hósdagur 14. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 70 - 14. apríl 2005
Sambandið millum
íslendska býin Selfoss
og Fuglafjørð hevur
ikki verið nøktandi
tey seinastu nógvu
árini. Arbeitt verður
nú við at finna ein
nýggjan vinarbý í
Íslandi
SAMSTARV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: Síðani 1974
hava Fuglafjørður og Sel-
foss í Íslandi verið vinar-
býir.
- Men hetta samstarvið
hevur ikki verið nøktandi
tey seinastu 15 árini, metir
kommunan í Fuglafirði. Og
tí verður nú arbeitt við at
finna fram til annan ís-
lendskan vinarbý, har eitt
veruligt samstarv kann
fáast í lag.
Hóast arbeitt verður við at
útvega annan vinarbýr,
ynskir kommunan kortini
ikki at leypa frá avtaluni
við Selfoss, hóast hon ikki
hevur verið virkin í mong
ár.
Áðrenn ein nýggj avtala
verður fingin, skal ein fyrst
geva Selfossi boð um av-
gerðina.
Gongst sum ætlað er ikki
óhugsandi, at nýggi vinar-
býurin hjá Fuglafirði í
Íslandi kemur at eita Húsa-
vík.
Ikki virkin
Sambandið millum Fugla-
fjørð og Selfoss byrjaði fyri
meiri enn 30 árum síðani.
Men býráðið í Fuglafirði
kann í dag staðfesta, at
hetta sambandið ikki hevur
verið nøktandi, m.a. tí at
íslendska kommunan ikki
hevur verið so virkin í
samstarvinum tey seinnu
árini.
Á fundi í mentamála-
nevndini
í
Fuglfjarðar
kommuna fyri tveimum
mánaðum síðani varð m.a.
tosað um vinarbýarsam-
bandið við íslendska býin.
– Vit hava gjørt avtalur
um vinarbýarsamstarv við
Aalborg í Danmark og
Ilulissat í Grønlandi.
– Og vit hava somuleiðis
roynt at fingið eina avtalu
um framhaldandi vinar-
býarsamband við Selfoss,
men hetta hevur ikki eydn-
ast okkum, verður sagt úr
Fuglfjarðar kommunu.
Í Fuglafirði halda tey seg
hava gjørt nógv fyri at fáa
hetta samstarvið at halda
fram, men illa hevur gingið
hjá hinum partinum í av-
taluni.
Sama stødd
– sama vinna
Fyri seks árum síðani vóru
táverandi býráðsformað-
urin, Hallbjørg Hansen og
formaðurin í mentamála-
nevndini, Jóhan Heri Joen-
sen á vitjan í Íslandi í sam-
band við eina kórkonsert.
Í sambandi við hetta vóru
tey á vitjan á kommunu-
skrivstovuni í Selfoss, har
tey handaðu eina umsiting-
arliga áheitan um at fáa
skipað viðurskifti á vínar-
býarøkinum.
- Hóast long tíð er liðin,
kunnu vit í dag bara stað-
festa, at tey í Selfossi vístu
ongan áhuga – hvørki við at
møta umboðum okkara ella
at skriva undir nakra form-
liga avtalu, staðfest umboð-
ini í Fuglfjarðar kommunu.
Út frá hesum er komm-
unan nú farin undir at
fyrireika
vinarbýarsam-
band við eina aðra ís-
lendska kommunu, og hev-
ur ein víst á íslendska býin
Húsavík.
Hesin býurin liggur ikki
so langt frá Seyðisfjørðin-
um, hagar Norrøna siglir
um summarið. Tí liggur
býurin rættiliga væl fyri, tá
ein hugsar um møguligar
vitjanir úr Føroyum. Talan
er haraftrat um ein fiski-
vinnubý, sum hevur 1.800
íbúgvar.
Arbeiða víðari
Hetta málið um vinarbýar-
samband hevur verið til
umrøðu í umsitingini í bý-
ráðnum, og líka er til, at
áhugi er fyri at fara undir
hetta samstarvið.
Mentamálanevndin hevði
málið til viðgerð fyri einum
mánaði síðani, og varð
samd um at heita á býráðið
um heimild at arbeiða víð-
ari við tí.
Og tá býráðið hevði
málið til viðgerðar 31. mars
varð samtykt, at menta-
málanevndin kann arbeiða
víðari við málinum.
Samtykt varð eisini, at
mentamálanevndin leggur
málið fyri býráðið til
endaliga støðutakan, tá øll
viðurskifti í sambandi við
nýggja
vinarbýin
eru
greidd.
Stór norðurlendsk
ráðstevna fer í summ-
ar at seta fokus á
týdningin av málin-
um hjá børnum.
Gestir úr grannatjóð-
um okkara verða við,
m.a. norski ráðharrin
í undirvísingarmál-
um, umframt ein
hópur av fakfólkum,
sum arbeiða við
málmenningini hjá
teimum deyvu
RÁÐSTEVNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: – Hvussu verður
barnið ment kensluliga og
intellektuelt gjøgnum mál-
ið?
Hetta er evnið á eini ráð-
stevnu sum verður hildin á
Hotel Føroyum í døgunum
29. og 30. august í ár.
Hetta er ein stevna, har
ein væntar luttakarar úr øll-
um Norðurlondum. Or-
søkin til hetta er, at henda
ráðstevnan
júst
verður
skipað sum ein partur av tí
samstarvinum, sum longu
er millum Norðurlond á
hesum øki.
Ein líknandi ráðstevna
sum henda varð hildin fyri
tveimum árum síðani í
Noregi, og er nú túrurin
komin til Føroyar. Ætlanin
er at skipa hesa ráðstevn-
una annaðhvørt ár.
Á ráðstevnuni í ár fáa lut-
takararnir atongd til nógvar
áhugaverdar
fyrilestrar,
eins og góð høvi eru til prát
og tjak um felags áhugamál
millum luttakararnar.
Og nógv felags áhugamál
skuldu verið at práta um, tá
eitt nú rektarar, sálarfrøð-
ingar, námsfrøðingar, mál-
vísindafólk, teknmálstulkar
- og deyv, sjálvandi - hittast
á sama staði.
Ovurstór luttøka
Fyrireikingarnar til ráð-
stevnuna, sum Sernáms-
depilin skipar fyri, eru
komnar væl í gongd. Skal
ein ganga eftir tilmelding-
unum er líkt til, at áhugin er
stórur.
Longu nú hava omanfyri
100 luttakarar boðað frá, at
teir verða við á ráðstevnuni.
Og hetta var meiri enn fyri-
reikararnir høvdu væntað.
– Men hetta vísir bara,
hvussu stórur tørvur tað er
á at koma saman at viðgera
júst hesi evnini við sam-
skifti og málmenning, sigur
Edny Poulsen, sum saman
við Virgari Hvidbro og um-
boðum úr Noregi og Svø-
ríki skipa fyri ráðstevnuni.
Tey kunnu eisini fegnast
um, at føroyingar hava víst
hesi ráðstevnuni áhuga, tí
einir 30 føroyingar hava
somuleiðis boðað frá lut-
tøku.
Etiskt sjónarmið
Ráðstevnan byrjar mána-
dagin 29. august, og verður
beinanvegin farið undir
fyrsta evnið.
Hetta evnið er viðkom-
andi fyri øll – eisini tey
deyvu – tí heitið á fyrsta
fyrilestrinum er "Rætturin
til eitt mál út frá einum
etiskum sjónarmiði".
Seinnapartin er eitt annað
áhugavert evni á skránni.
Tá fara tveir av útlendsku
gestunum fara at tosa um
næmingar við serstøkum
hoyribreki, har eitt tól er
sett í innara oyrað, soleiðis
at tey kunnu skilja tað, ið
hini siga.
Um kvøldið verða allir
luttakarnir bodnir til eitt
føroyskt kvøld í Norður-
landahúsinum, soleiðis at
gestirnir úr grannatjóðum
okkara eisini fáa eitt innlit í
føroyska mentan.
Týsdagin
30.
august
heldur ráðstevnan fram, tá
tosast skal nærri um tann
týdningin, sum málið hevur
fyri menningina av barnin-
um.
Seinnapartin henda dagin
er stórur pallborðsfundur,
har politikkarar úr øllum
norðurlondum verða við.
Millum hesar eru Jógvan á
Lakjuni og Hans Pauli
Strøm, saman við norska
ráðharranum í kirkju- og
undirvísingamálum,
Jan
Olav Olsen og Brit Hild-
eng, sum situr í almanna-
nevndini í norska stórting-
inum.
Seinni um kvøldið endar
ráðstevnan við veitsludøg-
verða, og morgunin eftir
fara luttakararnir hvør til
sítt.
Øll hava rætt til at samskifta
– Vit ynskja annan vinarbý í Íslandi
Tey sita hugalig og fyrireika ráðstevnuna í summar – hm. Virgar Hvidbro og Edny Poulsen úr Føroyum, og vm. Britt Sæther
Liltved úr Noregi og Anne-marie Ternstedt úr Svøríki. Tey hava alla orsøk at fegnast, tí talið av luttakarum er størri enn tey
høvdu væntað
Mynd: Jens Kr. Vang
Fuglafjørður hevur havt samband við íslendska býin Selfoss. Men nú verður leitað eftir øðrum
vinarbýi, tí hitt fyrra ikki var nøktandi