leygardagur 2. september 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
23
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 168 - 2. september 2000
Nr. 168 - 2. september 2000
Strandfaraskip Landsins (SL) søkja við hesum
eftir skrivara til stjóraskrivstovuna at seta
skjótast gjørligt.
Stjóraskrivstovan er ein stápsdeild undir stjóra-
num og skal sum høvuðsuppgávu verða
leiðsluni til hjálpar.
Á SL er talan um eitt desentralt arbeiðsum-
hvørvi við nógvum eindum runt um í landinum.
Hetta hevur m.a. við sær ein stóran tørv á um-
sitingarligari samskipan. Ætlanin er tí, at
vanliga skrivarafunktiónin eisini skal virka sum
ein samskipandi funktión, har miðað verður
ímóti at skapa felags umsitingligar karmar.
SL hava í seinastuni knýtt eindirnar tættari
saman við kunningartøkni. Hetta skapar betri
fortreytir fyri at tryggja eina góða samskipan.
Stjóraskrivstovan
Stjórin á SL hevur ovastu leiðsluna og umsit-
ingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi
stovnsins.
Ábyrgdarøkið fevnir eisini um langtíðar ráð-
legging við ábyrgd fyri samskipan av ymsu
deildunum og virkisøkjunum.
Stjóraskrivstovan hevur ein týdningarmiklan
leiklut at samskipa dagligu umsitingarligu
uppgávurnar hjá leiðsluni. Harafturat skal
deildin verða við í teirri menning og nýskipan,
ið SL hevur fyri framman.
Skrivarastarvið
Høvuðsuppgávurnar hjá skrivaranum eru:
•
Avgreiða mál vegna stjóra ella leiðslu
•
Stýra og umsita journal, hølisviðurskifti,
kundamóttøku, postmóttøku og samskifti
annars
•
Avgreiða telefon og kalendara
•
Avgreiða klagur
•
Verða við til at fyriskipa, samskipa og lata
upplýsingar av ymiskum slag
•
Fyrireika fundir og vitjanir
•
Gera fundarfrágreiðingar
•
Innsavna og seta upp ymiskt tilfar
•
Viðlíkahalda formularar
•
Rættlestur
Harafturat kemur skrivarin at taka sær av
skrivarauppgávum í sambandi við ymsar verk-
ætlanir.
Førleikakrøv
•
Ástøðilig útbúgving innan fyrisiting og
handil, t.d. HH ella tilsvarandi
•
Helst royndir innan fyrisiting og sum
skrivari
•
Kunnleiki og royndir innan kunningartøkni/
edv á brúkarastøði (td. teldukoyrikort)
•
Helst kunnleiki til journalisering
•
Góð evni at orða seg bæði skrivliga og
munnliga á føroyskum, donskum og
enskum
•
Arbeiða sjálvstøðugt og málrættað
•
Góð samskiftis- og samstarvsevni
•
Álítandi og góðan røkjuskap
Setanartreytir
Talan er um eitt starv við spennandi avbjóð-
ingum. Viðkomandi fær ábyrgdina av at menna
eina samskipandi funktión og skapa felags
umsitingarligar karmar. Starvið gevur góðar
møguleikar fyri persónligari og fakligari
menning.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, ummælum,
CV og tilvísingum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
11. september 2000, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Reidar Nónfjall, stjóra.
Tlf. 343000 ella e-mail: ren@ssl.fo
S K R I V A R I
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutning-
urin setir stór krøv um
eina góða kundatænastu,
herundir trygd, reglu-
semi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá SL javnvigar við yvir
100 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 12 skip, 40 bussar
og 15 lastbilar. Flutn-
ingsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Starv
Honda Accord 2,0 EXI
til sølu. Prísuppskot min. 110.000 kr. Við
fylgir: nýtt Pioneer stereoanlegg virði 20.000
kr., sportsfelgur við dekkum umframt fýra
nýggj dekk, originalfelgur við skálum.
Tlf. 216460 og 221319
Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík
Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78
• Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald
• Seta gravsteinar upp v.m.
• Gera tún við flisum ella oljugrúsi
• Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a.
Spyr - tað kostar einki!
Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta
Undirvísingar- og Mentamálstýrið
Mentamáladeildin
Leiðari til Altjóða Skrivstovu
Altjóðagerðin á útbúgvingarøkinum ger, at størri
tørvur er á vitan um útbúgvingar, stuðulsmøgu-
leikar og liviumstøður í øðrum londum, soleiðis at
vit eru før fyri at geva lesandi nøktandi leiðbeining.
Tørvur er eisini á øktum samskifti við útlendskar
lærustovnar, og á at vit kunnu fylgja við í og umsita
millumlanda avtalur og skipanir.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer tí at seta á
stovn Altjóða Skrivstovu, og verður í hesum sam-
bandi søkt eftir einum akademiskum starvsfólki at
verða leiðari fyri Altjóða Skrivstovuni.
Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a.:
• savna vitan um hægri útbúgvingar-, granskingar-
og stuðulsmøguleikar til lesandi
• virka fyri umbýti av lesandi millum Føroyar og
útlendskar lærustovnar
• styrkja samskiftið við lærustovnar uttanlands
• ráðgeva viðvíkjandi góðskriving (meritering)
• ráðgeva lærustovnum í spurningum um útbúgv-
ingar og viðkomandi viðurskifti annars í útlond-
um
• fáa sambond við leiðarar á øðrum altjóða skriv-
stovum
• upplýsa alment um lestrar- og stuðulsmøguleikar
og gera kunningartilfar
• veita lesandi beinleiðis ráðgeving og praktiska
hjálp til lesandi, serliga teimum sum ætla sær
uttanfyri Danmark at lesa hægri lestur
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir:
• hava útbúgving frá hægri lærustovni
• hava áhuga fyri umsiting
• hava áhuga fyri hægri útbúgvingum
• eru førar/ir fyri at arbeiða sjálvstøðugt og kunna
taka avgerðir
• hava góð samstarvsevni og eru fyrikomandi
Harumframt er tað ein fyrimunur, at umsøkjararnir
hava royndir úr øðrum starvi.
Vit bjóða
• Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv,
har tú sjálv/sjálvur ert við til at skapa starvið
• Eitt starv, har tú ert við til at byggja nakað frá
grundini
• Eitt starv, sum er spennandi við skiftandi upp-
gávum og við nógvum samskifti úteftir
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
við skiftandi uppgávum tætt saman við politisku
myndugleikunum og stovnum innan undirvísing
og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Før-
oya Landsstýri og viðkomandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðal-
stýrið og stovnar tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
4. september 2000, kl. 15.00.
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum ella Jóannes Dalsgaard, deild-
arstjóra í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum,
á tlf. 35 50 50 ella á fartelefon 21 50 52.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Uppgávurnar hjá Altjóða Skrivstovuni verða millum annað at veita Fróðskaparsetri Føroya og granskingar- og aðrar hægri lærustovnar
tænastur innan samskifti við útlendskar hægri lærustovnar. Herundir at ráðgeva innan góðskriving o.a. Harumframt skal Altjóða Skrivstovan
virka sum savningarmiðdepil fyri vitan um hægri útbúgvingar, granskingar- og stuðulsmøguleikar fyri lesandi. Altjóða Skrivstovan verður
bygnaðarliga beinleiðis undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Skrivstovan fer at húsast saman Setursskrivstovuni hjá Fróðskaparsetri
Føroya.
Starv sum fulltrúi
á Fiskivinnustovuni
Søkt verður eftir einum fulltrúa til Fiskivinnu-
stovuna.
Fulltrúin skal saman við leiðslu og øðrum
fulltrúum í Fiskimálastýrinum serliga arbeiða
við fiskiídnaðarmálum og fiskivinnuroynd-
um, herundir samskipa leiklutin hjá Fiski-
málastýrinum í verkætlanum innan fiski-
vinnugransking. Møguligar broytingar í virk-
isøkinum kunnu verða gjørdar.
Tað verður sett sum krav, at umsøkjarar hava
viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Harumframt er tað eitt krav, at umsøkjarar
hava góðan kunnleika til føroyskt og enskt
mál. Grundleggjandi royndir innan virkisøkini
verður roknað sum ein fyrimunur.
Umsøkjarar eiga at vera samstarvsfúsir, at
vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar,
at kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt
í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava
nógvan skund.
Setanarøkið er Fiskimálastýrið og deildir í
stýrinum, umframt onnur aðalstýri og løg-
mansskrivstovan.
Setanartreytir og løn verða sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu
setast Andras Kristiansen, deildarstjóra á
telefon 353030.
Umsóknir við prógvum og viðmælum skulu
verða sendar Fiskivinnustovuni, Yviri við
Strond 17, Postrúm 347, 110 Tórshavn og
skulu vera Fiskivinnustovuni í hendi í sein-
asta lagi mánadagin 25. september 2000,
kl. 16.00.
Fiskimálastýrið
Fiskivinnustovan
Fólk søkist
Fólk søkist til skósmiðjuna í SMS at
arbeiða seinnapartar frá kl. 13.00-17.30
mánadag til fríggjadag.
Løn sambært avtalu.
Send eina skrivliga umsókn innan
týsdagin 12.09.00.
Eisini ber til at ringja í skósmiðjuna
tel. 315141 at frætta meira um starvið.
Postboks 3166 • 110 Tórshavn • Tel. 31 51 41