hósdagur 14. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 70 - 14. apríl 2005
Ætlanir eru um at
gera Gøtudal til
nýggjan handils-
miðdepil í megin-
økinum við fleiri
handilsmiðdeplum og
vinnufyritøkum
HANDILSLÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru ikki hissini ætlanir,
ið ymisk vinnulívsfólk hava
fyri Gøtudal. Eitt nú hava
teir, ið standa aftan fyri
handilin hjá Haraldsen í
Fuglafirði og PW í Norðra-
gøtu, keypt bygningin hjá
Aluplast beint eystan fyri
niðankoyringina til Leir-
víkstunnilin, og sum skilst
letur nýggjur matvøru-
handil upp har.
Eisini nýbygging
Hetta merkir sjálvsagt, at
Aluplast skal hava nýggj
hølir, og hesar ætlanir eru
eisini komnar væl ávegis.
Fyritøkan hevur fingið fat-
ur á einum grundstykki
nakað vestan fyri Leirvíks-
vegin, og har fer Aluplast at
byggja nýggjan bygning til
alt virksemi hjá fyritøkuni.
Men Aluplast verður vænt-
andi ikki einsamallir vestan
fyri Leirvíksvegin. Nakrir
vinnulívsmenn hava fingið
fatur á stykkinum, sum
liggur beint upp at tunnils-
vegnum, og har er ætlanin
at byggja eina nýggja
handilsmiðstøð við fleiri
handlum.
Hetta merkir sostatt, at
tveir nýggir bygningar vest-
an fyri tunnilsvegin, men
eystan fyri verður eisini
víðkað um virksemi.
Sum áðurnevnt hevur
Samkeyp ognað sær bygn-
ingin hjá Aluplast, men
beint við síðuna av hesum
bygningi eru eisini ein
sethús. Hesi sethús hevur
Fastognarfelagið
fingið
hendur á, og sum skilst eru
ætlanir um at byggja enn
ein bygning á stykkinum,
sum hoyrir til sethúsini.
Hvat slag av virksemi, ið
Fastognarfelagið hevur ætl-
anir um í Gøtudali, er tó
ikki greitt enn.
Kapping um
kundarnar
Tað man verða lítið at ivast
í, at tað er Norðoyartunni-
lin, ið hevur við sær, at tað
er blivin stórur áhugi fyri at
gera Gøtudal til nýggjan
handilsmiðdepil
í
meginøkinum.
Øll ferðsla til og úr Norð-
oyggjum fer beint gjøgnum
økið, og harafturat er stutt
hjá flestøllum eysturoying-
um at koyra inn til Gøtudal.
Nær møguleiki verður
fyri at fara til handils í
Gøtudali, er tó ikki greitt
enn, men sum skilst hava
Samkeyp og Aluplast gjørt
eina avtalu um, at Samkeyp
yvirtekur gamla bygningin
um eitt ár.
Týskvøldið var ein 87
ára gamal maður
funnin lívleysur á
sjónum beint við
felagshølini hjá
Havnar Róðrarfelag
BJARGING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Klokkan
var
farin
av
níggju, tá ið alarmsentral-
urin fekk fráboðan um, at
ein maður lá lívleysur á
sjónum beint uttan fyri
bátadráttin
hjá
Havnar
Róðrarfelag
í
Álakeri.
Bæði sjúkrabilur og løg-
regla vóru skjótt á staðnum.
Vaknaði við aftur í
sjúkrabilinum
Vitnir, sum Sosialurin hev-
ur tosað við, greiða frá, at
menn, ið vóru úti og róðu,
høvdu lagt til merkis ein
mann, ið gekk og spákaði í
grótkastinum í Álakeri.
Nakað seinni verður borið
eyga við lívleysa mannin á
sjónum, og tveir mans vóru
skjótir at flota ein bát og
rógva teir fáu minuttirnar út
eftir manninum.
Til alla lukku eru tveir
mans, ið rógva við átta-
mannafarinum hjá Havnar
Róðrarfelag, Ørvi, og sum
vóru á staðnum, læknar, og
teir fór beinan vegin undir
at arbeiða upp á mannin.
Maðurin bleiv í skundi
fluttur við sjúkrabili stutta
teinin á sjúkrahúsið, og
ávegis
í
sjúkrabilinum
vaknaði maðurin við aftur
og spýði nógvan sjógv upp,
upplýsir
vakthavandi
á
politistøðini í Havn.
Vakthavandi upplýsir eis-
ini, at enn er ógreitt, hví 87
ára gamli maðurin endaði á
sjónum.
Gøtudalur verður handilsmiðdepil
Lá lívleysur á sjónum
Bæði løgregla og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum, tá ið tann
87 ára gamli maðurin bleiv funnin lívleysur á sjónum uttan
fyri dráttin hjá Havnar Róðrarfelag týskvøldið
mynd: www.ansni.fo
Eigararnir av handlinum hjá
Haraldsen í Fuglafirði og PW
Kolonial í Norðragøtu hava í
felag keypt gamla bygningin
hjá Aluplast, og sum skilst er
ætlanin at lata nýggjan og
stóran matvøruhandil upp í
bygninginum
Mynd: Jonhard Hammer
Tað er her vestan fyri tunnilsvegin til Leirvíkar, at ætlanin er at byggja eina nýggja
handilsmiðstøð við alskyns handlum. Longur vesturi skal Aluplast eisini byggja sær ein nýggjan
bygning
Mynd: Jonhard Hammer