Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygardagin var temadagur fyri mið- fyrisitingina ella tey sjey stjórnarráðini, sum tey eisini verða nevnd. Ætlanin er nevniliga at fremja nakrar broytingar har, soleiðis, at tey sjey ráðini, sum hig- artil hava virka at kalla hvør sær, fram- yvir skulu hava eitt felags virðisgrundar- lag MIÐFYRISITINGIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Leygardagin var øll mið- fyrisitingin á einum evnis- degi í Norðurlandahúsin- um, har kjakast varð um, hvussu samstarvið kann bøtast, m.a. til frama fyri almenningin. Nógv kom burturúr degnum, og høv- uðsdenturin varð lagdur á fýra meginreglur, sum øll ráðini framyvir skulu ar- beiða eftir. 4 felags mál Í tí sambandi vóru nakrar meginreglur settar upp. Tann fyrsta æt, »Felags ábyrgd«. Í tí sambandi var kjakast um, hvussu mið- fyrisitingin framyvir kann finna felags loysnir og kenna, at tey arbeiða sam- an. Næsta meginreglan æt »Vit raðfesta rætt«. Har var m.a. viðgjørt, hvussu mið- fyristingin kann arbeiða skjótt og væl, uttan drál og hvussu felags virðir kunnu verða skapað. Triðja meginreglan sum arbeitt varð við hevði heitið »Vit vilja vita«. Har varð fokus sett á, hvussu tey kunnu læra alt lívið og hvussu man heldur forvitn- inum eftir at læra við líka. Fjórða meginreglan æt »Vit bróta slóð«. Tá varð dentur lagdur á hvussu miðfyrisitingin kann gerast meiri nýskapandi og hvussu hon kann fremja betri loysnir. Fyri hvørt av punktunum fekk starvsfólkið í ymsku ráðunum høvi at siga sína hugsan, og at kjakast um, hvønn týdning meginregl- urnar fara at fáa í gerandis- degnum. Eisini vórðu fólk býtt upp í bólkar, har tey meiri kon- kret fingu møguleikan at práta og kjakast um evnini. Væl móttikið Jeanette Blaasvær, sum er fulltrúði á løgmansskriv- stovuni, sigur, at evnisdag- urin var sera væl eydnaður. – Stjórnarráðini vórðu jú stovnað í 1997, men hetta er fyrsta stevnan, sum hev- ur savnað øll starvsfólkini, og tað vóru tey sera glað um. Tey hava jú dagligt samskifti, fleiri av teimum, men tey hava allíkavæl ikki heilsa uppá hvønn annan andlit til andlitis, greiðir Jeanette frá. Hon sigur, at flestu lut- takararnir hildu, at hetta var nakað, sum átti at verið eitt afturvendandi tiltak. – Tað stendur í sam- gonguskjalinum, at tey sjey stjórnarráðini skulu fáa betri samstarv í lag, og við hesum evnisdegnum varð hol sett á samstarvið, sigur Jeanette. Í næstum verður arbeitt víðari við tí, sum kom fram á degnum. – Nú skulu hesi hugskot- ini fyrst arbeiðast ordiliga ígjøgnum, m.a. við at hava slíkar evnisdagar úti í ráð- unum. Ætlanin er, at ein ítøkilig ætlan skal liggja klár, áðrenn vit fara í summarfrí, so hetta verður tikið í størsta álvara, ger Jeanette Blaasvær greitt. Hon sigur, at almenning- urin væntandi fer at hoyra meiri um ætlaðu broyting- arnar, so skjótt tær eru vorðnar meiri ítøkiligar. M.a. eru ætlanir um at um- skipa móttøkurnar í teim- um sjey stjórnarráðunum, soleiðis, at tær fara at vera felags. – Hugskotið er at skipa tað soleiðis, sum Tórshavn- ar Kommuna hevur gjørt við Snarskivuni. Eitt høv- uðstelefonnummar skal eisini vera fyri øll ráðini, har ein skrivstovudama so beinir teg víðari til tann, tú skalt tosa við. Tað skal so- statt verða rættiliga nógv lættari og smidligari fyri almenningin at nýta mið- fyrisitingina, sigur Jeanette Blaasvær at enda. Miðfyrisitingin gerast smidligari Alt starvsfólkið í miðfyrisitingini var til evnisdag leygardagin, har tosað varð um, hvussu samstarvið ímillum tey sjey stjórnarráðini kann betrast. Til seinasta partin av degnum, har ymsu evnini, sum fólk høvdu arbeitt við ígjøgnum dagin, vórðu løgd fram, vóru eisini landsstýrismenninir til staðar. Til tíðir var tað rættiliga skemtiligt Øll vóru tey sera væl nøgd við dagin. Serliga tí, at fleiri teirra hava dagligt samskiftið umvegis telefon ella teldu, men tey hava ongantíð verið saman sosialt, og tey hava heldur aldri samarbeitt á henda hátt. Nr. 70 - 14. apríl 2005 15 Hugnadagur fyri tey eldru Klaksvík: Komandi leygardag skipa felagið "Hugni" og Landsfelag Pensjónistanna fyri eldradegi í Ósáskúlan- um í Klaksvík. Dagurin byrjar kl. 9 við at Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í vertsbý- num setur eldradagin, og verður síðani hildið á til kl. 18. Millum tey mongu áhugaverdu evnini á degnum kann nevnast vitjanin av Jógvani við Keldu, innlendismála- ráðharra, sum fer at tosa um eldrapolitikk, eins og Bjørn Kalsø, fiski- málaráðharri fer at tosa um fiskimannakonurnar og familjuna. Á skránni er eisini ein fyrilestur eftir Elisabeth Akursmørk, sum fer at greiða frá um heilsugóð- an mat. Umframt hetta verður nógvur sangur, eins og luttakararnir fáa høvi at bera fram heils- anir. Millum øll tey mongu tiltøkini verður sjálvandi eisini høvið hjá teimum eldru úr og av býi at tosa saman afturvið einum góðum drekkamunni. sb. Klaksvíkingar verða vertir fyri eldradegnum kom- andi leygardag Stór kapping fyri skatarar Havn: Tey sum dáma væl skating eiga at seta vikuskiftið 20. og 21. mai av í kalendaranum. Tá verður nevniliga skipað fyri eini stórari skaterkapping í Ítróttar- høllini á Hálsi, har teir vænta ein hóp av ungum og ídnum skatarum. Hetta tiltakið, ið kall- ast "AlienXplotion" er uttan iva størsta skater- kapping nakrantíð í Før- oyum. Her fáa teir allir ein ótrúligan møguleika at vísa, hvat teir duga, tá talan er um streetskating og rampuskating. Tað verður tó ikki bert skating á skránni hesar báðar dagarnar. Har verður eisini ein konsert við Direct Level, og har verður dansur, multi- mediashow, prædikur, plátuvendari og mangt annað. sb. Barnaansing fyri 2000 børnum Havn: Eitt mál, sum ofta hevur verið umrøtt í høvuðsstaðnum var tørvurin á ansingar- plássum. Men undir farnu sam- gonguni eydnaðist tað at koma til botns í hesum trupulleikanum, soleiðis at bíðilistin kom niður á 0. Eitt yvirlit frá Tórs- havnar kommunu vísir, at íalt eru seks sløg av tilboðum til barnaans- ingina, umframt ta kommunalu dagrøktina. Í hesi barnaansingini eru íalt 2.028 børn. Í Havn eru í dag 18 vøggustovur, 22 barna- garðar, tveir útibarna- garðar, átta býlingshús, tvey frítíðarheim og sjey frítíðarskúlar, samstund- is sum 120 børn eru knýtt at kommunalu dagrøktini. sb. Line-dansur í Eydnuni Nú Line-dansur er alt meir og meir at síggja við ymisk dansihøvi, skipar Eydnan á Oyrar- bakka fyri skeiði í Line- dansi, fyri tey, íð hava hug at læra meira av hesum stuttliga dansi. Skeiðið verður hildið fríggjadagin 22. (dýra biðidag) og leygardagin 23. apríl. Lagt verður soleiðis til rættis, at bæði tey, íð ikki hava lært dansifet áður, og tey, íð hava lært at dansa frammanundan, fáa væl burutúr. Og tey, sum eru víðari befarin fáa eisini væl burturúr, tí talan er um ein av fremstu undirvís- arum í Line-dansi úr Danmark, Gitte Peter- sen. Byrjað verður fríggja- dagin seinnapart, og hildið verður fram til nakað út á kvøldið. Byrjað verður aftur leygardagin og hildið verður fram til seint seinnapartin. Driv spælir til dans Sum endabrestur á til- takinum, spælir dansi- orkestrið »Driv« til dans leygarkvøldið. »Driv« er kent um landið fyri at spæla framúr góðan dansitónleik, og hetta kvøldið verður eisini serligur dámur settur á við Line-dansitónum. Skráin fyri tiltakið verður lýst nærri í kom- andi viku. eys