Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 69 - 13. apríl 2005 BÚSKAPUR OG POLITIKKUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Eingin ivi um, at nakað stórt hendir í Kina í okkara tíð. Búskapurin er í snarlig- um vøkstri. Kinesiskar vør- ur vera nú seldar um allan heimin til ein bíligan prís. Ikki sørt, at summi bæði leik og lærd kenna eitt sind- ur av bivan, tá talað veður um tann leiklutin, sum Kina spælir í heimsbúskap- inum. Men, royna vit at hyggja eitt sindur fram, so er tvørligari at siga nakað við vissu. Tað kemur ann uppá so mangt. Men helst er ein nýggjur svervektari komin inn á pallin, bæði búskaparliga, politiskt og militert. Tað fer at geva rembingar, nýggjar og ókendar fortreytir fyri handli og politikki í fram- tíðini. Eitt Kina, sum ikki kann steðgast Í "Newsweek" sigur R.J. Samuelson tað soleiðis: "The question about China’s economy is no longer what it will do to China but what it will do to the rest of the World," ella spurningurin er ikki longur hvat kinesiski búskapurin ger við Kina, men heldur hvussu hann kemur at ávirka Heimin (Newsweek 310504). Í hesum tanka liggur helst, at sjálvandi fáa kinesarar heima betri materiellar umstøður, eitt ríkari lív kanska. Fleiri bilar, betri hús, køliskáp, TV, fotoapparatir, støv- súgvarar, mikro-ovnar og air-condition. Í hvussu so er ein partur av teimum. Hin vegin er tað ein ósvaraður spurningur, hvussu eitt nýtt stórveldi, ein super-makt, kemur at ávirka javnvágina í Heiminum? Hvør verður spældur út ímóti hvørjum? Hvat er neyðugt, ella halda kinesarar vera neyðugt, at gera fyri at tryggja sær rávørur og marknaðir. Í Jyllands-Posten (190305) sigur K.E. Brødsgaard, professari, tað á hendan hátt: "Man taler om det ustoppelige Kina, der i en sand vækstrus suger Vest- ens råvarer og arbejds- pladser til sig." Brødsgaard sær eisini tað sama pro- blemið, sum Samuelson nart við: "Det er et fæno- men, som er af samme systemændrende karakter, som da USA i begyndelsen af forrige århundrede for alvor trådte ind på scenen. Det Verden er vidne til i disse år, er den dramatiske fødsel af en ny supermagt." "Eitt-barna-politikk- ur" minkaði um fólkavøkstin Kina er heimsins fólkarík- asta land, og har búgva 1,3 milliardir. Av hesum eru umleið helvtin í arbeiðsføra aldrinum. Kina hevur í meira enn 25 ár ført ein so- kallaðan eitt-barna-politik. Tað var stóra fólkatalið og tann skjóti vøksturin, og problemini við at skaffa øllum mat og rímulig livi- vilkor, sum gjørdi, at stjórnin setti hetta tiltak í verk. Tey, sum bert fingu eitt barn, fingu eyka rættindir og materiellar fyrimunir. Tey, sum fingu meira enn eitt barn, blivu straffaði á ymsan hátt. Ymisk undan- tøk vóru, eitt nú úti á bygd. Politikkurin virkaði, og fólkavøksturin í landinum hevur seinnu árini verið lágur. So lágur, at um eini 10-15 ár fer talið at standa í stað ella kanska at minka. Fyri 25 árum síðani var ’endurnýggingartalið’ ella fertilitets-ratan (tað er talið av børnum, sum ein kvinna í meðal fær) uppá 2,3 børn. Nú er talið bert 1,7. Tað er so lágt, at fólkatalið uppá longri sikt fer at minka (Economist 161204) Sam- stundis hevur henda ’bremsan’ virkað soleiðis, at javnvágin millum aldurs- bólkarnar er broytt nógv; hygg talvuna við nøkrum høvuðstølum. Fyri hvønn pensiónist eru í dag 6 fólk til arbeiðis. Um 30 til 40 ár eru bert 2 fólk í arbeiði fyri hvønn pension- ist. So í Kina verður eisini tosað um eldrabyrðuna, og ætlanir hava verið um at broyta politikkin til ein málsetning um 2 børn uppá familjuna. Mangir trupul- leikar hava verið av hesum førda politikki. Millum annað hava fólk í aldur- dóminum mist tað trygd, sum tað er at hava fleiri børn. Og hjá teimum, sum hava mist einkarbarnið, hevur ofta verið ógjørligt vegna aldur at fáa eitt barn aftrat. Ein búskapur, sum veksur við ferð Frá gamlari tíð hevur Kina eisini verið kallað Ríkið í miðjuni, og eingin ivi er um, at komandi 100 árini uppá mangar mátar verða kinesiska øldin. Ein bú- skaparvøkstur, sum sigur spar tvey til alt vit higartil hava sæð. Eitt fólkaslag, sum er burturav arbeiðs- samt. Eitt land sum longu hevur eina vælútbúgvna arbeiðskraft og eina stóra vísindaliga-akademiska elitu. Á øllum økjum eru hetta fortreytir, sum gera, at um 10-20 ár, so er USA numm- ar tvey og Kina nummar eitt á mongum økjum. Búskaparligi vøksturin var í fjør, 2004, uppá 9,1% og á hesum støði hevur talið ligið at kalla øll árini síðani 1978, tá Mao var jarðaður og nýggj tíð kom. Eyg- leiðarar hava tað uppfatan, at hesi almennu kinesisku tøl ikki eru ov høgt sett, heldur hin vegin. Veruligi vøksturin hevur heldur verið eini 10-12%. Ein stórur partur av fram- gongdini liggur í einum skjótt vaksandi útflutningi. Bæði í 2003 og 2004 vaks útflutningutin við meira enn triðingi, ella 36%. Kina útflytir í dag størri nøgdir enn bæði England, Franka- ríki og Japan. Bara USA og Týskland liggja enn hægri í so máta. Útlendskar kapital-ílegg- ingar eru eisini skjótt vaks- andi, og Kina dregur nú meira útlendskankapital til sín enn USA. Sum nevnt eru kinesarar eitt arbeiðs- samt fólkaslag, men upp- sparingin er eisini stór. Íleggingarnar hava í fleiri ár ligið millum 35 til 40%. Í USA er uppsparingin millum fólk næstan niðri á null. Vanlig hugsan hevur verið, at tað eru bíligar og simplar vørur, sum Kina framleiðir og flytir út til onnur lond. Tað gera teir eisini. Av allari framleiðslu í Verðini kemur 70% av leikutoy úr Kina, 60% av øllum cyklum, 50% av skóm, 33% av øllum TV- apparatum. Bíligari vørur fær lønina at strekkja longur Tær bíligu kinesku vørur- nar, sum eru at fáa í handl- um allastaðni í Amerika og Europa, ja eisini í Føroy- um, gera at keypikraftin í fyrsta lagi gerst størri. Áhugafelagið Dansk Indu- stri hevur, sambært Jyllands-Posten, roknað úr, at danskir brúkarar hava spart íalt 63 mia. kr. við at keypa bíligar vørur úr Kina og øðrum asiatiskum lond- um. Uppá íbúgvan gevur hetta fyri Danmark eina sparing uppá umleið 12.000 kr, ella kanska eina mánaðarløn eyka. Men skal tað samlaða roknistykki ganga upp, so krevst, at nýggj arbeiðspláss koma ístaðin fyri tey sum fara til Asia, tey sum blíva "out- sourced". Higartil hevur nøkurlunda javnvág verið í, men útviklingurin steðgar ikki, hann steðgar aldrin. Men vørur úr Kina við framkomnari teknologi fylla ein vaksandi part. Kinesarar eru alt meira ágangandi í teirra uppkeyp- um at europeiskum og amerikanskum hátekno- logi-fyritøkum. Kinesiska Lenovo keypti herfyri pc- teldudeildina hjá stóra amerikanska IBM; kines- iska Baoshan Steel hevur keypt partar av stálverk- smiðjum í Brasilia; Kines- iskur bilframleiðari ætlaði at keypa eingilska Rover- MG, men hetta fór fallit áðrenn handilin var undir- skrivaður. Kinesiskar fyri- tøkur liggja framvið at keypa oljufeløg, sum hava know-how á off-shore øki- num. Kinesarar satsa uppá framkomin økir sum bio- teknologi og it-ídnað (Jyllands-Posten). Búskaparligur vøkstur krevur stórar nøgdir av olju og øðrum rávørum Vaksandi framleiðslan hev- ur gjørt Kina til stórbrúkara av rávøru. Landið er í dag heimsins størsti brúkari av stáli, kopari, tin, zink. Næststørsti brúkari av aluminium og blýggj. Kina er heimsins næststørsti brúkari av olju, har USA enn er nummar 1. Fyrr var Kina eitt olju-exporterandi land, men nú flytir tað stórar lastir av olju inn. Olja og oljuúrdráttur fara ikki bert til framleiðsluna í ídnaðinum. Talið av per- són- og lastbilum økist í stórum. Í 2003 keyptu kinesarar 2 milliónir av nýggjum bilum, og tað er væntandi, at um 10 ár so koyra einir 100 milliónir bilar runt í Kina. Hetta krevur benzin, og hetta gevur eina nýggja dimen- sión til tosið um dólking og spurningin um CO2-útlátið Tað kann metast, at eftir- spurningurin eftir olju úr Um Kina - Hvussu kemur eitt nýtt stórveldi, ein super-makt, at ávirka javnvágina í Heiminum? " Men tann strategiska avmerkingin og langsiktaði politikkurin hevur meira at siga enn løtuvinningur" "The question about China’s economy is no longer what it will do to China but what it will do to the rest of the World"