mikudagur 13. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 13. apríl 2005
21
Útbúgving og gransk-
ing og minst møguligt
av ófaklærdum
arbeiði. Tað tykist at
vera loysunarorðið í
dag. Politikarar,
vinnulívsfólk og ikki
minst frøðingar av
ymiskum slag um-
røða hesar spurning-
ar javnan á fundum
og í fjølmiðlunum.
Men í mongum
førum hellir kjakið ov
nógv tann vegin, at
fiskivinnan á landi og
sjógvi er til bága fyri
veruligum framburði
VINNUKRONIKKUR
Finnbogi Ísakson
Tað hava verið valdsharrar í
søguni, sum hava hildið tað
einasta rætta verið at javna
alt verandi við jørðina og so
byggja uppaftur ein nýggj-
an, betri og rættvísari heim.
Allar tær royndirnar hava
ført til ólukkur.
Slíkir tankar hava tó eis-
ini verið í høvdunum á
mongum skilafólkum, sum
als ikki hava havt ella hava
valdsharralyndi. Tí hava
tankarnir í hesum høvdum
heldur ikki ført til nakra
vanlukku, tí teir hava bara
verið verandi tankar og
hava ikki verið framdir í
verki. Tíbetur.
Basisvinnan
Mær tykir, at basisvinnan -
fiskivinnan á landi og
sjógvi - fær ov nógvar
ákoyringar næstan hvørja
ferð, talan er um at skapa
nýggjar
vinnur.
Onkur
hevur sagt, at tað er bara
gott, at flakavinnan minkar,
kanska hevði verið best um
hon fór fyri bakka. Onkur
annar sigur, at við at veita
fiskivinnuni studning, forð-
ar tað almenna fólki í at
fara at lesa víðari. Tað gerst
so attraktivt at arbeiða fisk,
at fólk tíma ikki at lesa. Eg
taki fult út undir við, at
vinnan eigur at klára seg
við ongum studningi, men
eg ivist í, um tað studning-
urin, sum ger, at hesi fólk-
ini ikki fara at studera. Tað
høvdu tey neyvan gjørt,
sjálvt um ongin studningur
var. Tað er væl hugsandi, at
tey høvdu endað á ALS í
staðin.
Viðmerkingar av hesum
slag eru óhepnar. Fyri tað
fyrsta skapar hetta í gerand-
isdegnum eina uppaftur
størri gjógv enn hana, sum
helst altíð hevur verið
ímillum tey, sum leggja
rygg til og handamegi í sín-
um arbeiði, og so tey, sum
brúka høvd og fingrar
mest. Onkursvegna virkar
tað, sum at sokallað ófak-
lært arbeiði er minni vert
enn sokallað faklært ar-
beiði.
Sokallað havi eg sjálv-
andi skrivað við vilja. Tí
tað ber jú til at gerast fak-
lærdur aðrastaðni enn á
skúlabonki. Lívsins royndir
kunna gera fólk meira fak-
lærd enn nøkur skúlastova.
Tann, sum kennir mið og
leiðir, rák og veður og vind
til lítar er faklærdur - í
mínum eygum. Hvaðani
hann ella hon so hevur
henda fakliga kunnleika.
Tínæst er tað ikki rætt, at
menn fara til sjós og kvinn-
ur á flakavirki av neyð.
Bara tí, at tey kunna einki
annað. Lat meg taka sjó-
mannin sum dømi: kanska
ikki allir, men nógvir fara
til skips, tí tað er hetta lívið
teimum dámar. Teir brýggja
seg ikki um dag um dag at
arbeiða frá 8 til 5. Og so
kanska eitt sindur av yvirtíð
viðhvørt. Teir vilja heldur
hava óregluligt arbeiði.
Strævnar dagar og nætur,
vikur og mánaðir ein part
av árinum. Og so uppiløgu
ella at leggja ein túr burtur
ímillum viðhvørt.
Summum dámar at liggja
úti fyri oyggjunum í góðum
veðri og sjaskveðri ein dag
ella nakrar dagar og so
aftur til hús. Øðrum dámar
at fara longri leiðir - suður-
eftir, eystureftir, norðureftir
og vestureftir. Í teimum
øllum býr veiðumanna-
lyndið: hetta kanska at
kunna gera kvetti. Stundum
gera teir kvetti, aðrar tíðir
mislukkast tað. So eru
minstaløn og dagsstudn-
ingur trygd fyri, at teir ikki
eru fyri nakrari vanlagnu
kortini.
Hetta er okkara basis-
vinna. Tað er her, vit fáa
eina vøru at flyta út, og tað
er tann útflutningurin, sum
ger tað møguligt hjá okkum
at flyta inn vørur.
Aðrar vinnur
Síðani eru tað aðrar vinnur,
vit hava líka nógv brúk fyri
sum basisvinnuni, um vit
skula hava eitt vælvirkandi
samfelag. Her er fyrst at
nevna almennar og privatar
tænastuvinnur. Vit hava jú
harðliga brúk fyri tí góða
arbeiði, sum starvsfólk í
heilsuverkinum, skúlaver-
kinum og almannaverkin-
um gera. Ella Postverk-
inum, Strandferðsluni, hjá
SEV og á televerkinum.
Vit hava eisini harðliga
brúk fyri teimum, sum
røkja handilsvinnuna. Sum
gera byggiarbeiði og um-
vælingararbeiði. Vóru hes-
ar og fleiri líknandi tæn-
astur ikki, høvdu vit ikki
havt
nakað
samfelag.
Summi av hesum arbeiðum
krevja fólk við fakligari
útbúgving á skúlabonki.
Summi arbeiði verða røkt
av ófaklærdum. Og brúk er
fyri teimum øllum.
Síðani er at nevna ta
almenn umsitingina. Tað
man vera har, mest er brúk
fyri fólki við hægri útbúgv-
ingum. Har eru løgfrøð-
ingar og búskaparfrøðingar
og aðrir frøðingar. Uttan
teirra kunnleika hevði sam-
felagið heldur ikki virkað.
Henda uppreksanin hev-
ur til endamáls at vísa á, at
brúk er fyri øllum teimum,
sum arbeiða, bæði á sjógvi
og landi, faklærdum og
ófaklærdum. Tað førir onga
leið, at ein bólkur roynir at
kúga ella niðurgera ein
annan bólk fyri at byggja
eitt nýtt og betri samfelag
upp. Virðing er tað allar-
minsta, vit skylda hvørjum
øðrum.
Tey útlagnu
Fyri sløkum 30 árum síðani
royndi eg sum landsstýris-
maður at fáa eitt yvirlit yvir
føroyingar,
sum
høvdu
fingið hægri útbúgving, og
sum ikki vóru komnir
heimaftur. Eg visti, at nak-
rir mundu teir vera, kanska
nokkso nógvir tilsamans, tí
- hvat skuldu teir koma
heimaftur til? Vit góvu
teimum møguleikan at taka
málsligt ella matematiskt
studentsprógv í Føroyum,
síðani fóru teir av landin-
um, nógv teir flestu til
Keypmannahavnar, at fáa
akademiska
útbúgving.
Men
samfelagið
hevði
tíverri ikki brúk fyri teirra
kunnleika í mongum før-
um. Jú, nøkrum læknum,
nøkrum
løgfrøðingum,
nøkrum studentaskúlalær-
arum og nøkrum aftrat.
Men ikki fyri øllum, verri
enn so. Talan var sostatt um
longu tá, at vit útfluttu fólk
við kunnleika.
Tað var ikki sum at siga
tað at fáa eitt slíkt yvirlit. Í
Landsstýrinum fanst tað
ikki. Skúlaumsitingin, sum
tá lá hjá Ríkisumboðnum,
hevði tað ikki. Heldur ikki
Fróðskaparsetrið.
Eg helt so, at Meginfelag
Føroyska Studenta MFS
mundi hava tað. Men gakk.
Har kundu tey tó útvega
mær eitt yvirlit yvir nøkur
fólk, sum tey kundu koma í
tankar um.
Og so vítt eg veit finst
framvegis einki slíkt yvirlit.
Tað kundi annars verið hent
at havt í teimum førum, tá
ein stovnur ella fyritøka
ætlar at headhunta onkran
við góðum førleika. Onkur
átti at átikið sær at gjørt eitt
slíkt yvirlit.
Nakað meir enn vanligt
av útbúnum fólki er komið
heimaftur 10 tey seinastu
árini, meðan landsumsit-
ingin er vorðin útbygd. Har
verður tó neyvan brúk fyri
fleiri akademikarum fyri
fyrst, men kanska fáa tær
samanløgdu kommunurnar
við fleiri og størri uppgáv-
um brúk fyri lærdum fólki.
Spurningurin er so, um
tørvurin í landsumsitingini
minkar samsvarandi.
At tað framvegis eru
nógvir føroyingar við hægri
útbúgving, sum ikki koma
heimaftur, fingu vit eina
ábending um í teirra frálíku
sendingini
Ekkó,
sum
Barbara Samuelsen hevði í
Sjónvarpinum sunnukvøld-
ið. Hon hevði verið í Dan-
mark og hitt nakrar føroy-
ingar, sum høvdu hægri
útbúgving og starvaðust
niðri: ein gengranskara, ein
sálarfrøðigranskara og ein
sjónvarpsteknikkara.
Gengranskarin kundi av
góðum grundum ikki koma
aftur, tí gengransking hevur
ikki verið loyvd í Føroyum,
men har kemur vist annað
lag á nú, og tað er eisini
uppá tíðina.
Gestur
Hovgaard
á
Granskingardeplinum
í
Klaksvík hevði kannað, hví
15 útlagnir føroyingar ikki
komu heimaftur. Sambært
honum er tað lægri lønar-
lagið ikki so avgerandi,
men heldur ótryggleikin.
Hetta, at játtanin td til
gransking og eisini onnur
endamál er so ójøvn frá ári
til árs. Tað sigur seg sjálvt,
at ongin fer at byggja sítt
tilverugrundarlag á eina
skipan, har tey kanska ikki
vita, um tey eru keypt ella
seld, tá eitt ár ella tvey eru
farin. Her má verða lagt
betur til rættis.
Og tað átti eisini at borið
til at fingið henda ótrygg-
leikan beindan burtur. Vit
høvdu í 6 ár eina fullveldis-
samgongu,
sum
hevði
gransking
ovarlaga
á
skránni. Nú hava vit eina
heimastýrissamgongu, sum
eisini
hevur
gransking
ovarlaga á skránni. Tað átti
tí at borið til at fingið í lag
eina tvørpolitiska langtíð-
arætlan fyri játtanum á hes-
um øki. Ongantíð ov skjótt.
Alheimsgerðin
Kapping hevur leingi verið
millum lond um vælút-
búgvin fólk. Læknar og bú-
skaparfrøðingar td hava
lutfalsliga lætt við at starv-
ast í einum og hvørjum
landi, og eftirspurningurin
hevur verið stórur. Tí hevur
eisini verið torført í mong
ár at fáa eitt nú nóg nógvar
læknar til Føroya, føroying-
ar ella útlendingar.
Nú ger globaliseringin
ella alheimsgerðin, at eisini
framleiðslan verður rakt.
Ein partur av okkara fiska-
tilfeingið verður longu
fluttur til Kina, har tað
verður viðgjørt og so selt
aftur á evropeiska markn-
aðinum - við vinningi. Í
nærmastu framtíð verður
kanska eisini fiskur sendur
úr Føroyum til eitthvørt
land í Eysturevropa til víð-
ari viðgerð. Vit kappast ikki
longur bara við norðmenn
og íslendingar, men allan
heimin - um tann fisk, sum
sambært lóg er ogn Føroya
fólks.
Eitt annað dømi um,
hvussu alheimsgerðin rak-
ar, er KT-fyritøkan, sum
Heini Zachariasen og aðrir
hava stovnað. Hon hevur
sína framleiðslu í Bulgaria,
nakað sum var óhugsandi
fyri fáum árum síðani. Har-
aftrat hava teir skrivstovur í
London og Keypmanna-
havn og ferðast tí nógv.
Spurdur, um henda fyri-
tøka ikki kundi verið í Før-
oyum, svaraði Heini Zacha-
riasen, at fleiri trupulleikar
eru. Eitt er, at Internetsam-
bandið er alt ov dýrt. Vón-
andi kann bøtast upp á tann
trupulleikan. Eitt annað er,
at ferðasambandið er bæði
ov dýrt og vánaligt. Verri er
við tí. Tað er jú heilt óhugs-
andi, at flogsambandið úr
Føroyum til útheimin nakr-
antíð verður bara nær nám-
indi so gott sum flogsam-
bandið úr Kastrup til út-
heimin.
Hugskotsbanki
Framman fyri er víst á, at
vit hava øll brúk fyri hvørj-
um øðrum, og at øll, lærd
og ólærd, hava stórar
trupulleikar at dragast við.
Avbjóðingarnar eru so stór-
ar sum ongantíð, serliga or-
sakað av teirri alheimsgerð,
sum vit ikki megna at gera
nakað við. Vit noyðast at
laga okkum eftir teimum
nýggju umstøðunum, men
eiga samstundis at ansa
eftir, at vit ikki eru so íðin
at tillaga okkum, at vit
leypa framav.
Aðrastaðni
hava
teir
hugskotsbankar - tað, sum
á donskum verður nevnt
“tænketank”. Í Donsku-
føroysku Orðabókini hjá
Stiðjanum verður hetta
danska orðið týtt soleiðis:
Tænketank - hugbanki,
hugskotsbanki
(serfrøð-
ingastovnur el. gransking-
arstovnur, har sum td bú-
skaparfrøðingar, søgufrøð-
ingar, løgfrøðingar, verk-
frøðingar og teldufrøðing-
ar royna at greiða el. loysa
mál við framtíðini í huga).
Kanska hevði tað verið
vert at roynt ein hugskots-
banka av hesum slagnum í
Føroyum. Vit koma so onga
leið bara við at sita og
gremja okkum. Og brúk
hava vit fyri nýggjum vinn-
um. Men tað ber til at argu-
mentera fyri tí uttan at hava
ein farra av illvild móti
einastu
veruligu
fram-
leiðsluvinnu, sum vit hava.
Tað er jú ikki sørt, at vit
hava roynt nýggjar vinnur í
Føroyum. Í fyrru helvt av
áttatiárunum
vóru
tað
kemikaliuskipini. Í seinnu
helvt svartkjafturin. Báðar
royndirnar miseydnaðust
og kostaðu landskassanum
og einstaklingum hundrað-
tals miljónir.
Hvat nýggjum royndum
viðvíkir eru onkrir glottar
fyri stavn. Eg havi skilt á
lagnum, at stjórin á Føroya
Tele, Andras Róin, og aðal-
ráðgevari hansara Tróndur
Djurhuus ætla sær út at
revolusjonera verðina tekn-
iskt. Teir kappast við Singa-
pore og Hongkong.
Lat okkum síggja úrslitið
av tí eksperimentinum, áðr-
enn vit jarðleggja fiski-
vinnuna og flakavinnuna til
frama fyri nýggjar vinnur.
Lat okkum verja tað vit hava
og skapa tað vit kunna