Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 70 - 14. apríl 2005 Danska stjórnin vil hvørki lurta eftir landsstýrinum, Norðuratlantsbólkinum ella fleiri donskum flokkum og letur uppskotið um uttanríkispolitisku heimildarnar fyri Grønland koma til viðgerðar í fólkatinginum seinri í hesum mánaðinum. Frammaundan hevur hevur grønlendka landsstýrið góð- tikið ætlanina, men Føroya løgmaður greitt hevur boðað frá, at landsstýrið góðtekur ikki hetta uppskotið hjá stjór- nini. M.a. tí uppskotið miðjar ímóti, at grønlendingar og føroyingar skulu vera samdir í málum, sum tey bæði heimastýrini eru partar í. Úr einum donskum sjónarhorni kann hetta kanska vera rímuligt, so ríkiseindin, ella tann norðari parturin í henni, dregur somu línu. Men hinvegin kann tað henda, at føroy- ingar og grønlendingar ikki altíð kunnu semjast um eina felags støðu í málum, sum eru viðkomandi fyri hesi veiði- samfeløgini í Norðurhøvum. Tað skilst, sambært løgmanni, at føroyingar kunnu fáa broytingar í uppskotið viðvíkjandi Føroyum, sum eisini koma í grønlendska lógaruppskotið, tá grønlendska upp- skotið verður viðgjørt í nevnd eftir fólkatingsviðgerðina tann 21. apríl, men tað hevði nú verið meiri rímuligt, um danska stjórnin bíðaði til samráðingarnar millum landsstýrið og stjórnina vórðu lidnar. Hóast tað frættist lítið og einki frá hesum samráðingunum, so ljóðar kortini, at landsstýrið hevur fingið danir at góð- taka nøkur viðurskifti, sum ikki eru við í grønlendska uppskotinum, og løgmaður vónar, at tað fer et eydnast landsstýrinum at fáa upp aftur meira við, áðrenn sam- ráðingarnar eru lidnar. Tað er at vóna, at tað eydnast, so føroyingar og grønlend- ingar fáa størri heimildir í altjóða- og millumtjóða viður- skiftum, sum hava við hesi londini at gera. Alt annað er ósømiligt, nú ES átkur sær meira og meira av uttan- ríkispolitikkinum í ES-londunum, og við tí gongd, sum annars er fram í móti størri sjálvsavgerðarrætti. Danska stjórnin hevur eisini víst seg meira jalig enn so mangan áður, og tað er eydnast at fáa yvirlýsingina um sjálvsavgerðarrætt føroyinga og yvirlýsingina um yvir- tøkulógina, sum er eitt stórt framstig. Tí er tað harmiligt, at hon hevur slíkan skund, tá tað snýr seg um uttanríkis- politisku heimildirnar. At tað er eydnast í sátt og semju at fáa yvirlýsingarnar um sjálvsavgerðarrættin og yvirtøkulógina geva flestu før- oyingar landsstýrinum eitt herðaklapp fyri. At loysingar- flokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, nýggja greipan í føroyskum politikki, seta spurnartekin ella eru ímóti pørtum í nýggja politikkinum, er natúrligt. Tað er ein partur av andstøðupolitikkinum, hóast tað eisini tænir Tjóðveldisflokkinum til rós, at hann hevur víst seg at vera rættiliga jaligan, og ikki bara hevur víst eina alt ella einki støðu. So leingi vit eru partur í danska ríkinum tykist tað ikki seriøst at tala um, at vit skulu taka yvir uttanríkis- politikkin, sum Miðflokkurin sigur í yvirlýsing síni frá landsfundinum um vikuskifti. Men at vit hava avirkan og avgerðarrætt í málum, sum hava við okkum at gera er bæði rætt og rímuligt. DAGSINS MEINING Sosialurin Danir eiga at bíða og lurta! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Thorbjørn Brochs Málið um útlendingar, sum fáa arbeiðsloyvi í Føroyum, sær út til at vera eitt mál við nógvum møguleikum at skapa øsing. Tað er eitt gott grundarlag fyri tíðindafólk og politikkarar, sum vilja gera vart við seg. Og nú ber til, tí vit hava ein nýggjan og ókendan veruleika at taka støðu til, og tey flestu vita ikki, hvat er gott og hvat er ringt, tí tað hava tey ikki hugsað um fyrr. Hvat er gott fyri ítróttar- feløg og virkir? Hvat ávirk- ar trygd og landaskil? Um vit taka tað seinna, vil eg vera við, at einki varð broytt í Noregi, um 50.000 føroyingar fluttu hagar í senn, sjálvandi treytað av, at tíðindafólk ikki gjørdu eina gølu burturúr tí. Men hvat hendi í Føroyum, um ein áttandapartur av einari promillu flutti higar bert úr Vesturevropa, fyri ikki at tala um Eysturevropa aftur- at? Hesin veruleiki má takast við, tá ið fólk vísa til, at Føroyingar sleppa at fara til onnur lond at arbeiða, og at vit tískil eiga at vera opin fyri fólk aðrastaðni frá. Ein helt, at ein og hvør arbeiðs- gevari skuldi sjálvur gera av, frá hvørjum landi hann vildi velja síni arbeiðsfólk. Hon, ið segði hetta í eina kjaksending í Útvarpinum, nevndi ongar avmarkingar. Hvat er so gott fyri ítrótt- arfeløgini? Tað vita tey helst best, tá hugsað verður stutt fram í tíðina. Men hava fólkini í leiðsluni hugsað um, hvat tey ungu í bygdini fara at hugsa og velja framyvir, tá ið tey síggja, at "útlærdir" útlend- ingar fáa tey plássini, ið tey ungu bygdafólkini hava havt í huga øll tey árini tey hava vant? Og kanska hava bæði tey og familjurnar lagt nógv arbeiði í at menna heimbygdina, og helst latið síni offur til heimaliðið? Eg skal ikki siga, at hesin spurningurin ikki er við- gjørdur nakrastaðni í landi- num, men hvør hevur hoyrt um hann? Sjálvur havi eg ongantíð hoyrt tann trupul- leikan nevndan, men kanska eru tað bert fjøl- miðlarnir, ið hava gloymt at viðgera spurningin, soleið- is at hann verður alment kendur? Eitt argument, ið ofta hevur verið frammi, tá ið fólk í hinum norðurlondun- um vilja opna fyri fleiri flóttafólk til teirra lond er, at flóttafólk - og útlending- ar yvirhøvur - kunnu læra okkum so nógv. Eg havi eisini hoyrt tað í Føroyum. Spyr danir, hvat teir hava lært. Spyr norðmenn og sviar. Spyr so teg sjálvan, um tú veruliga vil hava tann lærdómin. Tey hava oftast við sær eina mentan, sum skapar óuthaldandi livi- treytir í teimum londunum, har tey búgva. Tann lær- dómin vit hava fingið er, at tær umstøðurnar tey flýddu frá, skapa tær av nýggjum har tey seta seg niður av nýggjum. Jú, tað er synd í teimum, og tað er synd í honum, sum ikki kann leggja av at fylla seg við evnir, sum niðurbróta lív hansara. Tú sigur kanska, at tað kann ikki sammetast. Men tað kann væl sammetast. Hvørgin vil viðganga, at tað er hansara "mentan", ið er truppul- leikin. Av tí at hetta ikki er eitt átrúnarligt evni, men eitt reint politiskt evni, so vil eg gera vart við, at tú stendur frítt at trúgva hvat tú vilt um ta søguna, sum eg nú skal lýsa. Les hana sum tú lesur H.C. Andersen, Grimm ella Handsome. Eg hugsi um søguna úr urta- garðinum Eden, hvussu konan Eva valdi, reint politiskt. Hon skuldi - mestsum eins og Pinocchio - velja millum álit (lýdni) á framleiðaran og álit (lýdni) á egin ynskir um at gera tað "uppá mín máta". Hon skuldi sjálv velja. Tann gamla søgan sigur, at hon vildi hava tann forbodna kunnleikan, tí hann gjørdi, at hon fekk ein víðkaðan kunnleika, sum bert fram- leiðarin hevði framman- undan. Søgan er ikki so lang, men hon avdúkar nógv. Tá ið frú Eva hevði fingið kunnleikan, tá ynskti hon, at hon kundi spola bandið aftur. Men soleiðis spældi maskinan ikki, og tað ger hon ei heldur ídag. Skandinavar og aðrir euro- pearar mugu bera sín kunnleika. Men kunnu vit ikki velja millum ymiskar mentanir, og so lóggeva um, hvønn "húðalit" mentanin skal hava, fyri at sleppa inn? Tað kunnu vit ikki, tí tað er tíbetur nakað, sum eitur trúarfrælsi. At nokta ávísar trúarbólkar atgongd er eitt annað slag av rasismu. Og útlendingar hava altíð verið í øllum londum. Tað nýggja er mongdin. Og tí er spurningurin, hvussu nógv alternativt okkara samfelag kann tola. Nú vil helst eingin læra av mistøkum hjá øðrum. Stutt eftir at kommunisman var skrædnað í Sovjetsam- veldinum, vildu enntá tey borgarligu í Føroyum vísa, at planbúskapurin var tað rætta. Tað skuldu flakavirk- ini prógva, og vit eru enn ikki komin til nakað var- andi úrslit. Eg rokni við at føroyingar aftur fara at prógva fýri skandinavar, at her er eitt fólk, ið eisini veit, hvussu ein kann opna hurðarnar uttan at tað fær avleiðingar. Spurningurin er bert, um okkara lands- stýrismaður skal uppliva tað sama sum Ninn, vinur mín. Útlendingar Hergeir Nielsen form fyri løgtingsgrann- skoðarunum Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum, lýsti sínar egnu dygdir í drúgvari blaðgrein um dagarnar. Hann var m. a. komin eftir, at: - »Við støði í frágreiðing- ini hjá landsgrannskoð- anini í ár skrivaði løg- tingsgrannskoðararnir soleiðis í uppskoti teirra til samtyktar, sum herfyri var til viðgerðar á løg- tingi: »Løgtingsgrannskoðar- arnir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsumálum veksur. Løgtingsgrannskoðararni r fegnast um, at henda gongd er vend«!« --- Sagt verður frá, at henda frágreiðing var fyri árið 2003, og tá varð ikki ansað eftir, at Hans Pauli Strøm hevði nakað við hesi máls- øki at gera. Bill Justinussen var landsstýrismaður í familju- og heilsumálum, og Páll á Reynatúgvu var lands- stýrismaður í almannamál- um í 2003, tá løgtings- grannskoðararnir fegnaðust um, at gongdin á hesum málsøkjum var vend. Rættleiðing til Hans Paula Strøm, landsstýrismann