hósdagur 14. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 70 - 14. apríl 2005
Løgtingsins um-
boðsmaður hevur
gjørt sína niður-
støðu í kæruni, sum
Føroya Pedagogfelag
reisti í samband við
viðgerðina av mál-
inum um leiðaran
fyri frítíðarskúlan á
Tvøroyri
ÁTALA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin
í
Føroya
Pedagogfelag, Jarvin F.
Hansen, sigur seg fegnast
um úrslitið av kæruni,
sum felagið fyri nøkrum
mánaðum síðan reisti
yvirfyri løgtingsins um-
boðsmanni í málinum um
leiðaran fyri Frítíðarskúl-
an á Tvøroyri.
Felagið
avgjørdi
at
kæra Tvøroyrar kommunu
og Hans Paula Strøm,
landsstýrismann,
fyri
málsviðgerðina av hesum
máli.
– Umboðsmaðurin hev-
ur nú skrivað álit í málin-
um, og niðurstøðan er ein
lemjandi ábreiðsla móti
kommununi og landsstýr-
ismanninum, sigur Jarvin
F. Hansen.
Ógildug setan
– Staðfest verður í álit-
inum hjá umboðsmannin-
um, at avgerðin um at seta
annan umsøkjara enn lim
okkara í starv var ógildug,
og at málsviðgerðin hjá
Tvøroyrar kommunu var
so óforsvarlig, at umboðs-
maðurin gevur kommun-
uni eina sera álvarsliga
átalu.
Jarvin sigur, at Føroya
Pedagogfelag fegnast um
nevndu niðurstøður.
– Hetta prógvar, at fel-
agið hevði rætt í sínum
sjónarmiðum. Hinvegin
harmast vit um, at hvørki
kommunan ella lands-
stýrismaðurin
tykjast
hava virðing fyri galdandi
lóggávu.
Vegna Føroya Pedagog-
felag heldur Jarvin F.
Hansen tað vera burtur
við, at neyðugt skal vera
at fara til løgtingsins
umboðsmann við tílíkum
málum, har lógin annars
er púra greið.
Í 2005 kunnu føroysk
skip veiða 125 tons av
svartkalva í
Vesturgrønlandi.
Hetta er 25 tons færri
enn seinasta ár
SAMSTARV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður í fiskivinnumálum
og grønlendski starvsbróð-
ur
hansara,
Rasmus
Fredriksen, umrøddu týs-
dagin samstarv millum
Føroyar og Grønland á
fiskivinnuøkinum.
Partarnir ásannaðu, at
samstarvsavtalan frá 1997,
sum tær árligu fiskiveiðiav-
talurnar havt bygt á, er eitt
hóskandi grundarlag fyri
samstarvi millum londini.
Minni svartkalvi
Landsstýrismenninir
eru
eisini vorðnir samdir um
fiskiveiðiavtaluna millum
londini fyri 2005.
Í vetur vóru samráðingar
á embætismannastigi, og tá
kravdi Grønland, at før-
oyska svartkalvakvotan í
Vesturgrønlandi
skuldi
skerjast úr 150 tonsum
niður í 100 tons.
Á fundinum, sum var í
Grønlandi, eru landsstýris-
menninir komnir ásamt um,
at niðurskurðurin verður 25
tons – og ikki 50 tons - so-
leiðis at føroysk skip í 2005
kunnu veiða 125 tons av
svartkalva í Vesturgrøn-
landi.
Kongafiskurin
– Á fundinum legði eg dent
á týdningin, sum sínámill-
um samstarv millum Før-
oyar og Grønland hevur
fyri bæði londini. Eg helt,
at partarnir eisini eiga at
ganga nýggjar leiðir, so-
leiðis at samstarvsavtalan
frá 1997 kann víðkast til
eisini at fevna um annað
enn fiskivinnu, sigur Bjørn
Kalsø.
Fiskimálaráðharrarnir úr
Føroyum og Grønlandi
fegnaðust um, at Føroyar,
Grønland og Ísland sum
strandalond hava staðið
saman um at arbeiða fyri
eini øðrvísi regulering av
kongafiskinum í Irmingar-
havinum.
– Komið er ikki á mál við
nýggju skipanini enn, men
vit eru ikki í iva um, at
hetta er rætti vegurin fram,
sigur Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum.
Føroysk skip minni svartkalva í Grønlandi
Føroya Pedagogfelag fegnast:
Umboðsmaðurin finst at
Tvøroyrar kommunu
og landsstýrismanninum
– Tað skuldi ikki verið neyð-
ugt at farið til løgtingsins um-
boðsmann við málum, har
lógin er púra greið, heldur
formaðurin í Føroya Peda-
gogfelag, Jarvin F. Hansen,
sum annars fegnast um nið-
urstøðuna hjá umboðsmann-
inum
Fólkaflokkurin
krevur, at útrokning-
argrundarlagið fyri
fiskidøgum verður
broytt, men Bjørn
Kalsø, landsstýris-
maður, heldur tað
ikki vera rætt soleiðis
bara at broyta grund-
arlagið í einum fiski-
ári. Tí er ikki líkt til,
at nógv umrøddi
fiskapakkin kemur
aftur úr vinnu-
nevndini í bræði
FISKAPAKKIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tann nógv umrøddi fiska-
pakkin, sum Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður,
hevur
lagt fyri tingið, fór eftir
fyrstu viðgerð í vinnu-
nevndina, har hann hevur
ligið í einar fjúrtan dagar
ella so. Einki røkist í løtuni
fyri, at málið kemur aftur
úr vinnunevndini í bræði, tí
Fólkaflokkurin krevur, at
grundarlagið fyri útrokn-
ingum av fiskidøgum skal
broytast, samstundis sum
fiskapakkin verður sam-
tyktur.
– Men tað vil eg ikki, sig-
ur Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður, sum ikki heldur tað
vera forsvarligt soleiðis utt-
an víðari at broyta útrokn-
ingargrundarlagið í einum
fiskiári.
Málið kannað
Um
landsstýrismaðurin
yvirhøvur er sinnaður at
broyta grundarlagið, dugir
hann ikki at siga í løtuni,
men hann vil í minsta lagi
hava at vita, hvørja ávirkan
ein slík broyting kemur at
hava fyri veiðitrýstið.
Ein bólkur situr júst og
arbeiðir við hesum, men
enn er hetta arbeiði ikki
endaliga liðugt.
– Verandi skipan við
fiskidøgum er grundar-
steinurin undir fiskidaga-
skipanini, og tí haldi eg tað
avgjørt ikki vera rætt, at
hesin týdningarmikli partur
bara verður broyttur við
einum »pennatroki«.
Bjørn Kalsø veit ikki at
siga, um fiskapakkin verð-
ur »afturhildin« í vinnu-
nevndini, men hann heldur
líkt verða til, at so er.
– Eg veit ikki, um vinnu-
nevndin bíðar eftir tí ar-
beiði, sum er í gongd, men
um so er, vænti eg ikki, at
fiskapakkin verður enda-
liga samtyktur á løgtingi í
hesi tingsetuni, sigur lands-
stýrismaðurin.
Ein fiskidagur
Bjørn Kalsø sigur, at málið
um útrokningargrundarlag-
ið í stuttum snýr seg um,
hvat ein fiskidagur er.
– Skipanin er hon, at
tíðin telir frá tí, at skipið
loysir, til lagt verður aftur í
havn. Hevur skipið verið
úti í eitt nú 26 tímar, telir
hetta sum tveir fiskidagar,
tí farið er út um teir fyrstu
24 tímarnar.
Hann sigur, at tað er
hetta, sum hildið verður at
vera órímiligt, og tað er
faktiskt rætt.
– Men hetta hevur verið
útrokningargrundarlagið
øll árini, síðan vit fingu
fiskidagaskipanina,
og
hetta grundarlag kunnu vit
ikki broyta, tí vit kenna ikki
avleiðingarnar til fulnar.
Bjørn Kalsø vísir á, at
ávísir skipabókar duga væl
at leggja sær til rættist, nær
farið verður – og nær
komið verður aftur í havn,
soleiðis at fiskidagar ikki
fara til spillis.
- Men tað eru ikki allir
skipabólkar, sum eins væl
kunnu leggja hesa tíðina til
rættis, sigur hann.
Fiskapakkin lagdur á
»ís« í vinnunevndini
Flakatrolarin, Vesturvón, er eitt av skipunum, sum plagar at fiska svartkalva í Grønlandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bjørn Kalsø, landsstýrismað-
ur, hevur verið í Grønlandi og
fundast
við
grønlendska
starvsbróðurin,
Rasmus
Fredriksen
Mynd: Vilmund Jacobsen