Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2005 21 Gongubreytarumvælingar í Havn Í hesum døgum hevur Tórshavnar komm- una veruliga brotið upp um ermar, hvat ið vegarbeiði og –um- væling viðvíkur EYDNA SKAALE eydna@sosialurin.fo Fleiri av gongubreytunum í miðbýnum í Havn hava leingi trongt til eina kjerliga hond, og nú kemur hon endiliga. Tórshavnar býráð hevur nevniliga stungið fleiri umvælingar út í kortið. Býráðið sjálvt viðgongur eisini, at serliga gongu- breytirar í miðbýnum eru í so ringum standi, at tær eru til ampa fyri tey mongu ferðandi í miðbýnum. Eisini nógvir av veg- brunnunum eru illa farnir, og teir verða tí skiftir í sama viðfangi. Borgarstjórin sigur, at arbeiðið er lagt soleiðis til rættis, at tað skal órógva minst møguligt, og tí verð- ur tað gjørt í fleiri stigum. Ætlanin er, at alt arbeiðið skal vera liðugt 1. Nov- ember í ár. 1. stig Í eina tíð hevur nú ikki ver- ið gangandi á gongubreyt- ini á Áarvegnum, framvið Hotel Hafnia og oman til Seytjan, tí øll gongubreyt- in, sum hon er, er upp- grivin. Her verða m.a. kant- steinar skiftir út og nýggjar flisar lagdar á. Tað arbeiðið verður lið- ugt einaferð beint eftir hvítusunnu. 2. stig Á gongubreytini á Sverris- gøtu og Tinghúsvegnum, niðan til Bøkjarabrekku, fara teir at asfalterað av nýggjum. Arbeiðið byrjar í kom- andi viku, og verður ætl- andi liðugt um miðjan juni. 3. stig Á gongubreytini á Niels Finsens gøtu, frá Sjónleik- arhúsinum og oman ímóti Kongagøtu,. Hevur býráðið tikið avgerð um, at leggja nýggjar flísar á. Arbeiðið er ætlað at byrja nakrar dagar fyri jóansøku og at verða liðugt fyrst í september. So er bara at vóna, at býráðið hevur tikið hædd fyri Ólavsøkuni, og teim- um mongu fólkunum, sum tá ætla sær at spáka oman og niðan á júst tí teiminum. 4. Stig Á vegamótinum Tórsgøta og Sverrisgøta, verða kant- steinar settir upp, og brúgvasteinar lagdir. Ar- beiðið er ætlað at byrja seinast í august og at verða liðugt um miðjan septem- ber. Tórsgøta og Sverrigøta verða tá ætlandi stongdar eina viku, meðan steinarnir verða lagdir. Umvælingararbeiðið, sum Tórshavnar býráð longu er farið undir á Áarvegnum, er bert fyrsta stig av 4. Í alt summar verða ymsar gongubreytir í miðbýnum umvældar. Mynd Jens Kr. Vang Týr selur í USA Plátufelagið Tutl hevur seinastu tíðina merkt ein øktan áhuga úr USA fyri tónleikinum hjá Týr Týr selir alsamt fleiri fløgur í USA. Plátufelagið Tutl hevur seinastu tíðina merkt ein øktan áhuga úr USA fyri tónleikinum hjá Týr, og hetta kemst helst av, at umrøðu á internetinum. Eisini sølan í Týsklandi og Finnlandi gongur væl. Týr hevur biðið um pláss í danska Hansen Studio í heyst. Har skal triðja fløgan hjá Týr takast upp. Hetta er sama studio, sum seinasta fløgan hjá bólkinum, Eric The Red, varð tikin upp. Týr er ein av bólkunum, sum er boðin at spæla á Atlantic Music Event tann 23. apríl.