hósdagur 14. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 70 - 14. apríl 2005
Suðuroyingar sleppa
í hesum døgum at
hoyra operasang, tí
sangarar frá Det Kgl.
Teater eru á ferð í
Suðuroynni
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sangarar frá Det Kgl.
Teater vitja í Suðuroynni
í hesum døgum og teir
fara at hava konsertir í
Vági, á Tvøroyri og í
Hvalba. Á konsertunum
verður sangur við urgu,
klaveri og violin við
tónleiki eftir m. ø.
Buxtehude,
Mozart,
Verdi Haendel og øðr-
um.
Framførslurnar
fevna um opera, ope-
rettu og sangleik, um-
framt felagssang.
Fyrsta konsertin var í
Vágs Kirkju mikukvøld-
ið, hóskvøld er konsert í
Tvøroyrar Kirkju klokk-
an 19 og fríggjamorgun-
in klokkan 11 er konsert
í skúlanum í Hvalba.
Ferðin er stuðlað av
Vágs Kommunu, Tvør-
oyrar Kommunu, Hval-
biar
Kommunu
og
Kunningarstovuni
í
Vági, veit heimasíðan
hjá Suðurrás at siga frá.
Danska ferðlagið fer
aftur
til
Danmarkar
sunnudagin.
Operasangur í Suðuroynni
Hetta er heiti á evnis-
degi, sum tónleika-
lærarar skipa fyri í
Trongisvági 16. apríl.
Umframt tónleik, so
siga tingmenn, em-
bætisfólk, lærarar og
onnur sína hugsan
um hesi viðurskifti. Á
kvøldi er veitslu-
dámur í Trongisvágs-
høllini
MENTAN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Almennt
byrjar
tiltakið
"Suðuroyggin og mentanin -
um 2 ár og um 10 ár", kl. 13
leygardagin í Trongisvágs-
høllini, men longu klokkan
12:45 verður lagt til brots
við tónleiki. Klokkan 13
bjóðar Elin Nielsen væl-
komin og so gongur skráin
slag í slag; stuttir fyrilestrar
á eini 10 minuttir og somu-
leiðis smærri tónleikainn-
sløg við tónleikanæmingum
og lærarum og lokalum
tónleikarum.
Framstandandi
røðarar
Og røðararnir eru ikki ein
og hvør, men teljast millum
tey andlit, ið vit kenna
millum teirra, ið ganga á
odda og vanliga hava eina
meting um viðurskiftini.
Talan er um politikarar,
lærarar, bankafólk og onn-
ur.
Eftir at Ulf Nordlunf,
stigtakari og leiðari fyri
Vágs Skúlaorkestur, hevur
verið á palli og spælt og
sagt nøkur orð um so-
nevnda
"suðuroyar-
modellið", ið er ein náms-
frøðilig tilgongd, so fer
Søren L. Bruun, spari-
kassastjóri at siga sína
hugsan um Suðuroynna og
mentan. Honum á baki
koma Ole V. Laursen, stu-
dentaskúlaleiðari, Kirsten
Strøm Bech, borgarstjóri,
Annlis Bjarkhamar, sam-
skipari, Olavus Jespersen,
mentamálaráðið,
fólka-
skúladeildin, Karin Bratt-
aberg, vinnulívskvinna og
Johan Dahl og John Jo-
hannesen, løgtingsmenn.
Á kvøldi klokkan 18 er
veitsludøgurði, har Niels P.
Nolsøe
og
Arnfinnur
Thomassen standa fyri
undirhaldinum.
Seinni
skipar Anna Kirsten Thom-
sen fyri dansi og dansi-
frálæru. Øll eru vælkomin
til tiktakið og til ber at seta
seg í samband við Ulf
Nordlund
á
telduposti
Ulfnordl@post.olivant.fo
Skráin sær soleiðis út:
kl. 12.45: Suðurrættin
v/ Oddur Hentze
kl. 13.00: Vælkomin v/Elin
Nielsen
kl. 13.05: Suðuroyar-
modellið, v/ Ulf Nordlund
kl. 13.15: Vágs
SkúlaOrkestur v/ Ulf
Nordlund
kl. 13.30: Søren Bruun
kl. 13.40: Tvøroyrar
Hornorkestur v/ Tróndur
Enni
kl. 14.50: Ole V. Laursen
kl. 14.00: Kirkjukorið
Ljómur
kl. 14.15: Kirsten Strøm
kl. 14.25: Tvøroyrar Skúli
kl. 10: fl.Band v/ Tróndur
Enni
kl. 14.35: Annlis
Bjarkhamar
Steðgur á 15 min. Kaffe,
the og køkur
kl. 15.05: Brandur &
Tróndur Enni
kl. 15.15: Olavus
Jespersen
kl. 15.25: Suðurrættin
v/Oddur Hentze
kl. 15.40: Karin Brattaberg
kl. 15.50: Tróngisvágs
Samanspælsbbólkur v/
Otniel Nygaard
kl. 16.05: Johan Dahl
kl. 16.15: Harmonika v/
Hentzar Hammer & Jon
Gulak Jacobsen
kl. 16.25: John Johannesen
kl. 16.40: Tvøroyrar Horn-
orkestur/ Suðurættin
Guitarkonsertir eru
heldur sjáldsamar hjá
okkum, kanska ser-
liga á bygd, men nú er
ungur evnaríkur
guitarleikari á ferð
við sponskum og
klassiskum tónum og
vitjað verður í Skop-
un, í Vági og í Havn
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein ungur skopuningur er
lagstur afturat úrvalslið-
num av dugnaligum tón-
leikarum her á landi. Hann
leikar guitar og er nú á kon-
sertferð.
Komandi dagarnar fer
ungi føroyski guitarleikarin
Ragnar Olsen at hava
konsertir í Skopun, í Vági
og í Havn.
Hetta er ein minni kon-
sertferð, har ið Ragnar fer
at bjóða áhoyrararunum
spanskar tónar, tónar eftir
mæta Johann Sebastian
Bach og okkurt meira
forkunnugt
á
klassiska
guitarinum.
Kirkja, Pakkhús
og listaskáli
Ragnar Olsen hevur lokið
diplomprógv á Vestjysk
Musikkonservatorium
í
guitarleiki
og
frálæru.
Hann starvast nú á Føroya
Musikkskúla. Umframt at
hava fingið sær hollan lær-
dóm á tónlistarskúla, hevur
Ragnar luttikið á master-
classes við m.a. John
Mills, Luis Zea, Alvaro
Pierri og Timo Korhonen.
Ragnar er skopuningur
og er tað eisini í Skopun at
hann leggur fyri. Hann fer
at framføra í kirkjuni í
Skopun hóskvøldið 14.
apríl kl. 19.00 og í Stóra
Pakkhúsi í Vági sunnu-
dagin 17. apríl kl. 19.00.
Seinni verður eisini ein
konsert í Havn, nevniliga í
Listaskálanum sunnudagin
24. apríl kl. 19.00. Konsert-
felagið skipar fyri konsert-
unum.
Suðuroyggin og mentanin
– um 2 ár og um 10 ár
Nú er greitt, at 12
nøvn taka lut í
Atlantic Music Event,
sum er endabrest-
urin í Prix Føroyar
kappingini
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Endaliga skráin fyri
AME tann 23. apríl er
nú greið og 12 nøvn
standa á listanum yvir
tey, ið fara á pallin. Til-
takið er eitt gallashow,
har eisini útlendingar
eru til staðar. Tey lut-
takandi eru hesi:
Gestir, Kristleif Z.
200, Týr , Eivør, Høgni
Lisberg, Makrel, Guðr-
un Sólja Jakobsen og
Deja Vu.
Beinleiðis úr prix-
semifinaluni koma, Terji
Rasmussen Band, "GO-
GO - Blues" og "Eyðun
og Showmenn", sum
kappast um endaliga
Prix Føroyar vinningin,
sum er studiotíð t.d. í
"Lundgaard
Studios",
luttøka á Ólavsøkukon-
sertini,
G-Festivalin
2005 og Listastevnu
Føroya 2006.
- Til stóra gallakvøld-
ið Atlantic Music Event
í Norðurlandahúsinum,
verður dentur lagdur á
góðan livandi tónleik,
eina góða konsert í
Norðurlandahúsinum,
eini undirhaldandi sjón-
varps- og útvarpssend-
ing og at marknaðarføra
føroyskan tónleik bæði
innan- og uttanlanda.
Miðað verður eftir at
geva út livandi konsert-
tilfar frá Prix Føroyum
2005, siga fyrireikar-
arnir.
- Arbeitt verður fyri at
fáa so nógvar útlendskar
lyklapersónar og fjøl-
miðlar sum gjørligt at
koma til stóra galla-
kvøldið Atlantic Music
Event í Norðurlandahús-
inum.
Higartil
hava
Íslendska RÁS 2, Morg-
unblaðið, Jyllandsposten
og Musikeren boða frá
at tey koma. Hartil koma
fleiri útlendskir konsert-
fyrireikarar
t.d.
www.popagenda.se,
norðurlendsk plátufeløg,
og fleiri onnur til galla-
kvøldið Atlantic Music
Event í Norðurlandahús-
inum, siga fyrireikar-
arnir í tíðindaskrivi.
Nøvnini á AME kunngjørd
Konsertferð við føroyskum guitartónum
Komandi dagarnar fer ungi føroyski guitarleikarin Ragnar
Olsen at hava konsertir í Skopun, í Vági og í Havn
Deja Vu
Johan Dahl og John Johannesen eru millum teirra, sum leyg-
ardagin fara at geva boð uppa Suðuroynna og mentanina um
2 ár og um 10 ár á stórfingnari stevnu um evni í Trongisvági