mikudagur 13. apríl 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 69 - 13. apríl 2005
Talvið
hesa
vikuna
IM Oleg Kulicov (2402) -
Martin Poulsen (2285)
7th Dubai Open 2005 (6.
umfar), 09.04.2005
1.Rif3 d5 2.c4 e6 3.g3 c6
4.b3 Hvítur leikar varliga
Be7 5.Bb2 Bf6 6.Ric3
e5! 7.d3 d4 Martin hevur
lættliga javnað út, hann
stendur
kanska
betur
8.Rib1 c5 9.b4 cxb4
10.a3 bxa3 11.Bxa3 Hev-
ur hvítur fingið nakað
burturúr finnuoffrinum?
Eg
ivist
stórliga...
11...Ric6 12.Ribd2 Be7
13.Bg2 Rif6 14.0—0 0—
0 15.Fa4 Bd7 16.Rfb1 b6
17.Rie1 Fc7 18.Bxe7
Rixe7 19.Fa6 Bc6 Svartur
hevur ongar trupulleikar
og afturfyri hevur hann
finnu meir... 20.Ric2
Bxg2
21.Kxg2
Rid7
22.Fa3
Ric5
23.Rib3
Ne6!
Hvíti
kongurin
stendur nakað berur og
tað hevur Martin ætlanir
at
gera
okkurt
við!
24.Kg1 Rig6 25.Rib4
Fd7 26.Fa4 Fd8 27.Rid2
Fg5 28.Rif3 Fh5 29.Rid5
e4!? Áhugaverd ætlan,
sum
framhaldandi,
ífylgju Fritz 7, gevur
svørtum fyrimun 30.dxe4
d3 31.Ra3 dxe2 32.Fc2
Rfe8 33.Fxe2? Re1 var
helst ein betur roynd
33...Rig5! 34.Rid4 Fxe2
35.Rixe2 Rxe4 36.Riec3
Rxc4
37.Rxb6
Re8
38.Rxa7 Tykist kanska
sum hvítur hevur loyst
trupulleikarnar, men nú
verður hvítur faktiskt
skák
og
mátaður!
38...Re1+ 39.Kg2
Støðumynd eftir 39.Kg2
39...Rih4+! Og altjóða
meistarin gavst orsakað
av 40.gxh4 Rg4++ 0—1
Sterkir
telvarar
hittast í
Suðuroy
Nú skal Suðuroygg-
in av álvara setast á
altjóða talvkortið
TALVKAPPING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal Suðuroyggin
setast á altjóða talvkortið.
Og startskotið til tað
verður í summar.
Í summar er ætlanin at
skipa fyri stórari, altjóða
talvkapping í Suðuroy.
Tað, sum liggur í kort-
unum í løtuni er at
"Suðuroy International"
skal byrja eina góða viku
fyri jóansøku og so at
enda kappingina við ein-
um ordans brakið sjálva
jóansøkuaftan.
Ætlanin er at kappingin
skal vera eitt afturvend-
andi tiltak og næstu ferð
er ætlanin at hon skal
vera í Vági, sigur Rani
Nolsøe, sum er ein av
fyrireikarunum.
Hóast Suðuroy mangan
hevur havt sera sterkar
telvarar, er synd at siga, at
Suðuroyggin er serliga
frammaliga í telving sum
heild og felagslív er onki
av. Eitt endamál við kapp-
ingini er at vekja áhugan
fyri telving í Suðuroy og
kanska at fáa eitt talv-
felag á føtur í Suðuroy.
Listin yvir telvarar, sum
vera við í kappingini er
ikki heilt klárur enn. Men
sterki, lokali telvarin,
John Rødgaard er sjálv-
skrivaður.
Men av føroyskum telv-
arum
kunnu
nevnast
Flóvin Tór Næs, nýklakti
føroyameistarin, Carl Eli
Nolsøe Samuelsen verður
við og Heini Olsen verður
eisini við.
Tað er eisini greitt at
sera sterki svenski telv-
arin, Emil Hermansen
verður við.
Talvfjakkararnir eru á
øðrum ári á rað í Du-
bai og luttaka í stór-
sligu kappingini Dubai
Open. Martin Poulsen
hevur innan seinasta
umfar góðan møgu-
leika at vinna sær sín
fyrsta IM-norm
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eins og í fjør, vendu Martin
Poulsen og Hans Kristian
Simonsen
eyguni
móti
miðeystri, beint sum FM
fyri einstaklingar var av.
Eftir FM er venjingarstøðið
í øllum førum á góðari leið
og tí er tað lag á manni at
byggja víðari uppá tað.
Í Dubai Open 2004 gekk
tað væl hjá føroyingunum,
tó uttan at nakar var tætt
við normin. Í ár er søgan
ein onnur. Martin hevur
møtt sera sterka mótstøðu,
millum annað tveimum
stórmeistarum og fimm al-
tjóða meistarum, og hevur
fýra stig innan níggjunda
og seinasta umfar.
Vinnur Martin týsdagin
ímóti IM Hameed (2371), er
fyrsti IM-nomur hansara
veruleiki. Hóast hann hevur
svarta
fólkið
í
hesum
lagnutalvi, eru kjansirnir
góðir. Eitt nú vann hann
hegnisliga við júst svarta
fólkinum í sætta umfari
ímóti sterkum altjóða meist-
ara. Sí talvið hesa vikuna.
Hans Kristian hevur hig-
artil eisini telvað eina góða
kapping. Hann hevur eins
og Martin fýra stig, men
hevur ikki hitt eins sterka
mótstøðu sum vinmaðurin.
Sjálvt um Hans Kristian
vinnur í seinasta umfari á
IM Fouad (2458), verður
tað ikki nóg mikið til ein
norm.
Landsliðsvenjarin
hjá
føroyska olympiaduliðnum
í fjørheyst, Sergey Kayu-
mov, luttekur eisini í Dubai
Open. Sergey er altjóða
meistari og hevur í løtuni
2400 ratingstig. Hann hev-
ur 4,5 stig undan seinasta
umfar.
Heili níggju telvarar eru
fremstir við seks stigum.
Martin og Hans Kristian
eru á deildum 65. plássi av
tilsamans 146 luttakarum.
Framgongd og
normjagstran
Martin hevur saman við
Hans Kristiani seinastu ár-
ini roynt seg í fleiri altjóða
talvkappingum. Felags fyri
báðar er, at teir ikki rætti-
liga hava brotið múrin.
Sum oftast hava teir fingið
miðalgóð úrslit.
Hyggja vit at altjóða rat-
ingtølunum hjá teimum fyri
tveimum árum síðani og
samanbera tey við núver-
andi støðu, er støðan hend-
an: Martin hevði 2239 í
altjóða rating í apríl 2003
og í dag hevur hann 2285.
Ein framgongd uppá 46
ratingstig. Hans Kristian
hinvegin hevur eina fram-
gongd uppá nærum 100
ratingstig (2224-2317).
Báðir brúka nógva tíð og
orku uppá talv og royna av
øllum alvi at fáa eitt gjøgn-
umbrot. Tí eru teir neyvan
heilt nøgdir við seinastu
árini, hóast teir hava fram-
gongd at vísa á. Vónandi
hevur Martin brotið eitt petti
av múrinum týskvøldið.
Martin og Hans Kristian í Dubai
Todi til Tróndheim
Føroyski álopsspælar-
in hevur fingið boð
um at vera við á Nor-
egs túrinum, nú fleiri
av føstu monnunum
hava givið avboð
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað hevur verið friðarligt
kring fótbóltslívið hjá Toda
Jónsson í vár. Væl meiri
friðarligt, enn tað nakrantíð
hevur verið, síðani hann á
sumri í 1993 flutti til Dan-
markar og í Lyngby fór
undir miðvísa arbeiðið at
røkka upp í fremstu røð.
Síðstu stóru vikuna hevur
einki verið at hoyrt um
dystir hjá Toda. Men nú
hevur hann fingið boð.
Eftir
FCK
venjingina
mánadagin vórðu nítjan
spælarar úttiknir til dystin í
annaðkvøld, og Todi er
millum hesar nítjan.
FCK hevur knívin á
strúpanum, tá ið teir í ann-
aðkvøld skulu spæla í
Tróndheimi. Mótstøðuliðið
er Rosenborg, og tað verður
í Royalu kappingini, at
stríðið fer at standa. Í mill-
umumfarinum hevur FCK
tapt 1-0 í Malmø og á
heimavølli ímóti Rosenborg
var úrslitið 2-2. Um før-
oyska útisetafelagið skal
hava møguleika at røkka í
finaluna, so er neyðugt hjá
teimum at vinna í annað-
kvøld.
Fleiri av teimum, sum
hava spælt nógv í fýra
teimum fyrstu landskapp-
ingardystunum síðani vetr-
arsteðgin, eru ikki tøkir
undan uppgerðini í Trónd-
heimi.
Talan
er
um
miðverjan og liðformannin,
Bo Svensson, sum er hæl-
skaddur, vongverjan Lars
Jacobsen, sum er leikbann-
aður, miðvallaran í høgru,
Michael Silberbauer, sum
hevur brotið kjáklabeinið
og ikki verður førur fyri at
spæla næsta lítla mánaðin
og so álopsspælaran og
eyka liðformannin, Peter
Møller, sum hevur trupul-
leikar í nakkanum.
Umframt Toda Jónsson
eru tríggir aðrir álopsspæl-
arar í ferðalagnum. Teir eru
Zuma og Álvaro, sum vóru
á vøllinum allar 90 minutt-
irnar sunnudagin, og sum
vóru sera væl upplagdir, og
Jesper Bech, sum sunnu-
dagin varð innskiftur bein-
anvegin fyri Michael Sil-
berbauer og sum stóð seg
rættuliga væl.
- Álopsspælararnir stóðu
seg sera væl ímóti Brøndby.
Um eg skal á vøllin, og hvør
leikluturin hjá mær møgu-
liga fer at verða, veit eg
einki at meta um, sigur Todi
Jónsson á heimasíðu síni.
Í landskappingini skal
FCK næsta vikuskifti spæla
á útivølli ímóti AGF, og
Brøndby, sum nú hevur
rættuliga stórt trýst á sær,
skal spæla á útivølli í
Viborg.
Manglandi fakta
Av misgávum vóru hagtølini fyri sigurin hjá KÍ í Gøtu
ikki í blaðnum í gjár. Tey verða prentað niðanfyri,
soleiðis at trúgvi lesarin eisini hevur fingið hesi.
-jm
GÍ-KÍ 1-2 (0-0)
0-1: Heðin á Lakjuni 65.
1-1: Súni Olsen 84.
1-2: Atli Danielsen 87.
Dómari: Birgir Sondum
GÍ: Hallur Hansen - Hans Pauli Petersen, Robert
Rzeczycki (Kaj Ennigarð, 63.), Atli Gregersen, Bjarni
Justinussen - Áslakur R. Petersen, Símun Louis Jacob-
sen, Súni Olsen, Poul Henning Jacobsen - Sámal Joen-
sen, Poul Arni Jacobsen (Krzysztof Popczynski, 68.)
Gult kort: Atli Gregersen, Robert Rzeczycki
Reytt kort: Kaj Ennigarð 86.
KÍ: Karstin Joensen - Leon Bjartalíð (Jan Andreassen,
70.), Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Eyðun Klakstein -
Kristoffur Jacobsen, Høgni Madsen, Atli Danielsen,
Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør (Julian Samuelsen,
80.), Erling Fles
Gult kort: Niclas Niclasen, Høgni Madsen
Skotið sleppur
kanska við
Nýggjasta skotið á føroysku fótbóltsstammuna – Skotið
úr Havn – varð stovnað í vár, men tá felagið varð stovn-
að somikið seint, eru teir ikki partur av kappingini, sum
varð løgd til rættis, áðrenn Skotið var stovnað.
Nú hevur FSF tó gloppað dyrnar fyri nýggja felagnum.
Í rundskrivi um kappingini verður sagt, at um lið tekur
seg úr kappingini í 4. deild, verður plássið hjá hesum liði
latið Skotinum. Samstundis verður heitt á feløg, sum
møguliga ikki kunnu manna lið til 4. deild, um at siga
FSF frá hesum sum skjótast.
-jm
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in