hósdagur 14. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
23
Skála skal til Finnlands
Enn er tað kortini
ikki greitt hvørjum
felag Skála, sum fer at
royna seg í Europa
fyri fyrstu ferð, skal
spæla ímóti
INTERTOTO
Jóannes Hansen
11. apríl varð lutur kastaður
á høvuðsskrivstovuni hjá
UEFA í Nyon í Sveis um,
hvussu liðini skulu hittast í
fyrsta umfarinum í Intertoto
Cup.
Føroyar verða umboðað-
ar av Skála í hesi kapping-
ini. Fyrsta umfarið verður
18./19. og 25./26. juni, og
eftir lutakastið er tað greitt,
at Skála í fyrsta umfarinum
skal spæla ímóti einum
finskum felag. Enn er kort-
ini ikki greitt, hvat fyri fel-
agi skálamenn skulu spæla
ímóti. Sambært lutakastin-
um fer Skála at eiga
heimavøll í fyrra dystinum.
Skála hevur ongantíð áður
roynt seg í altjóða fótbólti.
At teir í ár eiga tann rættin
kemst av, at góðu avrikini í
fjør bóru triðja plássið í
landskappingini við sær.
Sambært kappingarskip-
anini eru tveir landskapp-
ingardystir hjá Skála fluttir
til mikudagar orsaka av Int-
ertoto Cup kappingini. Í
trettanda umfarinum skal
Skála mikudagin 15. juni
spæla á heimavølli ímóti KÍ,
og í 14. umfarinum skal
Skála mikudagin 22. juni
spæla á útivølli ímóti HB.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at hjá skálamonnum
fara stórar avbjóðingar at
standa á skránni 15. juni, 18.
juni, 22. juni, 25. juni og so
aftur 3. juli, tá ið teir í
fimtanda umfarinum skulu
spæla landskappingardyst á
heimavølli ímóti NSÍ.
Um tað fer at eydnast
Skála at basa finska mót-
støðuliðnum í Intertoto
Cup, so bíðar belgiskt felag
í næsta umfarinum. Upp-
gerðirnar ímóti teimum eru
settar at vera 2/3. juli og
9./10. juli.
61 feløg úr 44 av teimum
52 UEFA limalondunum
fara at luttaka í Intertoto
kappingini. Trý tey bestu
teirra fara at fáa rætt at
spæla í UEFA kappingini í
heyst.
vu.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
11
11- 0 - 0
837
482
355
35
2 Stjørnan
12
11- 0 - 1
785
488
297
35
3 Neistin
13
10- 0 - 3
776
563
213
30
4 Søljan
12
6 - 0 - 6
694
605
89
20
5 VÍF
12
5 - 0 - 7
596
611
-15
15
6 StÍF
11
2 - 0 - 9
543
672
-129
9
7 Kyndil
14
3 - 0 - 11
539
778
-239
9
8 Tjaldur
11
0 - 0 - 11
351
922
-571
0
Skála hevur ongantíð áður
roynt seg í altjóða
fótboltshøpi
Sosialurin
og eygað
ÍF er oddalið í bestu deild-
ini. Tað hevur sást aftur í
Sosialinum eftir tvey tey
síðstu vikuskiftini. Dystir-
nir á heimavølli ímóti GÍ
og á útivølli ímóti Skála
hava fingið meiri umrøðu
enn nakar annar dystur.
Talan er um nýggjar tíðir í
Fuglafirði, og Sosialurin
er við uppá tað.
Ein partur av upptaktini
undan dystinum á Skála
snúði seg um, at Bartal
Eliasen ikki fór at vera á ÍF
liðnum, tí hann skuldi utt-
anlands. Tað segði ÍF
venjarin fyri Vikuskiftis
Sosialinum.
Sunnudagin var Bartal
Eliasen millum teir mest
eyðsýndu á ÍF liðnum,
sum spældi 3-3 á Skála. Í
týsdagsútgávuni spurdu vit
ÍF venjaran, um hann við
útsøgnini um Bartal undan
vikuskiftinum spældi Sosi-
alinum og serliga Skála
eitt puss. Skilagóði ÍF
venjarin
greiddi
frá,
hvussu hetta hekk saman,
og Sosialurin bar áhuga-
verdu søguna.
Onkur í Fuglafirði hevur
fingið ilt av hesum, og
ákærir Sosialin fyri at
válka sær í sjúkum barni.
Sosialurin hevur í hesum
førinum sligið positiva
tónan ann, og tey, sum
hava fingið nakað annað
burturúr, kunnu hava ikki
lisið greinina. At forsíðu
ávísingin kanska kundi
havt verið orðað eitt sindur
elegantari kann kanska
diskuterast.
- blm.
Nýggj nevnd
á Argjum
Fróði Ó. Hansen er
nýggjur formaður í
Argja Róðrarfelag
AÐALFUNDUR
Jákup Mørk
Tann 3. apríl hevði Argja
Róðrafelag
aðalfund.
Millum evnini á fundinum
var nevndarval, og hetta
gjørdi av, at Fróði Ó. Ola-
sen nú er formaður í fel-
agnum. Hans J. Arge er
næstformaður, Heidi Joen-
sen er skrivari, Edvard Ol-
sen er kassameistari og
Eyðbjørn K. Mouritsen er
fimti nevndarlimurin.
Árið í fjør var annars
metár á Argjum. Ikki færri
enn trý gull og eina bronsu
vunnu teir fýra bátarnir hjá
felagnum í FM-kapping-
ini, og hetta hava tey á
Argjum ongantíð roynd
fyrr. Og sum bonus varð
felagið eisini kosið ársins
róðrarfelag á gallaveitsl-
uni, eins og lesarar hjá
Dimmalætting útnevndu
felagið at hava framt ársins
ítróttarbragd.
Sagt verður annars, at
bátarnir hjá felagnum nú
eru mannaðir, og at felagið
í fer at taka lut við fimm
bátsmanningum. Súlan er
leigað til felagið, og hon
fer at hava eina gentu-
manning.
Harumframt
verða so Blikur við tveim-
um manningum, Lómur og
Argjabáturin við í FM-
kappingini.
-jm
Tung støða
hjá Tromsø
Hóast teir aftur í ár eru í
finaluni um norska meist-
araheitið í mansflogbólti,
so er fíggjarliga støðan alt
enn góð í felagnum hjá
Rúna Weihe, BK Tromsø.
Í fyrsta finaludystinum
móti Nyborg vann Tromsø,
men fíggjarligir trupulleik-
arnir í felagnum hava av
álvara rúgvað seg upp, nú
næsti finaludysturin er á
skránni. Hesin skal nevn-
liga spælast í Bergen, og í
Tromsø hava tey ikki so
frægt sum ráð til ferðaseðl-
arnar til norska høvuðs-
staðin.
Kostnaðurin fyri eina
slíka
ferð
liggur
um
30.000 kr., og hesar hevur
felagið nú fingið vinnu-
lívið í býnum at útvega.
Men hóast tungu fíggj-
arligu støðuna, so er
stjórin í felagnum Harald
Markussen bjartskygdur.
Ikki minst tí felagið longu
nú hevur leikarahópin til
komandi kappingarár klár-
an. Ein hópur, sum eisini
inniheldu navnið á Rúna
Weihe.
-jm
VÍF-Kyndil 28-
20(13-13):
Nærkast
endanum
Mánakvøldið
spældu
kvinnuliðini hjá VÍF og
Kyndli ein framskundaðan
dyst í Sunset-kappingini í
Vestmanna.
VÍF
vann
dystin trygt, men tað var
ikki fyrr enn í seinna hálv-
leiki, at nakar munur var á
liðunum báðum.
Fleiri av feløgunum í
Sunset-kappingini
hava
framskundað sínar dystir
fyri at stytta um kapping-
arárið. Til dømis hevur
Kyndil nú bert tann eina
dystin eftir, sum er á
skránni 23. apríl.
Upprunaliga var ætlanin,
at tá ið kappingin endar
30. apríl, skuldi fult umfar
verða á skránni, men so-
leiðis verður neyvan, og
allarhelst verður bert dyst-
ur millum Stjørnuna og
VB tann dagin.
tn
VÍF-Kyndil 28-20(13-
13)
VÍF: Ioana Rapa 14(2),
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5,
Alis Høghamar 3, Finngerð
Jensen
2,
Linda
Jo-
hannesen 1, Tórun Jónolvs-
dóttir 1, Torgunn Johansen
1, Annfríða Helgadóttir 1
Kyndil: Ronja Mikkelsen
9(6), Súsanna Petersen 2,
Ann-Mari Wang 2, Hildur
Høghamar 2, Randi Ward-
um 2, Linda Weihe 1,
Kari-Ann Petersen 1, Lotte
Sørensen 1
Brotskøst:
VÍF
3(2),
Kyndil 7(6(
Útvísingar: VÍF 5, Kyndil
5
Dómarar: Hannis og Uni
Wardum
Áskoðarar: 31
Kyndil-Stjørnan 18-
42(11-25):
Kyndil lið-
ugt fyri í ár
Týskvøldið var dystur í
Sunset-kappingini á Hálsi
millum Kyndil og Stjørn-
una. Kyndilsvenjarin, Geir
Wardum, boðaði fyrr í ár
frá, at hann fór at gera eina
roynd at framskunda dyst-
irnar hjá sínum liði, so-
leiðis at kappingarárið
bleiv stytt mest møguligt.
Hetta hevur eisini eydn-
ast teimum, og dysturin
móti Stjørnuni týskvøldið
var eisini tann síðsti hjá
Kyndli í hesum kappingar-
árinum.
Mótstøðan í seinasta
dystinum var tó alt ov sterk
fyri Kyndil, sum mátti
leggja rygg til ein knús-
andi ósigur. Stjørnan vann
stórt 42-18.
Besti
málskjútti
hjá
Kyndli
var
Ann-Mari
Wang við sjey málum, og
Una Olsen skeyt eisini sjey
mál fyri Stjørnuna.
-tn
Kyndil-Stjørnan 18-
42(11-25)
Kyndil: Ann-Mari Wang
7, Randi Wardum 4, Ronja
Mikkelsen 2(1), Linda
Weihe 1, Ása Apol 1, Sús-
anna Petersen 1, Kari-Ann
Petersen 1, Hildur Høg-
hamar 1
Stjørnan: Una Olsen 7,
Anna K. Samsons 6, Kat-
arina Stjepanov 6, Alina
Olaru 6, Bára S. Klakstein
6, Annika Ljósstein 6(1),
Joan M. Djordjevic 5(1)
Brotskøst: Kyndil 1(1),
Stjørnan 4(2)
Útvísingar:
Kyndil 3,
Stjørnan 3
Dómarar: Sámal Hansen
og Dánjal Samuelsen