hósdagur 14. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
13
Kórið Tarira fær í
blaðgrein í blaðnum
Åland rós, eftir at
kórið og leiðarin
Sunleif Rasmussen
hava framført í
Álandi
KÓRTÓNAR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 24. mars hevur Peter
Lång umrøðu av konsert,
sum føroyska kórið Tarira
hevði í Jomalakyrkjuni á
Álandi. Greinin er í blaðn-
um Åland.
Mett verður vert at nevna
konsertina
við
Føroya
fremsta
kamarkórið,
tí
Áland nýtir ofta Føroyar at
javnmeta seg við, tá um
mentan ræður. Spurt verður
fyrst,
hvussu
nógvar
symfoniir eru skrivaðar
Álandi? Svarið fáa vit í
endanum av greinini.
Síðani verður greitt frá
um kórleiðaran Sunleif
Rasmussen, um tónleika-
prísin frá Norðurlandaráðn-
um í 2003, um symfoniina
Oceanic Days og um før-
oyskt tónleika- og mentan-
arlív sum heild, har støðug
framgongd er at sjá, eisini á
politiska viljanum og á
fíggjarjáttanum, sum hevur
havt við sær ríkt tónleikalív
innan musikkskúla og at
tjóðpallur við føstum sjón-
leikarum nú hevur latið
dyrnar upp.
Frumframførsla
Lång peikar á, at danska
úrvalskórið Art Nova hevur
vitjað Áland fyri kortum og
fegnast hann tí um vitjanina
frá úrvalskórinum Tarira,
sum prógvar, hvat kann
koma burturúr, tá dentur
verður lagdur á góðsku.
Kórið hevði álendska
frumframførslu á skránni.
Kjell Frisk hevði spælt sær
við breiðum penslum og
latið hugflogið flogið kring
tekstin Herrens Bøn. Úr-
slitið eru tættir harmoniir.
Tó krevst eitt kór sum
Tarira, um verkið skal
ljóma heiðurliga, sigur
Peter Lång.
Og hann nevnir eisini
áttaræddaðu útsetingina hjá
Bjarna Restorff av sama
verki, sum eisini rørdi við
ummælaran og fekk hann
út á ævintýr í huganum.
Ein sera væl samansett
konsert, staðfestir Peter
Lång á blaðnum Åland. Og
svarið upp á spurningin í
byrjanini er, at symfoni
nummar tvey eftir Lars
Karlsson er framførd í
Uleåborg. Ríkismiðlarnir
gjørdu fitt burturúr, men
heima í Álandi tykist hend-
ingin vera farin ómerkt
framvið, harmast Peter
Lång.
Tarira fær rós í Álandi
Friðsælan valdaði í
Vesturkirkjuni
sunnukvøldið. Kertu-
ljósini bleiktraðu og
andaligheitin hekk
tjúkk í luftini. Og
andalig er orðið, sum
best lýsir fram-
førsluna hjá kórinum
Tarira. Føði fyri
sálina av tí góða
slagnum
KONSERT
Niels Uni Dam
Tarira er júst heimaftur-
komin
av
konsertferð.
Konsertskráin í Vestur-
kirkjuni var tann sama, sum
sviar, álendingar og danir
hava upplivað.
Tá kór hjá Sunnleifi
Rasmussen syngja, veist tú,
at tú kanst vænta høga
góðsku, men eisini okkurt
forkunnugt og ofta avbjóð-
andi kórsang. Tarira er eitt
kór við ótrúliga dugnalig-
um sangarum. Sangarar
sum eru kendir úr føroyska
kórheiminum, og sum sam-
an borga fyri framførslum í
serflokki.
Framførslan
sunnukvøldið var einki
undantak.
Deknurin legði fyri við at
lesa burtur úr Sálmi 103 í
Gamla
Testamenti,
tá
knappiliga friðsælan var
skrødd sundur av einari far-
telefon. Lukkutíð at hetta
ikki hendi meðan kórið
sang. Sjálvt um summi
høvdu hug at ilskast eitt
sindur, vóru allar illar
kenslur skolaðar burtur, tá
kórið sang fyrstu tónarnar
av »Nun lob, mein Seel;
den Herren / Lover nu
Herren« hjá Kára Bæk.
Áhoyrarnir vórðu fyltir av
einari kenslu, sum bert
kann lýsast sum andalig.
Kórið var í svørtum bún-
um, sum Anna Kristin Bæk
hevur sniðgivið. Búnarnir
eru gjørdir til hesa konsert-
ferðina, og klæddu væl til
konsertskránna. Skráin var
sera væl gjøgnumhugsað,
og løgini klæddu Vestur-
kirkjuni væl. Har var nýtt
og gamalt og nógv før-
oyskt.
»Slóttumenn« hjá Vagn
Holmboe
og
Williami
Heinesen
var
fyrsta
hæddarpunktið. Lagið er
pompøst, so hárini á armin-
um reisa seg. Tú vart tikin
við í hesa uppliving, og
kórið sang sum einglar,
daprir einglar.
Størsta hæddarpunktið á
kvøldinum
var
»Pater
Noster« hjá Bjarna Res-
torff. Framførslan av hes-
um torføra lagi var einki
minni enn ófatilig. Tann
ótrúliga mongdin av frálík-
um røddum blakaðu eina
inniliga sansa- og ljóðupp-
living í andlitið á bergtiknu
áhoyrarunum. Tá aftur var
kvirt,
sessasist
kórið.
Deknurin læs 33 sálm í
Gamla Testamenti.
Fyrsta lag eftir steðgin
var »Mørket taler til den
blommande
busk«,
ein
svensk tolking av einari
yrking hjá Williami Heine-
sen, sum Pauli Hansen
hevði gjørt til kór. Ein sera
góð byrjan, og soleiðis helt
konsertin fram. Tá seinastu
tónarnir vóru tagnaðir,
mundu klappini ongan enda
taka. Tarira hevði borðreitt
við kórsangi í heimsflokki,
og meira enn hálvfulla
Vesturkirkjan gav okkum
teir fullkomnu karmarnar
til konsertina.
Konsertskrá hjá
Tarira
Nun Lob, Mein Sein, Den
Herren/
Lover nu Herren Kári
Bæk
Herrens Bøn
Kjell
Frisk
Náttarfriður
Goethe/J.H.O. Djurhuus /
Pauli í Sandagerði
Slóttumenn
William
Heinesen / Vagn Holmboe
Gras
William Heinesen
/ Vagn Holmboe
Dimmið Christian Matras/
Vagn Holmboe
Pater Noster
Bjarni
Restorff
Mørket taler til den
blommande busk William
Heinese / Pauli Hansen
Kvøldvísa um
summarmála
S.H.
Grímsson / Sunnleif
Rasmussen
Blátt
Steinbjørn B.
Jacobsen / Sunnleif
Rasmussen
Skærur vindur
Rói
Patursson / Sunnleif
Rasmussen
Døgg
Karsten Hoydal /
Sunnleif Rasmussen
En ny Himmel Och en ny
Jord
Johannes
Opinbering / Svend David
Sandstrøm
Inniligt og andaligt