Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 70 - 14. apríl 2005 Føroyskir tónar á íslands- bryggjuni Hósdagin 14. apríl fer Heiðrikur á Heygum band at framføra føroysk- an tónleik á Islandsbrygge kulturhus KONSERT eydna@sosialurin.fo Heiðrikur á Heygum band eru ungir tónleik- arar í aldrinum 17-21 ár. Heiðrikkur á Heyg- um er sjálvur nýggjur á tónleikapallinum sum solistur, men hevur áður verið við í ymisk- um tónleika tiltøkum. Afturat sær hevur hann 3 tónleikarar. Teir eru Høgni Reistrup, Saka- ris Joensen og Benja- min Jacobsen. Høgni Reistrup og Sakaris Joensen eru vorðnir heilt kendir herheima í samband við Prix Føroyar, har teir luttóku ávíkavist í bólkunum Lawetz og Lama Sea. Benjamin Jacobsen er gittarleik- ari í bólkinum. Ein sera evnaríkur ungur mað- ur, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv meira til í framtíðini. Kend løg í nýggjum hami Heiðrikur á Heygum band spælir fyrst og fremst væl kendar før- oyskar sangir. Tónleik- ararnir siga, at teir lata gomlu færoysku sang- irnar í nýggjan ham, so- leiðis at teir hóska betri í nútíðini. Bólkurin hevur higartil skapt nakað serstakt við teirra tulkingum av m.a. Hanusi Johansen, Anniku Hoydal og Martini Joensen. Bókurin framførir bæði vísur, popptónleik og kvæðir. Við í bólkinum eru: Heiðrik á Heygum: Sang Høgni Reistrup: Gittar og cello Benjamin Jacobsen: Gittar Sakaris Joensen: Bass Sumbingar vóru mikudagin í Almanna - og Heilsumálaráðn- um og handaðu land- sstýrismanninum ein lista við undirskrift- um frá fólki í Sum- biar Sókn, sum bjóðar sær til at hýsa um- talaða ellisheiminum, sum ætlandi skal byggjast í Suðuroy ELLISHEIM Edvard Joensen Sumbingar vilja fegnir hava ellisheimið, sum landsstýr- ið ætlar at byggja í Suð- uroy, bygt í Sumbiar Kommunu. Tað søgdu teir landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, miku- morgunin. Millum ferðafólkini við Smyrli úr Suðruoy til Havnar mikumorgunin vóru Rúni Lisberg og Torri Thomsen úr Sumba, sum fóru til Havnar at handa landsstýrismanninum góð- ar180 undirskriftir frá fólki í Sumbiar Kommunu, sum taka undir við, at umtalaða ellisheimið skal byggjast í kommununi. – Vit báðir hava tikið stig til hetta, og at kalla hvørt mansbarn, sum hevur val- rætt í kommununi, hevur skrivað undir listan, vit hava borið runt, sigur Rúni Lisberg. Umleið 240 fólk hava valrætt í Sumbiar Komm- unu, so tað, at teir hava fingið oman fyri 180 undir- skriftir, halda teir vera rættiliga góða undirtøku. Tað vóru næstan bara tey, sum ikki eru heima, sum ikki skrivaðu undir áheitan- ina, sigur Rúni Lisberg. Tað er eingin trupulleiki at vísa á grundstykki til ellisheimið, fortaldu teir landsstýrismanninum. Møguleiki er at byggja tað í øllum trimum bygdunum í kommununi, Sumba Lopra ella á Økrum. Tað er líka- mikið hjá teimum, sum hava skrivað undir. Tað, sum telur, er at fáa tað í kommununa og harvið tey arbeiðspláss, tað hevur við sær. Tá Hans Pauli Strøm landsstýrismaður, tók í móti listanum við undir- skriftunum, varð hann sam- stundis boðin at koma suður at hyggja at umstøð- unum. Og tað segði hann seg fegin vilja. Hann kundi sjálvandi ikki lova teimum, sum handaðu honum undir- skriftirnar, nakað sum helst, men segði seg vera positivan fyri hugsanini. Rúni Lisberg sigur, at teir hava bara havt ellisheimið í huganum, tá teir hava savn- að hesar undirskriftirnar. Alt hitt, sum annars er tengt upp í málið um ellisheimið – miðnámsskúli og støðu- takan hjá øðrum kommun- um í oynni viðvíkjandi honum – hava sumbingar yvirhøvur ikki tosað um. – Tað, sum ræður um hjá okkum, er at fáa ellisheim- ið, og harvið alt tað virk- semið, tað viðførir, í kommununa, sigur Rúni Lisberg. Sumbingar vilja hava ellisheimið Rúni Lisberg og Torri Thomsen úr Sumba hava tikið stig til at savna undirskriftir við áheitan á landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum um at byggja ellisheim í Sumbiar Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Verkætlanin, sum gevur russum loyvi at taka í móti upsa undan Føroyum, varð ætlað sum eitt samstarv við føroysk fiskavirki. Men tann ætlanin er full- komuliga miseydnað, sigur stjórin í vinnuhúsinum RUSSARAUPSI Edvard Joensen Ætlanin við at lata russar keypa upsa undan Føroyum varð góð, tí hon varð í ávís- um førum gjørd í samstarvi við føroysk fiskavirki. Men hon gekk ikki sum ætlað og er heilt miseydnað, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann heldur ikki, at tað er nokk, at bara ein partur er vinnari í eini slíkari ætl- an. Her sipar hann til, at russisku skipini, og tey, sum hava avreitt til teirra, eru farin við vinninginum, men at virkini á landi og alt tað fólk, har er knýtt at, standa eftir við ongum. Hetta kundi eydnast væl, um upprunaliga ætlanin gekk varð fylgd, sigur Jan Mortensen. Men tað vísti seg skjótt, at bara annar parturin fór við fiskinum, og hin sat eftir við ongum. Hann vísir á, at tá ætlanin kom fram, vóru tað virki í landinum, sum vóru við í ætlanini og roknaðu við, at russisku skipini skuldu taka í móti tí smáa upsanum, og virkini skuldu so fáa tann stóra, sum tey kundu ar- beiða og fáa nakað burtur- úr. Júst hvat tað var, sum hendi, vil Jan Mortensen ikki siga fyri vist. Um tað var tað, at russar tóku bæði stórt og smátt, ella tað var tað, at føroysku skipini beinleiðis løgdu seg eftir at fiska bara smáan upsa til russararnar. Men eftir stendur, sigur hann, at nú liggja nøkur russisk skip við føroyskar bryggjur og kunnu taka í móti meira upsa, enn føroy- ingar klára at fiska til- samans. Og tað kann gerast álvarsligt, um vit ikki bein- anveg eru á varðhaldi og fáa sett greiðar reglur fyri, hvussu hetta skal stýrast, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann vísir aftur, at hann bara er úti eftir at tryggja virkjunum á landi, bíligan upsa. – Nei, tað er ikki tað, eg vil, sigur Jan Mortensen. Men eg kann bara vísa á ta sannroynd, at tað veruliga eru føroysk fiskavirki, sum hava ligið still, meðan fisk- urin er farin umborð á russ- isk skip. Spurningurin er so, um samfelagið er best tænt við, at tú hevur ein vinnara, ella um teir skulu vera fleiri, sigur stjórin í Vinnuhúsin- um. Russaraætlanin miseydnað Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur, at royndin við at loyva russiskum skipum at taka í móti upsa undan Føroyum, er miseydnað