Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Høgni Debes Joensen landslækni Talið á klamydiatilburðum í Føroyum er støðugt vaks- andi. Í 2004 vóru 988 vertir (prøvar) kannaðir á Lands- sjúkrahúsinum fyri kla- mydia, og av hesum vóru 146 positivir. Tvs., at 14,8 % av vertunum vóru posi- tivir. Talið hevur verið støðugt vaksandi síðan 1997, har ið 20 vóru posi- tivir. Víst verður annars til talvu 1, ið vísir gongdina í Føroyum viðv. klamydia síðani 1989. Viðmerkjast skal, at 1. juli 2001 var kanningar- hátturin á starvsstovu Landssjúkrahúsins broytt- ur, og eigur hetta sín stóra lut í, at fleiri positivir vertir vóru funnir. Í Danmark hevur talið á klamydia eisini verið vaks- andi seinastu árini. Tølini fyri 2004 eru ikki endaliga tøk enn, men sambært Heilsustýrinum fer tað at vera hægri enn 20.000. Tað veruliga talið á fólki, ið smittað er við klamydia í 2004, verður mett at vera eini 50.000. Viðvíkjandi gongdini í Danmark sein- astu árini verður víst til talvu 2. Eisini í øðrum Norður- londum sæst eitt vaksandi tal á fólki, ið smittað er við klamydia, eitt nú í Íslandi, har talið fyri hvørjar 100.000 menn vaks úr 368 í 1995 upp í 541 í 2001 og fyri kvinnur ávikavíst 428 og 896. Í Noregi var saml- aða talið á smittaðum í 1999 297 og í 2001 330 fyri hvørji 100.000. Í Grønlandi var talið á smittaðum monnum fyri hvørjar 100.000 3.330 í 2001. Sam- svarandi talið á kvinnum var 6.173. Vit hava sum er ikki kyns- og aldursbýtið fyri smittað fólk í Føroyum, men væntandi verða hesi tøl tøk fyri 2005. Kann- ingarnar í hinum Norður- londunum vísa, at tað eru heldur fleiri kvinnur, ið eru funnar smittaðar. Flestu tilburðirnir eru at finna hjá fólki millum 15 og 29 ár. Víst verður til talvu 3, ið vísir tølini á smittaðum dønum í 2003 býtt eftir aldri og kyni. Ætlast kann, at veruliga talið á føroyingum smitt- aðir við klamydia í 2004 er eini 300, samanbera vit við støðuna í grannalondunum, somuleiðis at størri parturin av teimum funnu smittaðu eru kvinnur, og at størsti parturin av teimum smitt- aðu er at finna hjá fólki millum 15 og 29 ár. Orsøkin til, at fleiri kvinnur eru funnar smitt- aðar, kann væl hugsast at vera hon, at fleiri kvinnur verða kannaðar enn menn, eitt nú í sambandi við kann- ing áðrenn spiral, undir- lívskanning og barnsburð. Hvat er klamydia? Klamydia í kynsgøgnunum er elvd av eini bakteriu, clamydia trachomatis. Í Føroyum vera kanningar fyri klamydia gjørdar á tann hátt, at fólk venda sær til kommunulæknan, ið tekur ein vert (prøva). Kanningartilfarið verður síðani sent til starvsstovuna á Landssjúkrahúsinum, ið ger kanningina og sendir kommunulæknanum úrslit- ið. Í Danmark hava kann- ingar av ávísum bólkum av ungum monnum sýnt, at 6- 9 % høvdu klamydia, og bendir hetta á, at ungir menn, ið ikki kenna sær nakað av meini, kunnu vera ein týðandi partur av smittuorsøkini. Tá ið kvinnur nýta spiral ella p-bollar, mugu tær vera tilvitandi um, at slík fyri- byrging ikki minkar um smittuna við sjúkum, ið smitta við kynsligum sam- bandi. Fleiri kvinnur fáa bruna í undirlívið av sjúkuni, og av hesum hevur ein stórur partur bruna uttan sjúkueyðkennir, tað er uttan at tær kenna sær nakað av meini. Vandin fyri hjáárinum sum barnloysi er stórur. Tá ið kvinnur fáa lagda spiral ella fáa gjørt ávísar undirlívskanningar verður mælt til, at kvinnan verður kannað fyri kla- mydia og møguliga við- gjørd áðrenn. Ígerðartíð, sjúkutekin og viðgerð Dentur skal verða lagdur á, at fólk smittað við kla- mydia ofta onki kenna sær at meini, hava eingi sjúku- eyðkenni. Kortini kann sjúkan vera drúgv og geva somu hjáárin sum hjá fólki, ið hava sjúkueyðkenni. Mett verður, at meira enn helvtin av teimum smittaðu hava eingi sjúkueyðkenni yvirhøvur. Sjúkan smittar við óvard- um kynsligum sambandi. Eru sjúkueyðkenni, so koma tey vanliga eftir 7-21 døgum. Sjúkueyðkennini eru vanliga útflot frá vatn- ræsii (urinrøri) og svíðandi pína, tá ið ein kastar sær av vatninum (pissar). Hjá kvinnum kann harumframt vera flot frá móðurskeiðini, um so er at sjúkan hevur sett seg í lívmóðurhálsin. Kvinnur kunnu fáa bruna í undirlívið og menn í hjá- eisti, og kann hann elva til barnloysi hjá teimum. Børn kunnu smittast, tá ið tey verða fødd, og kunnu fáa eygnabruna ella lungnabruna. Viðgerð verður givin av lækna við serligum bak- teriutýnara (antibiotikum). Týdningarmikið er, at ikki bert tann, ið smittaður er, verður viðgjørd/ur, men eisini at tann ella tey, ið viðkomandi hevur ella hevur havt kynsligt sam- band við, verða kannað og møguliga viðgjørd. Fyribyrging Klamydia kann fyribyrgjast við ikki at hava óvart kyns- ligt samband. Góð verja fæst, verður hít nýtt rætt. Tilmæli Mælt verður til serligt var- semi við tilvildarligum kynsligum sambondum. Nýt ið hvussu er hít. Øll, ið hava illgruna um smittu, eiga at venda sær til lækna at verða kannaði. Somuleiðis kunnu fólk, ið vilja tryggja sær, at tey ikki ganga við smittuni, venda sær til lækna. Nú hesin trupulleiki við klamydiasmittu er vaksandi í Føroyum, kann vera mælt til, at áherðsla verður løgd á spurningin um klamydia- smittu í skúlum, ung- mannafeløgum, ítróttafe- løgum og øðrum felags- skapum. Nr. 70 - 14. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Støðan viðvíkjandi klamydia Finnbogi Ísakson finnbogi@post.olivant.fo Mær hevur altíð dámt væl at fylgt við í tí, sum hendir í politikki, bæði burturi og heima. Tí fylgi eg eisini við í teimum formansvalum og øðrum valum, sum eru í hesum tíðum. Nú tá sosialdemokrat- arnir í Danmark eru lidnir at sláast - fyribils í hvussu er - fara SF- ararnir í gongd. Teir hava bíðað, so at eisini teir skula sleppa framat í fjølmiðlunum. Lítið mætari enn í Danmark man vera í Vatikaninum, har kardinalarnir ganga og konspirera ímóti hvørjum øðrum fyri at sleppa í pávastólin sum Guds umboð á foldum. Donsku sosialdemo- kratarnir vóru so ósamd- ir, at fyri fyrstu ferð í søgu floksins vóru teir ikki førir fyri at velja formann á vanligan hátt, tvs at tingmanningin og floksleiðslan gjørdu spurningin av. Í staðin sendu teir bóltin víðari til limirnar í øllum valfeløgunum í Dan- mark. Fyri at káva útyvir sín egna veikleika kalla teir hetta so sera, sera demokratiskt, hóast veruleikin er, at tað var ómegd, sum førdi til henda valhátt. Tað hevur undrað meg hesa tíðina, meðan inn- anfloks valstríðið hevur verið, at tað bar til at tekna seg sum lim í flokkinum. Upplagt, at onkur fór at organisera. Tað hevur helst eisini verið gjørt, hóast tað man vera ringt at prógva tað. Tá avtornaði og telj- ast skuldi upp, var lima- talið vaksið við 8000. Tað er nógv av einum samlaðum limatali uppá 51.000. So varð valt, og teir organiseraðu javnaðar- menninir og -kvinnurnar vístu seg ikki at vera sofaveljarar. Valluttøkan var heili 88,4%. Fyri fyrstu ferð í søgu flok- sins varð ein kvinna, Helle Thorning Schmidt, vald til for- mann. Hon er spildur- nýggj á Christiansborg, men fekk kortini 3.000 atkvøður fleiri enn tann royndi Frank Jensen. Eg ansaði eftir, men skilti tað ikki rættiliga beinanvegin, at í síni røðu í Vega, fyrrverandi Folkets Hus í Keyp- mannahavn, nevndi taparin Frank Jensen fleiri ferðir, at hann vón- aði, at eisini teir nýggju limirnir fóru at verða verandi í flokkinum og vera við til at føra flokkin fram til sigurs. Hvat meinti hann við? Hví skuldu teir nýggju limirnir ikki verða ver- andi í flokkinum? So datt fimmoyrað: Frank Jensen sipaði til, at teir mongu nýggju limirnir hava meldað seg inn í flokkin einans við tí endamáli at fáa Helle til formann. Kanska hava tað verið mestsum bara konufólk, sum als ikki eru sosialdemokratar. Hann sipaði helst til, at tað kundi vera eitt kvinnupolitiskt átak, sum fekk kvinnur at tekna seg sum lim í flokkinum, og at tær fara úr aftur flokkinum, tá nakað er frálíðið. Aftur í sín egna flokk. Er tað rætt, sum Frank Jensen bendi á, so eru tað kvinnur úr Vinstra, Konservativa og Danska Fólkaflokkinum, sum hava valt nýggjan for- mann í danska sosial- demokratinum! Soleiðis kann man gera tað lort - av berum klandri og yvirdemo- kratisering. Hvørji valdu Helle? Talva 1: Tal á klamydiakanningum og ávístum tilburðum í Føroyum Ár Tal á kanningum Tilburðir % 1989 251 49 19,5 1990 264 39 14,8 1991 315 31 9,8 1992 377 34 9,0 1993 379 29 7,7 1994 429 28 6,5 1995 380 29 7,6 1996 428 30 7,0 1997 389 20 5,1 1998 428 32 7,6 1999 513 43 8,2 2000 503 36 7,2 2001 589 74 12,6 2002 724 80 11,0 2003 603 87 14,4 2004 988 146 14,8 Talva 2: Tal á kanningum og tilburðum í Danmark 1999-2003 Ár Vertir Tilburðir % 1999 262.131 13.930 5,3 2000 268.471 14.735 5,5 2001 280.694 15.150 5,4 2002 275.447 16.203 5,9 2003 268.008 18.406 6, Talva 3: Klamydiatilburðir í Danmark eftir aldri og kyni í 2003 Menn Kvinnur Ár Tal Pr. 100.000 Tal Pr. 100.000 <1 26 79 43 138 1-4 0 0 1 1 5-9 0 0 3 2 10-14 3 2 64 40 15-19 883 602 3.843 2.745 20-24 2.420 1.555 4.969 3.252 25-29 1.457 792 2.207 1.217 30-34 618 315 730 384 35-39 280 128 347 165 40-44 142 73 122 65 45-49 58 31 39 21 50+ 66 8 46 5 Tilsamans 5.953 224 12.414 457 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið