Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 70 - 14. apríl 2005 LISTAFRAMSÝNING Hósdagin 14. apríl kl. 16 letur listakvinnan Rannvá Mortensen upp framsýning í forhøllini í Snar- skivuni á Vaglinum Í gamla posthúsinum í mið- býnum húsast umframt postavgreiðslu eisini Snar- skivan, sum gevur havnar- fólki greið boð um Havn- ina. Rúmsátta, ljósa og hugnaliga forhøllin verður eisini brúkt sum fram-sýn- ingarhøli, har mong lista- fólk hava havt framsýning, síðani Snarskivan læt upp fyri fimm árum síðani. Endamálið við hesum framsýningarhøli hjá mentamáladeildini er at sameina kommunala tæn- astu og listaskála, har listin hittir borgaran á alfaravegi, og nú verður forhøllin so karmur um eina áhuga- verda listaframsýning hjá Rannvá Mortensen. Rannvá hevur áður sýnt fram í Galerie Focus og Smiðjuni í Lítluvík. Har- umframt hevur hon í nógv ár verið við á Ólavsøku- framsýningini og Várfram- sýningini. Annars hevur hon havt, saman við øðrum listafólkum, framsýningar uttanlands, m.a. í Svøríki, Danmark og Spania. Í summar skal Rannvá sýna fram í Íslandi. Til hesa framsýning í Snarskivuni hevur Rannvá arbeitt við akryl-, akvarell- og brotamyndum. Øll eru vælkomin at síggja listaframsýningina í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag til fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið hendan dag. Sagt var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva. Soleiðis sum summarmáladagur er, soleiðis verður várið. Dagurin eitur annras Tiburtius. Saman við bróður sínum varð hann tikin av døgum umleið 225. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Esther Jacobsen Hvalvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til prestar, kirkjutænarar, sangarar, gravarar, berarar og til tykkum, sum hjálptu á ymsan hátt. Tøkk fyri kransar, blómur, gávur til Kirkju- og Missiónshúsið og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eisini ein tøkk til deild 7. Jákup, Eyðbjørg, Magnina og Poulina Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sofía Gaard Oyndarfjørður andaðist á eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum sunnudagin 10. apríl, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju hósdagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Jóhanna, Alexandra, Kári, Kristjan og Margit Tey, ið vilja minnast Fíu, kunnu lata Missiónshúsinum í Oyndarfirði eina peningagávu. Rannvá í Snarskivuni Í apríl 1975 gekk sjón- leikurin »Skipið", sum Steinbjørn B. Jacobsen hevði skrivað, fyri fullum húsum í fleiri vikur. Steinbjørn B. Jacobsen fekk 1. virðisløn fyri hendan sjónleikin í eini kapping, sum Varðin hevði boðið út til . Fyri 30 árum síðan: Sjónleikurin »Skipið« fyri fullum húsum í 1975 Frá eini venjing til sjónleikin "Skipið" hjá Steinbjørn B. Jacobsen. Sitandi við borðið, Oskar Hermansen (v.m.), og Óli Kurt Hansen, meðan Eyðun Johannesen stendur í miðjuni og instruerar Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975 Steinbjørn B. Jacobsen