hósdagur 14. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
7
Rýma av føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Stemningurin er nú
so vánaligur, at tríggir
sjúkrarøktarfrøðinga
r eru farnir av føði-
deildini og vandi er
fyri at enn fleiri fara
sama veg
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlaðu umleggingarnar á
føðideildini á Landssjúkra-
húsinum, hava nú fingið
avleiðingar.
Stemningurin á deildini
er so vánaligur, at tríggir
sjúkrarøktarfrøðingar
er
rýmdir av deildini.Tveir
hava sagt upp og ein er far-
in í farloyvi.
Hvørki Jana H. Dals-
gaard, forkvinna í Felagn-
um Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar, ella Fríðunn Jac-
obsen,
álitisumboð
hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum á
føðideildini vilja útihýsa, at
enn fleiri sjúkrarøktarfrøð-
ingar fara.
Orsøkin til, at manningin
nú fer av føðideildini á
Landssjúkrahúsinum,
er
ætlanin hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum
at
umskipa deildina so at eis-
ini ljósmøður koma inn á
deildina at arbeiða.
Afturfyri
skulu
átta
sjúkrarøktarfrøðingar sig-
ast úr starvi.
– Hetta hevur ávirkað
lagið á føðideildini nógv
tann skeiva vegin og vit
vóna framvegis, at umlegg-
ingarnar ikki vera settar í
verk.
– Soleiðis hevur tað ikki
verið, tí føideildin hevur
verið ein deild, at starvsfólki
hevur verið í góðum lag,
men tað er tað ikki longur.
– Stemningurin er so
vánaligur, at sjúkrarøktar-
frøðingar eru farnir at leita
sær eftir øðrum størvum.
Fyribils eru tríggjar farnar
og tað eru eisini aðrar, sum
umhugsa at søkja annað
starv. Men tað er ilt at siga,
hvussu nógvar fara og,
hvussu nógvar verða ver-
andi.
– Hetta er støðan, sum vit
eru í beint nú og tí kann eg
ikki annað enn at stúra fyri
gongdini á føðideildini,
sigur hon.
Ongar ítøkiligar
ætlanir
Fríðunn Jacobsen heldur, at
tey hava fingið alt ov lítið
at vita um, hvussu ætlanin
er at skipa arbeiðiðið í
framtíðini og tí heldur hon
eisini, at tað er trupult at
siga, hvat úrslitið verður.
– Tað tykist sum at ongar
ítøkiligar ætlanir eru lagd-
ar, uttan at starvsfólk skulu
sigast upp og tískil er tað
ógvuliga ilt at fáa eyga á,
hvussu
umleggingarnar
fara at føra eina betri tæn-
astu og ein betri samanhang
í arbeiðnum.
– Sostatt er tað eisini
trupult at skilja, hvussu
hetta fer at bøta um tænast-
uni, tí einastu ítøkiligu ætl-
anir, sum eru, eru tærm at
sjúkrarøktarfrøðingar skulu
sigast upp og ljósmøður
skulu yvirtaka størvini.
Fríðunn Jacobsen sigur,
at tí eru fortreytirnar ringar
fyri at skilja, hvussu hetta
fer at bøta um støðuna. Hon
ivast eisini í, um leiðslan á
Landssjúkrahúsinum hevur
rætt í at hetta fer at bøta um
støðuna.
– Av tí at vit onki fáa at
vita um, hvørjar ætlanir
eru, hava vit eisini sett
spurnartekin við trygdina
hjá pinkubørnum og barna-
konum, sigur.
– Tað er ein sannroynd, at
sjúkrarøktarfrøðingar við
drúgvum royndum, fara av
føðideildini, so tað er av-
gjørt orsøk til at seta spurn-
artekin við, hvussu tað
verður, tá ið nýtt fólk skal
taka arbeiðið upp.
– Sjálvandi fara øll at
gera sítt besta, sama hvør
arbeiðir á føðideildini, men
spurningurin er, um vit
hava ráð til at lata serfrøð-
ina fara, sum hevur verið
við til at bygt deildina upp.
Ivasamt við sparingini
Àlitisumboðið á føðideild-
ini sigur, at sjálvandi skal
samstarv
vera
ímillum
fakbólkarnar.
– Men tað, sum nú er
hent, ger, at fortreytirnar
fyri samstarvi eru ómeta-
liga vánaligar, tí lunnarnir
fyri einum góðum sam-
starvi eru ikki lagdir. Vit
hava altíð havt virðing fyri
ljósmøðrunum og tær hava
havt virðing fyri okkum og
tí er tað ógvuliga harmiligt
at tað skuldi enda soleiðis
og sum støðan er nú, er
motivatiónin fyri einum
samstarvi vánalig.
– Vit vilja hava virðing
fyri okkara fakøkið, sigur
Fríðunn Jacobsen og tí vil
hon ikki taka lut í tí, sum
hon kallar einum óvirðilig-
um orðadrátti um, hvat hvør
fakbólkur dugur ella ikki.
– Tað er ikki hetta, sum
málið snýr seg um. Tað,
sum málið snýr seg um, er
at ætlanin er at lata tað fak-
økið sum eitur sjúkrarøkt
og sum altíð hevur hoyrt
undir sjúkrarøktarfrøðing-
unum, upp í hendurnar á
einum øðrum fakbólki. Og
tað, sum ger hetta enn
truplari at skilja, er, at ong-
ar ítøkiligar ætlanir fylgja
við fyri, hvussu arbeiðið
skal skipastr framyvir.
Fríðunn Jacobsen ivast
eisini í, at tað verður nøkur
sparing í at umleggja føði-
deildina.
– Helst verður ein spar-
ing beinanvegin við tað, at
átta sjúkrarøktarfrøðingar
skulu sigast upp. Men ar-
beiðið á deildini skal halda
fram og ljósmøður hava
hægri løn enn sjúkrarøktar-
frøðingar.
Ì hesum sambandi kann
vísast á, at sum er, sita ljós-
møðurnar á vakt og verða
bara tilkallaðar tá ið kvinna
skal eiga. Leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum vil fáa størri
nyttu burturúr teimum og vil
tí hava teir inn á føðideild-
ina at gera nakað til nyttu,
táið tær kortini eru til ar-
beiðis. Avleiðingin av tí er,
at átta sjúkrarøktarfrøðingar
missa starvið.
– Hetta kann tykjast
skilagott fyri at fáa fulla
nyttu burturúr starvsfólk-
unum, sigur Jana H. Dals-
gaard, forkvinna í felagnum
føroyskir sjúkrarøktarfrøð-
ingar. Men veruleikin er, at
ljósmøðurnar fáa bara 1/3
av lønini ímeðan tær eru á
vakt. Men tá ið tær eru til
arbeiðis, fáa tær sjálvsagt
fulla løn, og hon er betri
enn lønin hjá sjúkrarøktar-
frøðingunum, so sparing er
hetta neyvan, sigur hon.
Fríðunn Jacobsen sigur,
at samstundis verður arbeitt
við at endurskoða seingja-
talið á føðideildini. Tað
merkir uttan iva, at seingja-
talið skal lækkast, so at
barnakonur koma at liggja
styttri á deildini. Men tað
merkir so, at ljósmøður
skulu vitja barnakonurnar
heima ístaðin.
– Tí er allarhelst ongin
sum helst sparing í hesum.
Leiðslan hevur heldur ikki
kunnað víst okkum eina
rakstrarætlan fyri, hvussu
stórar sparingar, talan er um.
Mikumorgunin var
kaos í miðbýnum í
Havn. Tórsgøta er nú
stongd, orsakað av
kloakkarbeiðnum, og
tað fekk nógvar bilfør-
arar at bróta lógina
VEGARBEIÐI
eydna@sosialurin.fo
Kloakkarbeiðið,
sum
kommunan ger Í mið-
býnum í Havn, er nú komið
so mikið áleiðis, at teir hava
grivið vegin upp uttanfyri
Frelsunarherin. Tað ger, at
tað í løtuni ikki er koyrandi
oman eftir Tórsgøtu.
Og mikumorgunin skapti
tað alstórar ferðslutrupul-
leikar fyri hópatals bilførar-
ar. Við nógvum bilum aftan-
fyri seg og mótkoyrandi
ferðslu, var ikki hugsingur
um at venda. Fleiri teirra
sóu sær tí eingi onnur ráð
enn at venda til høgru oman
eftir Tróndargøtu. Trupul-
leikin er, at tað ikki er loyvt,
tí Tróndagøta er einsrættað.
Sera óheppið
Boði Haraldsen, býarverk-
frøðingur, sigur, at hann
persónliga ikki tekur sær av
skelting í býnum, men at
hann ikki kann ímynda sær,
at skelti ikki verða sett upp,
tá eingin gjøgnumkoyring
er á einum so nógv nýttum
vegi,
sum
Steinatún/-
Tórsgøta er.
– Tá vit gera vegarbeiði,
fer skeltingin fram í sam-
starvi við løgregluna. Tað
plagar at fungera sera væl,
og eg kann ikki ímynda
mær, at skelti ikki eru sett
upp í hesum sambandi eis-
ini, sigur Boði Haraldsen.
Hann heldur, at tað
kanska er ein trupulleiki, at
bilførarar ikki geva sær nóg
gott far um, hvat tað veru-
liga er, sum stendur á skelt-
unum.
– Tað er sjálvandi sera
óheppið, tá bilførarar ikki
hava nakran annan møgu-
leika enn at koyra skeivan
veg eftir einum einsrættað-
um vegi. Og sjálvsagt
kunnu vit altíð royna at seta
fleiri og greiðari skelti upp,
sigur Boði Haraldsen, sum
harmast
ruðuleikan
í
morgun.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir stúra fyri gongdini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Ferðslukaos í miðbýnum:
Tórsgøta stongd