mikudagur 13. apríl 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • mikudagur • 13. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Starvsnevndin
tók avgerðina
Vanliga liggja avgerðir
um mál, sum viðvíjkja
lands- og steypakapping
hjá kappingarnevndini í
FSF,
men
í
hesum
førinum var tað ikki hon,
sum tók avgerðina.
Fyri at fáa eina betri
javnvág millum talið av
limum í starvsnevndini og
ymsu undirnevndunum,
hevur FSF í vár minkað
um talið av nevndarlim-
um í eitt nú kappingar-
nevndini,
soleiðis
at
hendan nú telur tríggjar
limir og ikki fimm sum
áður. Ein av hesum er
Rúni Heinesen, og sum
klaksvíkingur helt hann
ikki, at hann skuldi taka
lut í viðgerðini av málin-
um. Hetta saman við prin-
sipiella týdninginum, sum
málið hevur fyri framtíðar
avgerðir, fekk Kappingar-
nevndina at taka avgerð
um, at málið heldur skuldi
viðgerast
av
starvs-
nevndini.
Formliga varð hetta
gjørt á fundi hjá kapping-
arnevndini mánakvøldið,
og klokkan hálvgum sjey
fór starvsnevndin á fund.
-jm
Sum tað framgongur á
síðuni, so vóru hvørki
B36 ella KÍ ikki kunnað
um úrskurðin hjá starvs-
nevndini áðrenn evsta-
mark okkara, og tí var tað
ikki stórvegis, sum tað
bar til at fáa av viðmerk-
ingum
til
málið
frá
feløgunum.
Spurdir
beinleiðis,
hvørt tey fara at kæra, um
úrskurðurin hjá nevndini
gongur teimum ímóti,
svara bæði KÍ- og B36-
formaðurin, at tað fara tey
helst.
- Eg trúgvi ikki, at vit
fáa gjørt annað enn at
kæra málið, um tað
verður úrskurðurin. Tað
eru vit noyddir til, segði
Gestur Hovgaard, for-
maður í KÍ.
Og
B36-formaðurin,
Kjartan Mohr, er ikki
ósamdur.
- Tað hava vit í øllum
førum hugsað um, og tað
er so ein ógvuliga sann-
líka reaktión. Enn hava
vit tó ikki fingið úrskurð-
in, men nevndin fer helst
at viðgera málið, so skjótt
vit hava hendan. Eg kann
bara staðfesta, at um so
er, so haldi eg kappingina
liggja í skeljasori, longu
áðrenn hon er byrjað,
staðfestir Kjartan Mohr.
-jm
Umframt drúgva málið
um spæliloyvini hjá KÍ og
B36, var eisini eitt annað
mál á skránni.
Royn
hevði
kært
nýtsluna hja B71 av
Kristoffur Vidtfeldt, tá
liðini
bæði
hittust
í
kappingini
um
FSF-
steypið.
Tann dystin vann B71
4-0, men við støðuni 3-0
varð Kristoffur Vidtfeldt
skiftur inn, hóast navn
hansara ikki stóð á dóm-
araseðlinum.
Eftir
hendingina
á
sinni,
tá
HB
misti
meistaraheitið, tí feilur
var í dómaraseðlinum,
eru reglurnar hesum við-
víkjandi broyttar, og ta
siðvenjuna valdi Kapp-
ingarnevndin at halda fast
um.
Úrskurðurin staðfesti,
at tá talan er um eitt
mistak í útfyllingini av
dómaraseðlinum, og tá
talan var um leikara, sum
var lógliga skrásettur,
verður B71 ikki revsað
fyri hetta.
-jm
Verður helst kært
Royn fekk ikki
viðhald
Starvsnevndin helt
seg til praksis hjá
UEFA, tá hon á fundi
mánakvøldið tók
avgerð um at senda
Fram og Skála víðari í
kappingini um Løg-
manssteypið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var drúgt fundarvirk-
emi í bygninginum hjá FSF
við Tórsvøll mánakvøldið.
Á skránni var fyrst og
fremst málið um spæliloyv-
ini – ella mangul upp á
sama - hjá KÍ og B36, tá
hesi nýttu ikki skrásettar
spælarar í dystunum móti
ávíkavist Fram og Skála.
Málið um spæliloyvini
hevur verið eitt av heitu
politisku eplunum í enn
unga kappingarárinum, og
sum skilst, so tók tað eisini
drúgva
nevndarviðgerð,
áðrenn endaligur dómur
varð avsagdur. 18.30 fór
starvsnevndin á fund, og
klokkan var farin at nærk-
ast 22, áðrenn ljósini vórðu
sløkt í FSF-bygninginum.
Sum skilst, so var ætlanin,
at
onnur
mál
skuldu
viðgerast, men málið um
spæliloyvini hjá B36 og KÍ
fór við at kalla allari tíðini á
fundinum.
Dømd at tapa
Og tá var niðurstøðan
greið. Tað bar okkum ikki
til at fáa váttað úrskurðin
hjá Fótbóltssambandinum í
málinum, men eftir øllum
sólarmerkjum at døma, eru
KÍ og B36 liðug í kapping-
ini um løgmanssteypið.
Við hesum hevur FSF
altso valt ikki at broyta sið-
venjuna, sum hevur verið
viðvíkjandi spæliloyvum,
eins og úrskurðurin er í tráð
við vanligan praksis hjá
UEFA.
Her segði pressutalsmað-
urin, Frits Ahlstrøm alt fyri
eitt, at eitt líknandi mál í
UEFA treytaleyst hevði
verið dømt á tann hátt, at
felagið við ikki-skrásettu
leikarunum varð dømt at
tapa dystin.
Spurningurin hevur tó
samstundis verið, um ein
slíkur úrskurður fer at
leggja ov stórt trýst á um-
sitingina hjá ymsu fel-
øgunum. Eina umsiting,
sum í stóran part byggir á
sjálvboðið ella partvíst lønt
arbeiði.
Tey atlitini hava so ikki
vunnið frama, og ivaleyst
hevur trupla umsitingin av
eini slíkari loysn eisini
vigað nógv. Sum nevnt í
grein fyri góðari viku
síðani, so hevði hetta helst
eisini útloyst eina »elastik-
effekt«, sum kundi verið
sera trupul at umsiti. Tí
hvussu vigar tú, nær talan
er um mistak ella um
tilætlað brot á reglurnar.
Eingin viðmerking frá
nevndini
Tað er eingin loyna, at fo-
rmaðurin
í
kappingar-
nevndini, Bjarki Mohr,
helst sá, at feløgini sluppu
við skrekkinum, at kalla.
Hetta skilt soleiðis, at fel-
øgini vórðu revsað umsit-
ingarliga, heldur enn at tey
skuldu dømast at tapa sínar
dystir.
Tað tykist altso ikki, sum
hava sjónarmiðini hjá for-
manninum vunnið frama,
men sjálvur vildi Bjarki
Mohr ikki gera viðmerk-
ingar til málið, áðrenn
evstamark okkara.
- Eg kann bara vátta, at
vit hava gjørt ein úrskurð í
málinum á fundi mána-
kvøldið, eftir at málið varð
lýst væl og sakligt. Eg fari
tó ikki at siga nakað um
úrskurðin, ella í aðrar mátar
at úttala meg í fjølmiðl-
unum um hetta, fyrr enn
innblandaðu partarnir eru
kunnaðir, er einasta við-
merkingin, frá formann-
inum.
KÍ og B36 eru úti
B36 og KÍ eru liðug í
steypakappingini. Hóast
deyðakvirt var um málið
undan evstamarki okkara, so
er tað við vissu niðurstøðan,
sum Starvsnevndin hjá FSF
kom til á fundi mánakvøldið
Heðin á Lakjuni, Høgni Madsen og Hjalgrím Elttør
vóru á vøllinum, tá KÍ vann 7-1 á Fram í kappingini
um Løgmanssteypið. Spæliloyvi teirra lógu tá
framvegis hjá ávíkavist HB, ÍF og Fremad Amager.
Heldur ikki var spæliloyvi hjá KÍ-málverjanum,
Karstin Joensen, tá komið í rættlag, men hann var
skaddur og tók tí ikki lut í dystinum.
Hjá B36 varð Eyðun Højgaard skiftur inn, tá teir
vunnu 4-2 á Skála. Spæliloyvið hjá Eyðuni var tá
framvegis hjá ÍF Føroyar, har hann hevur spælt í
tíðarskeiðnum, sum hann var í Danmark.
FAKTA