong, men tað almenna hevur bert ein lítlan leiklut á hesum øki. Eisini tann demografiska eldra-byrð- an, sum í komandi fer at vaksa av álvara, ger tað neyðugt við ymsum tiltøk- um. The Economist meinar at politikkurin hjá Bush er "fiscal delusion not fiscal discipline." (fíggjarlig gyklaverk, ikki eftiransni) Hørð orð frá einum siði- ligum riti. Valuta og amerikansk fíggjarlóg: Euro, dollars og ameri- kanskt fíggjarlógarcirkus Dollars fyri 1 Euro 1. November 2004 - 11. Apríl 2005 1,26 1,28 1,3 1,32 1,34 1,36 1,38 01-nov-04 08-nov-04 15-nov-04 22-nov-04 29-nov-04 06-dec-04 13-dec-04 20-dec-04 27-dec-04 03-jan-05 10-jan-05 17-jan-05 24-jan-05 31-jan-05 07-feb-05 14-feb-05 21-feb-05 28-feb-05 07-mar-05 14-mar-05 21-mar-05 28-mar-05 04-apr-05 11-apr-05 RG-2005 Kelda:ECB Gongur kurvan upp styrkist Euro: € Gongur hon nidur, styrkist Dollar: $