mikudagur 13. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 13. apríl 2005
23
Kina er orsøk til ein stóran
part av prísvøkstrinum á
hesum øki, kanska 40%.
Skal
búskaparvøksturin
halda fram, er neyðugt hjá
kinesarum at tryggja sær
olju, og eftirsum tey gomlu
oljufeltini á landi ikki
kunnu levera nóg mikið, so
liggja kinesarar framvið
runt um í allari verðini. Og
havr er mesta oljan at
finna? Í Miðeystri, sum
flestøll vita.
Oljusamband við
Sudan, Niger, Chad,
Angola, Gabon, Libya
og Saudi-Arabia
Fyri fjúrtan árum síðani
hevði Kina onki diplomat-
iskt samband við Saudi-
Arabia, sum er heimsins
størsti oljuútflytari. Í dag er
sambandið millum hesi
lond sterkari enn nakrantíð.
Saudi-Arabia byggir olju-
raffineringsvirki í Fujian
landspartinum
í
Kina.
Kinesarar
hava
fingið
licens til at vinna gas upp
úr undirgrundini í Saudi-
Arabia. Gassið skal flytast
sum flótandi LNG við
tangaskipum til Kina.
Europeisk og amerikansk
oljufeløg hava uppgivið at
fáast við oljuvinnu í Angola
og Sudan vegna borgara-
kríggj og óstabilitet. Men
Kina liggur framvið í hes-
um londum, og byggja eitt
spildur nýtt raffinerings-
virki í Sudan. Kanska gevur
tað ikki profitt tey fyrstu
árini, men tann strategiska
markeringin og langsiktaði
politikkurin hevur meira at
siga enn løtuvinningur.
Men eisini í Libya, Chad,
Niger og Gabon eru kines-
arar aktivir, og teir royna at
fáa strategiskar, stabilar
langtíðar avtalur í lag. Í
Australia hava teir (sbr.
Newsweek 030405) hava
teir gjørt eina avtalu til 21
milliardir dollars í einum
nýggjum gas-felti út fyri
Vestur-australia,
haðan
LNG, flótandi gass, skal
flytast við tangaskipum til
Kina. Hetta er tað sonevnda
Gorgon
gas-feltið
við
Barrow Island, sum liggur
1200 km norðan fyri Perth.
Eigarar
eru
Chevron,
Exxon og Shell, men
Kinesiska CNOOC hevur
fingið ein part uppá 12,5%
og fáa so eina leveransu
uppá 100 mill. t yvir 25 ár.
Í fleiri førum hevur verið
hørð
kapping
millum
kinesisk, japansk, ameri-
kansk og europeisk olju-
feløg um rættindi at fáa
oljuna. Tað er eisini komið
fyri, at japansk feløg hava
yvirbjóðað tey kinesisku av
strategiskum orsøkum. Eitt
nú tá ein nýggj pipeline
(oljurør) skuldi leggjast úr
Sibiria í Russlandi og eyst-
ureftir. Ætlanin var fyrst at
leggja rørið frá Angarsk í
Sibiria til Daqing í Kina.
Men japanarar bjóðaðu
hægri, og vildu hava rørið
at ganga til russiska havna-
býin Nakhodka í Fjareystri,
so at tað ikki kom inn á
kinesiskt øki. Russiska
oljufelagið sá eisini ein
fyrimun í hesum. Teir
kunnu so í framtíðini senda
oljuna við tangaskipi hvar
sum helt, og ikki bert til
kinesisk raffineringsvirkir
Økismenning í kines-
iskum samanhangi
Framgongdin og ríkidømið
er ójavnt býtt. Helst eru tað
býirnir fram við havinum,
sum hava følt stóru broyt-
ingartíðirnar.
Shanghai,
Beijing og so sjálvandi
Hongkong, sum aftur er ein
partur av Kina, hava havt
eina snarliga framgongd.
Inni í landinum er ikki
nógv broytt. Landbúnaðar-
økini framleiða matvørur
til stórbýirnar og flytingin
av bygd til bý gongur
skjótt, og bílig arbeiðskraft
er tøk í teim skjótt vaksandi
býunum. Úrslitið er, at
Kina, sum einaferð setti
útjavning sum høvuðsmál, í
dag er eitt tað ójavnasta
samfelagi í Asia.
Tað knirkar og brakar í
strategisku javnvágini
Í 1900-talinum var var
kappingin og rivaliseringin
millum lond mest sjónlig í
Europa. Tvey heimskríggj
brustu á og ein bolsjevikk-
isk kollvelting kom at
forma politikkin í hesum
heimsparti. Úrslitið var, at
USA kom fram sum tann
avgerandi
super-maktin,
bæði militert, politiskt og
búskaparligt. Royndirnar
hjá Sovjet at "loypa kapital-
ismuna um" og gerast før-
andi heimsveldi miseydn-
aðust. Veruligar royndir at
demokratisera stýrið mis-
eydnaðust eisini, og sama
gjørdu
royndirnar
hjá
Gorbatjov at bøta um og
effektivisera
búskapin.
"Perestrojka og glasnost",
umlegging og gjøgnum-
skygni, sum vóru loysunar-
orðini hjá Gorbatjov, end-
aðu í kaos og upploysn.
USA er í dag heimsins
super-makt uttan stórvegis
kapping frá øðrum.
Men nýtt veksur fram, og
fer at krevja sítt pláss. Eg
hugsi her mest um Europa
og Kina. Europa hevur
verið spjatt millum smærri
og størri statir, men nú eru
25 av teimum saman í EU
(ella ES). Europa kann, í
hesum líki, koma at spæla
ein heilt nýggjan leiklut í
heimspolitikki. Og "hinu-
megin" veksur eitt sterkt
Kina fram. Tað hevur verið
samanborið við tað sum
hendi, tá USA fyri umleið
100 árum trein inn á heims-
vøllin sum eitt stórveldi.
Ella eisini, um nakað somu
tíð, tá Týskland kom fram
og kravdi "lebensraum".
Vøkstur við snarferð
kann elva rumbul
Nógar metingar hava verið
frammi um politiska og
búskaparliga stabilitetin í
Kina. Tað hevur víst seg
higartil, at kommunista-
flokkurin, sum enn er eina-
ráðandi, hevur verið førur
fyri at stýra processini, og
eisini hevur tillagað seg.
Seinastu broytingarnar í
floksleiðsluni eru farnar
fram uttan stórvegis buldur.
Flokkurin hevur tó verið
førur fyri at geva nýggja
meðalklassanum í býunum
góð livivilkor. Men demo-
krati og pluralisma finnst
ikki.
Í mun til grannalondini
eru nógv viðurskiftir og
nógvir
stríðsspurningar,
sum eru óloystir. Taiwan er
enn
við
amerikanskari
hjálp ikki ein partur av
Kina.
Nógvar
smærri
oyggjar í havinum út fyri
Kina verða kravdar av fleiri
londum, og tað kann føra til
stríð, tí her finnst olja. Og
Japan, sum leingi hevur
verið eitt stórveldi har á
leið, følir seg hótt og kroyst
á fleiri økjum.
Kina er ikki bert ein
nýggj asiatisk búskaparlig
rakett aftrat, so sum Japan,
Suðurkorea, Taiwan, Singa-
pore, Malaysia og Hong-
Kong. Nýggja Kina er eitt
fyribrigdi, sum komandi
100 árini kemur at broyta
strategisku javnvágina, og
harvið myndina av allari
Verðini.
Keldur:
K.E. Brødsgaard: "Det bliver Kinas
århundrede"
Jyllands-Posten
29.3.05
R.J. Samuelson: "The World’s
Powerhouse"
Newsweek
International 31.5.04
"A brother for her" The Economist
16.12.04
M.
Liu:
"Hungry for Power"
Newsweek 3.5.04
Kina í høvuðstølum
Fólkatal
1,3 milliardir
Stødd
9.600.000 km2
Burðartal
13,0 promillu
Deyðatal
7,0 promillu
Vøkstur
6,0 promillu
Meðallivialdur
72 ár
Aldursbólkur 0-14
22%
Aldursbólkur 15-64
70%
Aldursbólkur 65+
8%
Bejing (Peking)
14 milliónir
Shanghai
20 milliónir
Internetuppkobling
94 milliónir
Forseti
Hu Jintao
Stjórnarleiðari
Wen Jiabao
"The question about China’s economy is no
longer what it will do to China but what it
will do to the rest of the World"
Áhugafelagið Dansk Industri hevur, sambært Jyllands-
Posten, roknað úr, at danskir brúkarar hava spart íalt
63 mia. kr. við at keypa bíligar vørur úr Kina og
øðrum asiatiskum londum. Uppá íbúgvan gevur hetta
fyri Danmark eina sparing uppá umleið 12.000 kr,
ella kanska eina mánaðarløn eyka
Modellmynd