hósdagur 14. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 70 - 14. apríl 2005
Chelsea vardi borg
Hóast Bayern Mün-
chen skapti fleiri mál-
møguleikar enn
Chelsea, so var tað
London-liðið, ið
sleppur at halda fram
í Champions League.
Hin fjórðingsfinalan
millum Milan og Int-
er varð avblást, tá eitt
korter var eftir at
leika orsakað av
ófriði á áskoðara-
plássunum. UEFA fer
at gera ein úrskurð
um málið í nærmastu
framtíð, men Milan
fer við vissu víðari til
hálvfinaluna
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Enn einaferð megnaði José
Mourinho at skapa polemik
í sambandi við ein stórdyst.
Hesuferð var Chelsea á
vitjan í suðurtýska býnum
München, men Mourinho
hevði leikbann og mátti tí
sita á áskoðaraplássunum
ístaðinfyri við síðulinjuna,
har hann plagar at dirigera
sínum troppum.
Seinastu vikurnar hevur
eitt áhaldandi stríð verið
millum UEFA øðrumegin
og Chelsea og Mourinho
hinumegin. UEFA hevur
m.a. givið Mourinho tveir
daga leikbann fyri hansara
ákæringar móti dómara-
num Anders Frisk. Hetta
hevur eisini sett dám á
ítróttarsíðurnar í teimum
evropeisku bløðunum.
Og týsdagin vísti Chelsea
enn einaferð sína vanvirð-
ing yvirfyri UEFA. Hetta
hendi á tíðindafundinum
undan dystinum millum
Bayern og Chelsea.
Meðan
Bayern
sendi
sínar kanónir, sum vóru
venjarin Felix Magath,
Oliver Kahn og Owen Har-
greaves, at svara spurn-
ingum frá fjølmiðlunum, so
sendi Chelsea Luis Faria, ið
stendur fyri kropsligu venj-
ingini hjá Chelsea-leikar-
unum,
og
eykamannin
Mikael Forssell. Hetta var
eitt greitt signal til heimin
um, at Chelsea ikki ætlar
sær at dansa eftir pípuni hjá
UEFA.
UEFA umboðsmaðurin
var ikki blíður eftir tíðinda-
fundin og vísti á, at hetta
var sera óhóskandi atburð-
ur, og at ein slík lítisvirðing
av tíðindafundinum bert
kundi tulkast á ein hátt, og
tað var, at Chelsea vildi
vinna UEFA neisir fyri
leikbannið móti Mourinho.
Dysturin
Men aftur til dystin (tá
Mourinho er í nánd endar
tað mangan við, at man
tosar um tað, ið hendir utt-
anfyri vøllin).
Bayern München vann
dystin 3-2, eftir at Chelsea
hevði verið frammanfyri 1-
0 í steðginum. Tað var sum
ikki einaferð miðvallarin
Frank Lampard, ið fekk
fyrsta málið í dystinum. Joe
Cole var upphavsmaður, tá
hann legði bóltin útfrá til
Lampard, sum royndi seg
við langskoti. Bólturin bar
við beinið hjá Lucio og
snýtti fullkomiliga Kahn í
málinum.
Bayern legði annars hart
út, og hevði tvær vanda-
miklar royndir innanfyri
fyrst tíggju minuttirnar. Tað
var øllum greitt, at týska
stórfelagið ikki fór at tapa
uttan ein harðan dyst. Tí var
tað ein dyggur smeitur fyri
týskarar, tá Chelsea fekk
hetta sera hepna málið.
Eftir steðgin helt Bayern
fram við at leggja trýst á
Chelsea málið, og tað gav
eisini úrslit miðskeiðis í
seinna hálvleiki. Tann altíð
vandamikli Ballack sendi
ein góðan høvdara móti
málinum, ið Cech bert fekk
bjargað á stongina, og so
hevði Pizarro lætt við at
javna til 1-1.
Løtuna eftir útjavnandi
málið legði Bayern nógv
fyri í jagstranini eftir fleiri
málum, og tað stóð eisini
nógv á hjá Chelsea. Eitt
innlegg endaði á tvørstong-
ini, og Gudjohnsen bjargaði
eisini á sjálvari málstrikuni.
Chelsea fekk tó avgerandi
málið tíggju minuttir fyri
leiklok. Enn einaferð var
tað Joe Cole, ið stóð fyri
upplegginum. Hann fang-
aði ein bólt heilt niðri í
horninum, sendi innfyri til
Drogba, ið sera hegnisliga
snaraði innlegginum innum
handara stólpa til 2-1. Tá
var dysturin í roynd og veru
liðugur, tí Bayern nú skuldi
skora trý mál fyri at lív-
bjarga sær.
At Bayern skoraði tvey
mál í teimum seinastu min-
uttunum hevði bert kosmet-
iskan týdning. Samanlagda
úrslitið gjørdist tískil 6-5 til
Chelsea, sum fer víðari í
hálvfinaluna. Chelsea skal
tá møta antin Juventus ella
Liverpool.
Veikleikin hjá Chelsea er
heilt einfalt, at ov nógv mál
fara ígjøgnum, og spurn-
ingurin er, um tað ikki kann
raka teir meint, tá teir ev-
entuelt møta tí traditionelt
sterka italska verjuspæl-
inum.
Skandala á San Siro
Dysturin á San Siro millum
AC Milan og Inter varð
steðgaður, tá sjeytitríggir
minuttir vórðu leiktir. Or-
søkin var, at viðhaldsfólk
hjá Inter tveittu fýrverk á
vøllin, og eitt rómverjaljós
rakti eisini málverjan hjá
Milan, Dida.
Dómarin Markus Merk
gjørdi fyrst av at steðga
dystinum eina løtu fyri at
vita, um ikki áskoðararnir
fóru at sissast. Men einki
batti, tí enn meira fýrverk
varð tveitt út á vøllin.
Eftir ein steðg, ið vardi
tjúgufimm minuttir, varð
dysturin
steðgaður,
og
UEFA skal nú taka støðu
til, hvussu hetta málið skal
avgreiðast. Væntandi fer
Milan víðari uttan víðari
hóvasták, og Inter fær eina
stóra bót.
Støðan var annars 1-0 til
Milan, tá dysturin varð
avblástur. Málið skoraði
Shevchenko eftir hálvan
tíma, tá hann breyt ígjøgn-
um úr høgru og sendi eitt
skot upp í hornið. Shev-
chenko skuldi annars havt
verið rikin av vølli eftir bert
tríggjar minuttir, tá hann
skallaði verjuleikaran Mar-
co Materazzi, men dómarin
varnaðist ikki hendingina.
Shevchenko kann tí vænta
sær leikbann til hálvfinal-
una, um UEFA velur at taka
málið til viðgerðar.
Milan liðið var als ikki so
væl fyri, sum vit áður hava
sæð teir. Inter hevði fleiri
vandamiklar møguleikar,
men málverjin Dida stóð
ein branddyst og helt eisini
málið reint. Inter hevði eitt
skot á stongina og eitt
brotsspark, ið ikki bleiv
dømt.
Tað, ið fekk bikarið hjá
Inter viðhaldsfólkunum at
flóta yvir, var tá málið hjá
Cambiasso varð kolldømt á
sera tunnum grundarlagi.
Eftir hetta regnaði fýrverk-
ið út á vøllin, og dysturin
steðgaður. Milan skal møta
antin PSV ella Lyon í hálv-
finaluni.
UEFA Champions
League, 2.
fjórðingsfinalur:
Bayern
München
—
Chelsea 3-2 (0-1)
0-1: Frank Lampard (30)
1-1: Claudio Pizarro (65)
1-2: Didier Drogba (81)
2-2: Paul Guerrero (90)
3-2: Mehmet Scholl (90)
Chelsea vinnur samanlagt
6-5
Inter — AC Milan 0-1 (0-
1) 0-1: Andrei Shev-
chenko (30)
(Dysturin avblástur eftir 73
minuttir vegna ófrið á
áskoðaraplássunum)
Milan vinnur samanlagt 3-
0 (UEFA skal tó taka enda-
liga støðu í málinum)
Marco Materazzi (Inter) og Rui Costa (Milan) bíða, meðan rómaraljósini brenna á vøllinum á Guiseppe Mezza stadion
Mynd: Reuters
Milan
vann
dystin
Eftir at greinin varð
skrivað, feldi UEFA
dóm um, at seinna fjórð-
ingsfinalan millum Inter
og Milan verður ikki
uppafturtikin.
Tá ið dysturin bleiv av-
blástur, var støðan 1-0
til Milan, og ein um-
boðsmaður fyri UEFA
boðaði seint týskvøldið
frá, at Milan verður
dømt at vinna dystin, og
harvið halda fram í
Champions
League
kappingini.