hósdagur 14. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
9
Ein stuttlig ferð gjøgnum klassiskt
og minni klassikt
Konsertfelagið helt 25
ára føðingardag, við
eini minniligari
violinkonsert
UMMÆLI
Niels Uni Dam
Kim Sjøgren telist millum
bestu violinleikarar í Dan-
mark, og man vera tann
stuttligasti
av
teimum
bestu. Hann var vælupp-
lagdur, tá hann aðruhvørja
løtu rørdi og hugtók, og
aðru hvørja løtu fekk
nógvu áhoyrarnar at flenna.
Konsert skráin fevndi um
stórar klassiskar tónasmiðir
sum
Beethoven,
Bach,
Brahms, Carl Nielsen og
nógvar aðrar. Men eisini um
tríggjar variatiónir yvir »Åh
Susanne« ognað Susanne
Brøgger, og eina sera undir-
haldandi tolking av »Hønse-
fødder, Gulerødder«.
Óvanlig framførsla
Ólavur Jacobsen bjóðaði
vegna Konsertfelagið væl-
komnum. Hann segði frá, at
konsertin fór at vera í
einum settið, og at Kim
Sjøgren fór at spæla so
leingi, sum hann tímdi.
Eisini visti Ólavur at siga,
at Kim fór at hava onkran
gestatónleikara við sær, og
at hesin kanska visti av tí.
Lagt var upp til eina eitt
sindur óvanliga framførslu.
Kim Sjøgren legði fyri við
at tosa um sín alsk til Før-
oyar. Hann var fyrstu ferð
her fyri 29 árum síðan, og
síðan hevur hann vitjað
ofta. Hann byrjaði konsert-
ina við nøkrum tónleika-
pettum hjá Bach, og áhoyr-
arnir sótu sum rúnarbundn-
ir, tá hann gandaði tónar úr
255 ára gomlu violinini hjá
Jóhan Restorff.
Tónleikurin fylti stóra
salin í Norðulandahúsinum,
og hansara bland av skemti
og tónleiki, bergtók ung
sum gomul. Hetta var ikki
bert ein violinsnillingur,
men eisini ein sera stutt-
ligur maður.
Klappifrálæra
Tá hann hevði spælt ein
góðan hálvan tíma, vidi
hann hava áhoyrarnar við.
Aftan á eina longri og sera
undirhaldandi
klappi-
frálæru, luttók allur salurin
í einum peppaðum sjam-
pagnu galoppi.
Gesturin hjá Sjøgren var
Jóhannes Andreassen. Klav-
ersnillingurin kom á pallin
og hetta gav framførsluni
eitt eyka krydd, sum lyfti
heildarupplivingina.
Spælt við Brøndby
Eitt av hæddarpunktunum á
konsertini var eitt skotsk
fólkalag. Sjøgren hevði
lært lagið á einari ferð við
Brøndby
í
Skotlandi.
Brøndby var í Skotlandi og
spældi dyst móti Aberdeen.
Kim skuldi við at spæla fyri
áskoðarunum áðrenn dyst-
in. Hetta gekk væl. Hjá
Brøndby gekk eisini væl,
teir vunnu dystin, og so fór
alt ferðaliðið á Glenfiddich
at hátíðarhalda sigurin.
Kim minnist ikki so nógv
um, hvat so hendi, men
onkursvegna hevði hann
lært hetta skotska fólka-
lagið.
Konsertin endaði við
einari herligari tolking av
»Hønsefødder Gulerødder«
ella rættari fimm tolking-
um.
Einari
vanligari
danskari, einari arabiskari,
einari amerikanskari, einari
russiskari og til seinast eini
japanskari, og tá lógva-
brestirnir aftur vóru tagn-
aðir var stilt. Konsertin var
liðug, og vit sum vóru har,
vóru eina frálíka mentanar-
uppliving ríkari.
Tá framførslan var av,
hitti eg, Kim Sjøgren
handan pallin. Vit
prátaðu um skeiðið,
hann hevði hildið fyri
næmingum á musikk-
skúlanum. Um lívið
sum professionellur
tónleikari og um hug-
in til altíð at royna
okkurt nýtt
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
Fríggjadagin helt Kim Sjø-
gren eitt sokallað Master-
classskeið fyri evnaríkum
næmingum á Musikkskúl-
anum. Hann segði okkum,
at allir næmingarnir vóru
só evnaríkir, at hann sjálvur
fegin hevði vilja havt teir
sum næmingar. Næmingar-
nir vóru bæði gávuríkir og
handverksliga væl fyri.
Hann bað okkum fegnast
um tey góðu úrslitini hjá
musikkskúlaskipanini
í
Føroyum.
Á skeiðnum lærdi hann
fyrst og fremst næmingar-
nar ymiskar teknikkir. Men
hann gav teimum eisini ráð
um, hvussu ein skuldi bera
seg á einum palli, og um
hvussu ein fær fanga áhoyr-
aran. Neyðugt er sambært
Kim Sjøgren at vera eitt
sindur yvirdrivin. Annars
missir áhoyrarin áhugan.
Lívið sum profession-
ellur tónleikari
Kim Sjøgren byrjaði at
spæla til dans saman við
foreldrunum longu sum
barn. Hann hevur sostatt
livað sum tónleikari í yvir
40 ár. Hann sigur sjálvur, at
hann kann viðmæla lívið
sum professionellur tón-
leikari. Hann hevur uppliv-
að sera nógv, og hitt nógv
fólk, og fingið nógvar vinir.
Eisini vinir, sum hann ikki
dugir at tosa við. Men sum
hann kann samskifta við
gjøgnum tónleikin.
Men hetta lívið krevur
eisini hart arbeiði. Eydnan
kemur ikki av sær sjálvum,
tú noyðist at vilja tað.
Hansara ráð til ungar tón-
leikarar sum fegnir vilja
liva av tónleiki, er: At teir
skulu gera av, um teir veru-
liga vilja stríðast fyri tí, og
um so er, so er bara at gera
tað.
Slóðbrótarin Kim
Sjøgren
Kim Sjøgren hevur øll árini
verið kendur sum ein fjøl-
broyttur listamaður. Hann
hevur spælt nógv ymisk
sløg av tónleiki. Spælt við
nógvum ymiskum sangar-
um, tónleikarum, og sjón-
leikarum. Hevur sjálvur
spælt revy og fer í næstum
at ferðast við einum sokall-
aðum »one man show«, har
hann við og uttan violin
sjálvur skal undirhalda
áhoyrarnar í tveir tímar.
Hann sigur, at tað er
hugurin sum drívir hann til
at troyta nýggjar leiðir.
Hann heldur, at hann gerst
ein betur violinspælari av at
royna ymiskt.
Brúðurin fekk suppu
á kjólan
Kim byrjaði at spæla til
dans, veitslur og brúðleyp
heilt ungur. Her fekk hann
nógvar stuttligar uppliving-
ar, sum ta ferðina ein tænari
datt og lendið í ísinum sum
hann bar, ella tá brúðurin
fekk ein tallerk av suppu
niðureftir brúðarkjólanum.
Hesar upplivangar tók hann
við sær á konservatoriðið.
Tá hann fór út at spæla
klassiskar konsertir, var
skemt ein náttúrligur partur
av framførsluni. Í byrjanini
vóru nógv, sum hildu lítið
um hetta. Men tíðarnar hava
broytt seg, og fleiri og fleiri
hava tikið skemtið til sín.
Serlig violin
Á konsertini spældi Kim
Sjøgren á eina violin hjá
Jóhan Restorff. Violinin er
gjørd av italiumanninum
Guardagnini í 1750. Kim
hevur lánt violinina í eitt
hálvt ár, tí hann umhugsar
at keypa hana. Hann spældi
fyrstu ferð á violinina fyri
29 árum síðan, og hann
hevur verið bergtikin av
henni líka síðan. Hann eig-
ur longu eina violin frá
1745, sum ein annar italiu-
maður hevur gjørt. Men
fyri einum árið síðan breyt
Tommy Kenter hana. Hóast
hon er umvæld, hevur hon
ikki verið líka góð síðan.
Á veg út í tóma konsert-
salin, segði Kim, at hann
helt Norðurlandahúsið vera
eitt framúr konsertstað. Eg
kundi bara geva honum rætt,
og hugsaði, at um fáar vikur,
verður hetta karmurin um
Atlantic Music Event.
Spældi til dans sum barn
Tekniskir
trupulleikar
við blað-
útbering
Vegna
umlegging
og
ymsum tekniskum trupul-
leikum hevur útberingin
av Sosialinum verið eitt
sindur svikalig í sein-
astuni. Vit eru við at
finna og rætta brekið og
heita inniliga á okkara
viðskiftafólk um at bera
yvir við okkum. Hetta fer
at koma í rætt lag aftur.
Sosialurin
Okkara føroyski klaversnillingur, Jóhannes Andreassen, var gestur hjá Kim Sjøgren. Hann gav
framførsluni eitt eyka krydd, heldur Niels Uni Dam í ummælinum
Á Masterclassskeiðinum
fríggjadagin lærdi Kim Sjø-
gren fyrst og fremst næm-
ingarnar ymiskar teknikkir.
Men hann gav tgeimum
eisini ráð um, hvussu tey
skuldu bera seg at á einum
palli – og hvussu tú fært
»fangað« áhoyrararnar