hósdagur 14. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
5
Vit kunnu bjóða eitt gott arbeiðspláss við
góðum starvsfeløgum. Løn sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í
samband við Ullu Joensen, telefon 34 51 00
ella á telduposti ulla@elektron.fo.
Send eina umsókn við persónligum
upplýsingum, útbúgvingum og starvsroyndum
til P/F Elektron, Staravegur 9, 110 Tórshavn,
í seinasta lagi hósdagin 20. apríl 2005.
Stíla umsóknina til Ullu Joensen.
Húsavørður til Elektron
Stephanssons Hús
Vit søkja eftir nýggjum húsavørði, at avloysa
okkara núverandi húsavørð, sum fer frá vegna
aldur.
At vera húsavørður í Elektron er ein fjølbroytt
uppgáva, sum bæði krevur góð evni sum hand-
verkari, tøkniligt hegni og góð samstarvsevni.
FØRLEIKAR:
Góðkendur el-innleggjari
Maskinmeistari
HÚSAVØRÐURIN HEVUR M.A. ÁBYRGDINA AV:
Øllum vanligum uppgávum sum húsavørður
Neyðstreymsveitingini og el-skipanini
Fráboðanarskipanum
Sløkkiútgerðini
Viðlíkahaldi av bilum
Tryggingarviðurskiftum
Viðlíkahaldi av VVS skipanum
UM ELEKTRON
Elektron er KT-veitari til føroyska
marknaðin. Størstu kundarnir hjá
Elektron eru føroysku peningastovn-
arnir og Toll- og Skattastova Føroya.
Størstu partaeigararnir eru Føroya
Banki, Føroya Sparikassi og Føroya
Landsstýri. Á Elektron starvast umleið
60 fólk og nettoumsetningurin
var umleið 50 mió.kr. í 2004.
PF ELEKTRON
STARAVEGUR 9 · P.O. BOX 3219
FO - 110 TÓRSHAVN
TEL.: +298 34 51 00 - FAX: +298 34 51 01
e-mail: info@elektron.fo
Bilasølan v. Øssur Johannesen:
Øssur og Schumann eiga nú Bilasøluna
Týsdagin 12. apríl
keypti Schumann
Hjaltalin helminigin í
Bilasøluni v. Øssur
Johannesen í Hoyvík.
Øssur Johannesen,
sum hevur átt og
rikið fyritøkuna síðan
1994, er væl nøgdur
við at hann og Schu-
mann nú kunnu reka
fyritøkuna saman
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilasølan v. Øssur Johanne-
sen hevur verið fyri stórum
broytingum seinasta árið. Í
fjør fekk Bilasølan umboð
fyri Mazda bilarnar afturat
bilmerkjunum Audi, VW
og Seat, sum fyritøkan um-
boðar, og nú hevur handils-
maðurin og fyrrverandi bý-
ráðslimurin í Havn, Schu-
mann
Hjaltalin,
keypt
helmingin av fyritøkuni í
Hoyvík.
Schumann er útbúgvin
bilmekanikari og hevur
arbeitt í nógv ár sum sølu-
maður innan bilvinnugrein-
ina. Seinnu árini hevur
hann verið annar av eigar-
unum av Handilskjarnanum
í miðbýnum i Havn, sum
aðrir nú hava keypt. Schu-
mann hevur í longri tíð havt
eitt ynski um aftur at sleppa
at virka í bilavinnuni.
Øssur og Schumann siga,
at stórar avbjóðingar eru
fyri framman, og kappingin
er hørð á bilmarknaðinum,
men teir hava góð kort á
hondum, fyritøkan er í
vøkstri, teir hava góð bil-
merkir, har fleiri nýggj bil-
modell eru á veg, umframt
at nýggjur framsýningar-
bygningur verður bygdur í
summar.
Øssur Johannesen, sum
hevur átt og rikið fyritøk-
una síðan 1994, er sera væl
nøgdur við at hann og
Schumann nú kunnu reka
Bilasøluna saman, og rokn-
ar hann við einum spenn-
andi samstarvi.
Øssur Johannesen (v.m.) bjóðar Schumann Hjaltalin vælkomnan í fyritøkuna