mikudagur 13. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UTTAN ÚR HEIMI
Vísindafólk skulu nú
kanna, hví ísurin við
teir báðar pólarnar
minkar skjótari nú
enn nakrantíð fyrr
UMHVØRVI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanskir, bretskir og
danskir granskarar fara nú
at kanna, hvussu tað ber til,
at ísurin í teimum báðum
póløkjunum er minkaður so
nógv tey seinnu árini.
Endamálið við kanningun-
um er at fáa eina betri fatan
av teimum heimsumfatandi
veðurlagsbroytingunum,
hvussu broytingarnar í pól-
økjunum ávirka heimshøv-
ini, og hvørjar avleiðingar
hesar broytingarnar kunnu
fáa á búskapin og onnur
viðurskifti í heiminum.
- Tað er neyðugt at fáa at
vita, hvat er í ferð við at
henda í póløkjunum, tí tað
ávirkarveðurlagið, høvini
og heimsins matvørutil-
feingi, sigur amerikanski
vísindamaðurin
Robert
Hemenway,
sum
skal
standa á odda fyri kann-
ingunum í póløkjunum.
Í fjør komu granskarar
hjá amerikonsku rúmdar-
umsitingini NASA eftir, at
ísurin á Antarktis minkar
skjótari nú enn nakrantíð í
síðstu øld. Fyrr í hesum
mánaðinum loysnaði heim-
sins størsta ísfjall, eftir at
tað hevði staðið á botni við
Antarktis eina tíð.
Í Bretlandi hóttir
tann konservativi
flokkurin nú við at
vraka ta ætlaðu ES-
grundlógina, vinnur
hann valið í næsta
mánað. Tað kann fáa
álvarssamar avleið-
ingar
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ber tað til at ímynda sær
eitt ES uttan Bretland? Tað
heldur í hvussu er formað-
urin í bretska konservativa
flokkinum, Michael Ho-
ward, og hann hevur av álv-
ara drigið tann spurningin
upp í valstríðið upp undir
parlamentsvalið tann 5.
mai.
– Vit eru ímóti ES-grund-
lógini, og fáa vit valdið
aftan á valið, fara vit at lata
veljararnar taka støðu til
lógina innan seks mánaðir
eftir stjórnarskiftið, stendur
í valskránni, sum teir kon-
servativu løgdu fram mána-
dagin.
Reglurnar siga, at øll tey
25 limalondini í ES skulu
góðkenna
grundlógina,
skal hon koma í gildi.
Diplomatar í Bruxelles og
London dylja ikki fyri, at
vraka bretar grundlógina,
kemur lagnan hjá samveld-
inum at liggja í hondunum
á einum flokki, sum tey
seinastu árini hevur hert
sína mótstøðu ímóti sam-
veldinum.
Diplomatarnir siga, at ES
noyðist at taka hóttanina frá
teimum konservatiovu í
størsta álvara, og teir eru á
einum máli um, at eitt
bretskt nei til grundlógina
fer at raka ES sum ein jarð-
skjálvti. Kortini ugga teir
seg við, at tað er ikki altíð,
at samsvar er ímillum val-
skránna hjá einum flokki
og tann politikk, sum
flokkurin rekur, tá hann fær
valdið.
Samstundis vísa veljara-
kanningar, at Labour og
Tony Blair, forsætisráð-
harri, noyðast at taka teir
konservativu í álvara hesa-
ferð. Munurin á flokkurin
er ikki stórur, og tann stóri
andstøðuflokkurin er sjón-
liga farin í álop, skrivar
NTB. Spurningurin um ES
er eitt væl valt evni, tí
nógvir bretskir veljarar eru
sera ivingarsamir um at lata
Bruxelles ov nógv vald.
Tann stóri spurningurin í
valstríðnum hevur annars
verið eitt lyfti hjá teimum
konservativu
um
lægri
skatt. Tony Blair, forsætis-
ráðharri, hevur ávarað velj-
ararnar ímóti lyftinum, og
Gordon Brown, fíggjar-
málaráðharri, segði mána-
dagin, at ein atkvøða fyri
teimum konservativu er ein
hóttan ímóti bretsku væl-
ferðini.
Nú skal pólísurin kannast
Hann kann fáa Evropa
at skelva
Michael Howard hóttir nú við at lata bretar fella ES-grundlógina. Tað fer at raka ES sum ein
jarðskjálvti
Mynd: Reuters
Missa nógv arbeiðspláss
Í Svøríki ens og í øðrum londum ætla politikararnir
at leggja stóran dent á gransking fyri at útvega nýggj
arbeiðspláss, nú alheimsgeringin ger, at nógv
arbeiðspláss verða flutt við láglønarlond kring
heimin.
Men gransking fer ikki at loysa trupulleikarnar í
Svøríki, sigur Magnus Kamsund, sum er fyrrverandi
stjórin í fyritøkuni Ericsson. Við blaðið Dagens
Næringsliv sigur hann, at tað er púra burturvið av
svium at halda, at tað er nóg mikið at granska og
menna, tó tað er ikki nóg mikið til at forða ávirk-
anini, sum kemur uttaneftir.
Í svenska vinnulívsfelagnum vænta tey, at umleið
350.000 arbeiðspláss fara av landinum tey næstu
fimm árini, og at í sama tíðarskeiði koma bara 3.600
nýggj arbeiðspláss í Svøríki. Serfrøðingar vísa á, at
í seksti- og sjeytiárunum mistu sviar nógv arbeiðs-
pláss í klædnaídnaðinum av landinum. Tá bar til at
útvega nýggj arbeiðspláss ístaðin fyri, men tað
gongur ikki hesaferð, siga teir. Sambært hagtølunum
eru 119.000 arbeiðspláss horvin í Svøríki tey
seinastu fimm árini.
Loyst gamalt loyndarmál
Norski verkfrøðingurin Frode Weierud og bretski
starvsbróður hansara, Geoffrey Sullivan, hava
seinastu árini avdúka fleiri loynilig boð hjá týska
herinum undir seinna heimsbardaga. Í hesum arbeiði
hava teir avdúkað ymiskt, sum eingin visti um
frammanundan.
Sunnudagin visti bretska blaðið Sunday Times at
siga, at teir báðir verkfrøðingarnir hava loyst eitt
loyndarmál afturat. Hesaferð snýr tað seg um morð-
royndina ímóti Adolf Hitler tann 20. juli í 1944.
Hitler slapp livandi frá morðroyndini, og hann gav
alt fyri eitt sínum næstu monnum boð um at hevna
atsóknina. Í hesum sambandi hevur ivi verið um,
hvørt generalurin Friedrich von Rebenau bleiv
avrættaður fyri at hava verið uppi í morðroyndini,
men nú hava teir báðir verkfrøðingarnir avdúkað, at
generalurin bleiv skotin eftir boðum frá ovastu týsku
leiðsluni.
Frode Weierud og Geoffrey Sulliavn siga, at
Gestapo-ovastin Heinrich Múller fekk boðini um, at
von Ramleben var avrættaður. Tá kríggið endaði, var
Heinrich Múller ikki at finna. Eitt eygnavitni vildi
vera við, at hann flýddi við einum kavbáti til Argen-
tina, men tað er ongantíð prógvað.
Dýrar brillur
Ein bretsk kanning vísir, at tað er dýrari at keypa
brillur í Damark enn í nøkrum øðrum landi í
Evropa. Yvirhøvur vísir kanningin, at brillur eru
dýrar í Norðurlondum, tí Noreg, Svøríki og Finn-
land eru ávikavist nummar tvey, fýra og fimm í yvir-
litinum.
Úrslitið av bretsku kanningini kemur ikki óvart á
danir. Í 2002 vísti ein kanning hjá kappingarráðnum,
at tað var ov dýrt at keypa brillur í Danmark, og at
kappingin ímillum brilluhandlarnar var alt ov lítil.
Nú tann bretska kanningin staðfestir, at støðan er
tann sama í dag, ætlar kappingarráðið at taka málið
uppaftur.
Í einari spurnarkanning í sjónvarpinum mána-
kvøldið kom fram, at danir halda tað vera alt ov dýrt
at keypa sær brillur. Samstundis bleiv víst á, at tað
loysir seg væl at fara suður um týska markið at
keypa brillur, tí tær eru væl bíligari har. Í prís-
yvirlitinum í bretsku kanningini liggur Týskland á
níggjunda plássi.
24
Nr. 69 - 13. apríl 2005