Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2005 3 Týsdagin í næstu viku verður hátíðarhald á Syðradali, tá nýggja samferðsluhavnin verður tikin alment í nýtslu. Í hesum sambandi skipar Lands- verk fyri móttøku SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Syðradalur, Kalsoy: Tað verður hátíðardagur í Syðradali, tá gestir í hópa- tali koma í oynna týsdagin. Hesi seinastu tvey árini hava fólk kunnað fylgt við arbeiðinum at gera sam- ferðsluhavnina lidna. Eftir ætlanini skuldi ar- beiðið verða liðugt í de- sember í fjør, men orsakað av veðri, kann hon fyrst nú takast í nýtslu. Kostnaðurin fyri arbeiðið er 21 mió. kr. hóast hesar seinkingarnar. Nú samferðsluhavnin er liðug er kortini eftir at as- faltera atkomuvegin og økið, har bilar skulu standa. Hetta verður gjørt í næsta mánaði. Røður og fýrverkarí Hátíðarhaldið týsdagin byrjar kl. 15:10, tá strand- ferðsluskipið Sam leggur at í nýggju samferðsluhavn- ini. Tað verður eisini hetta skipið sum í framtíðini fer at røkja sambandið millum Kalsoynna, Leirvík og Klaksvík. Á havnaøkinum verða síðani hildnar fleiri røður. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, fer fyrst at lata Strandferðsluni samferðslu- havnina til nýtslu, áðrenn umboð fyri Strandferðsluna bera fram eina heilsan. Síðani fær landsstýris- maðurin í samferðslumál- um, Bjarni Djurholm, orð- ið. Hann sker snórin og er samferðsluhavnin tá alment tikin í nýtslu. Magni Garðalíð, borgar- stjóri í Húsar kommunu, verður seinasti røðarin og ætlar hann m.a. at bjóða øllum, sum eru komin at hátíðarhalda nýggju sam- ferðsluhavnina, til døgurða um kvøldið á Húsum. Tá røðurnar eru hildnar, bjóðar Landsverk breyð við føroyskum viðskera og okkurt afturvið. Breyðið verður keypt frá skótunum í oynni. Barskor, sum hevur siglt á Syðradal í mong ár, fer at liggja við bryggju, og høvi verður hjá fólki at fara umborð. Tey, ið hava áhuga fyri tí, fáa eisini møguleika at sigla seinasta túrin við Barskor, tá hann saman við Sam umleið fer av aftur Syðradal seinni um kvøld- ið. Tá fara eisini Klaksvíkar og Húsar kommunur at heilsa skipunum báðum við fýrverkaríi. Eini 200 fólk væntast at taka lut í hátíðarhaldinum. Kalsoy fær nú samband við meginøkið Samferðs luhavnin á Syðra- dali er nú liðug