hósdagur 14. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • hósdagur • 14. apríl 2005 • 79. árg.
Nýggi VW Passat, ið
vit herfyri royndar-
koyrdu í Barcelona í
Spania, er nú komin
til landið. Í hesum
sambandi verður opið
hús á Bilasøluni v.
Øssur Johannesen í
Hoyvík leygardagin
16. apríl
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi
at ein heilt nýggjur VW
Passat kemur á marknaðin.
Forgangarin kom fyrstu
ferð á marknaðin í 1996 og
var sostatt á marknaðinum í
umleið nýggju ár.
VW Passat er nú vorðin
ein størri og rúmligari bilur
enn forgangarin. Hann er
longri, breiðari og hægri,
bæði hvat viðvíkur plássin-
um í kabinuni og í viðføris-
rúminum, ið nú er tað
størsta í sínum klassa við
565 litrum. Serliga tað at
bilurin er breiðari er eitt tað
fyrsta ein leggur til merkis.
Kabinan er væl innrætt-
að, og forsetrini stuðla væl
og eru løtt at stilla inn til
røttu koyristøðuna. Nakka-
púturnar eru aktivar, so tær
verja móti koyrsilsbresti.
Koyrieginleikarnir eru á
sera høgum støði, og
elektromekaniska
servo-
stýringin saman við fram-
komna undirvogninum ger
sítt til, at bilurin er ein upp-
living at koyra.
Hondbremsan er avloyst
av eini elektroniskari par-
keringsbremsu, sum verður
aktiverað við einum knøtti
til vinstru á instrument-
borðinum. Bremsan slær
automatiskt frá, tá bilfør-
arin traðkar á koblings-
pedalin og startar bilinum,
setur í gir og aktiverar spit-
aran. Treytin er tó, at bil-
førarin er bundin í trygdar-
beltið, og hann hevur latið
hurðina aftur eftir sær.
Startlykilin er avloystur av
eini "diskett", sum verður
sett í start/stopp lyklar-
holið.
Reinsar bremsu-
skivurnar
Sum nakað heilt nýtt hevur
Passat eina trygdarskipan,
sum ger at tá tað sirmar ella
regnar, og viskararnir eru
aktivir, flyta bremsukloss-
arnir seg við jøvnum mill-
umbili inn móti bremsu-
skivuni, fyri at reinsa tað
vatnið burtur, ið kann seta
seg á bremsuskivurnar.
Hetta styttir munandi um
bremsulongdina í vátveðri.
Passat fæst í útgávunum
Trendline,
Comfortline,
Sportline og Highline. Í
standardútgávuni er bilurin
útgjørdur við t.d. fartpiloti,
fjarstýrdum sentrallási, el-
rútum, síðuspeglum við
hita, 16" hjólum, radio
v.fløguspælara,
Climatic
aircondition, og ESP (Elek-
tronic Stabilitet Program)
sum hjálpir um bilurin
glíður út í svingum.
Í fyrstu atløgu sær motor-
skráin sær soleiðis út. Ben-
sinmotorar: 1,6 litur FSI
við 115 hk, og 2,0 litur FSI
við 150 hk. Dieselmotorar:
1,9 litur TDI við 105 hk,
2,0 litur TDI við 140 hk.
Seinni koma fleiri aðrar út-
gávur og aðrir motorar,
sum t.d. 2,0 FSI turbo við
200 hk, 3,2 litur V6 4-
Motion við 250 hk, og 2,0
TDI við 170 hk.
Í sambandi við at nýggi
Passat er komin, verður
opið hús hjá Bilasøluni v.
Øssur Johannesen leygar-
dagin 16 apríl, har høvi
verður at síggja og roynda
bilin.
Nýggjur VW Passat og opið hús
Motorurin
2,0 litur 4 syl. FSI (bensin) 150 hk
0-100 km/t
9,4 sek.
Bensinnýtsla
12,1 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
476,5 cm
Breidd
182,0 cm
Hædd
147,2 cm
Eginvekt
1375-1475 kg
Viðførisrúm
565 litrar
Prísur
kr. 298.000,- (2,0 FSI Trendline)
Søluumboð
Bilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo
Metár hjá
Lamborghini
2004 varð eitt metár
hjá italsku Lamborgh-
ini
bilverksmiðjuni.
Seldir vóru 22 prosent
fleiri bilar, tilsamans
1592 í mun til árið fyri. 41 prosent av bilunum vórðu
seldir í USA og einans 5 prosent á italska heimamarkn-
aðinum
Kelda: Motor Magasinet
Daimler-
Chrysler
Chrysler høvdu í fjør
sítt besta ár síðan 1999
við einum yvirskoti upp
á 10,6 milliardir krónur,
og Mercedes høvdu eitt
yvirskot upp á 12,8 milliardir krónur í mun til 21,
milliardir krónur árið fyri
Kelda: Motor Magasinet
GM og
Cadillac
General Motors hava
ætlanir um at niður-
leggja framleiðsluna av
Cadillac á nøkrum bil-
verksmiðjum í USA or-
sakað av vantandi ordrum
Kelda: Motor Magasinet
VW Passat FSI Trendline
Øssur Johannesen, stjóri (v.m.), og Fróði Clementsen, sølumaður, við tveimum nýggjum VW Passat
Mynd: Jens Kristian Vang