Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • hósdagur • 14. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Úrskurðurin hjá FSF í málinum um spæli- loyvini hjá B36 og KÍ staðfestir, at spæli- loyvini skulu vera í lagi, tá spælt verður. Og at hetta atlitið er fundamentalt í skip- anini av føroyskum fótbólti SPÆLILOYVI Jákup Mørk Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Bjarki Mohr, for- maður í kappingarnevndini hjá FSF, hevði verið ein av teimum, sum róu framund- ir, at B36 og KÍ kanska áttu at verið revsað umsitingar- liga, heldur enn dømd at tapa dystirnar. Bjarki vildi tó ikki gera nakrar sum helst viðmerk- ingar til málið, fyrr enn hann hevði kunnað feløg- ini, men mikumorgunin var hann fúsur at gera við- merkingar. - Tað er eingin loyna, at eg haldi revsingina hjá fel- øgunum vera harða, men samstundis bakki eg dómin upp. Tað er jú starvsnevnd- in, sum hevur tikið avgerð- ina, og henni eri eg partur av, staðfestir Bjarki. Eru grundleggjandi Í úrskurðinum hjá FSF verður sagt, at spæliloyvini eru av fundamentalum týdningi í føroysku fót- bóltsskipanini, og at hetta vigar meira, enn tað at brot- ið er framt av gáloysni heldur enn beráddum huga. Og spurdur beinleiðis um hetta, staðfestir Bjarki, at hetta var ein av høvuðsor- søkunum til niðurstøðuna. - Bæði í kappingarnevnd- ini og í FSF verður sagt bart út, at feløgini ikki hava framt brotið við vilja. Men siðvenjan fyri mál um vant- andi spæliloyvi, staðfestir, at hetta verður revsað við at tapa dyst. Saman við al- tjóða praksis er hetta tað, sum vit hava givið størstu vektina í okkara viðgerð. Fegin um viðgerðina Samstundis, so leggur Bjarki tó dent á, at hann er fegin um, at málið fekk somikið drúgva viðgerð, áðrenn endaligi úrskurður- in fyrilá. - Sjálvur eri eg av teirri fatan, at vit í størstan mun eiga at fylgja vanligum rættarpraksis. Eingi mál eru eins, og tí er umráð- andi, at vit fáa lýst hesi væl, áðrenn endalig støða verður tikin. Málið varð lýst frá A til Z, og nógv góð og saklig argumentir vórðu førd fram bæði fyri og ímóti feløg- unum. Men ein somikið drúgv viðgerð. Kann hon benda á, at FSF í framtíðini fer at bloyta reglurnar um spæli- loyvi upp? - Tað haldi eg ikki. Tvørt- ur ímóti hevur dómurin staðfest, at spæliloyvið skal vera í lagi. Talan er um groft brot á reglurnar, um hetta ikki er so, og tað er nú staðfest, at hetta verður revsað, hóast talan ikki er um tilætlað brot, staðfestir Bjarki Mohr at enda. Spæliloyvini eru altavgerandi Skipanin komin Í gjár var fótbóltsskipanin 2005 at fáa kring landið. Harvið er henta amboðið, sum er alneyðugt hjá øllum, ið hava við fótbólt at gera, tøkt. Skipanin, sum kostar 30 krónur, líkist sær sjálvari, og tað skal hon sjálvandi gera. -jh Vilja kæra leysgeving- ini Er ein teldupostur eins bindandi sum eitt undir- skrivað skjal? Tað tykist vera spurn- ingurin, nú B36 fer at kæra avgerðina hjá FSF, har liðið varð dømt at tapa dystin ímóti Skála í kapp- ingini um Løgmans- steypið. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á B36- formannin mikumorgunin, men á heimasíðu felagsins verður staðfest: »B36 held- ur tó, at umstøðurnar við- víkjandi leysgevingini av Eyðuni Højgaard eftir at hann spældi á 2. liði á heysti í fjør eru so ivasamar, at felagið fer at leggja úr- skurðin fyri dómsnevndina hjá FSF til endaliga av- gerð.« Og sum vit hava skilt tað, so fer B36 nú at seta spurnartekin við, um spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard nakrantíð hevur verið úr B36 seinasta góða árið. Orsøkin – vilja tey vera við - er, at leysgevingin av leikaranum byggir at sam- skifti umvegis teldupost, og ikki umvegins tær um- sóknir um flytan av loyvis- brøvum, sum vanliga verða nýttar. Spurningurin tykist tó vera, um B36 kemur nakr- an veg við hesum. Vanliga fatanin hevur í fleiri ár verið, at ein teldupostur er eins bindandi, sum var tal- an um vanligt brævasam- skifti. Og neyvan er nakað at ivast í, at málið við- víkjandi hesum spæli-loyv- inum ikki er eindømi um mál, sum er avgreitt um- vegis teldupost. Nevndin hjá B36 hevði fund týskvøldið, har spurn- ingurin um kæru varð við- gjørdur, men tað hevur so ikki eydnast okkum at fáa fatur á niðurstøðuni frá fundinum. -jm Listin verður dagførdur Í kjalarvørrinum á málin- um um spæliloyvini hjá KÍ og B36, er komið fram, at talan á ongan hátt hevur verið um fullfíggjað spæl- arayvirlit, sum FSF hevur latið feløgunum til góð- kenningar í januar mánaði. Millum annað ljóðar, at spælarar, sum fyri fleiri árum síðani hava skift fel- ag, framvegis standa skrá- settir hjá gamla felagnum, men sambært FSF-skriv- stovuni merkir hetta ikki, at spælararnir hava spælt ólógliga síðani flytingina. - Vit hava havt nakrar trupulleikar við konvert- eringum av data, tá vit hava flutt millum skipanir. Tað er orsøkin til, at fleiri villur eru í hesum listunum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF. - Men tað merkir so ikki, at spæliloyvini ikki eru flutt. Tað er sjálvt loyvis- brævið, sum er tað avger- andi, og tí er avgerandi hjá feløgunum, at tey hava hesi í lagi. Aðalskrivarin sigur ann- ars, at tey eru í ferð við at rudda upp í listunum, og júst tað var orsøkin til, at tey fleiri ferðir hava heitt á feløgini um at ganga spæl- aralistarnar ígjøgnum. - Nú fara vit so enn eina- ferð at rykkja feløgunum eftir hesum. Vit senda teimum listan yvir spæl- araskrásetingar, sum vit hava, og so fáa feløgini eina ávísa freist at svara hesum. Ætlandi verða endaligu listarnir síðani lagdir á heimasíðu okkara, og tað kann vónandi gera, at somu trupulleikar og ivamál ikki fara at stinga seg upp í framtíðini, sigur aðalskrivarin. Og so kundu vit hósk- andi skoytt afturat, at tað er helst lítil ivi um, at feløgini hesaferð fara at akta FSF í boðunum um at gjøgnum- ganga listan! -jm Formaðurin var ólógligur Tað var eingin minni enn formaðurin í ÍF-Føroyum, sum ikki ihevði spæli- loyvið í lagi, tá hann flutti aftur til Føroya. Eyðun Højgaard, sum er »ólógligi« spælarin, sum B36 nýtti á Skála, er nevn- liga formaður í føroyska útisetafelagnum. Tað merkir tó ikki, at Eyðun samstundis var tann, sum avgreiddi spæliloyvini hjá felagnum. Tað hava aðrir ábyrgdar- persónar havt ábyrgdina av. Og sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið úr útisetafelagnum, so varð váttan send DBU um, at spælarin hevði frítt at fara, so skjótt Eyðun hevði boðað frá, at hann nú aftur flutti til Føroya. -jm Royn fer til Dómsnevnd -ina Sum vit skrivaðu í blaðn- um í gjár, so gjørdi Kapp- ingarnevndin hjá FSF mánakvøldið av, at kæran hjá Royn um dystin móti B71 ikki varð gingin á møti. Orsøkin var fyrst og fremst, at FSF ikki vil døma felag at tapa dyst or- sakað av mistakið á dóm- araseðlinum, men hesa grundgeving vilja hvalb- ingar ikki góðtaka. Haðani verður sagt, at talan ikki er mistak av slíkum slag, sum á sinni feldi HB. Ta ferðina stóð "ólógligi" spælarin á seðl- inum, men mistakið var bara, at hann stóð við skeivum eftirnavnið. Hesa- ferð høvdu sandoyingar als ikki skrivað spælaran á seðilin, og tað vilja hvalb- ingar hava Dómsnevndina at siga sína hugsan um. -jm