Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Silly Boys og Enjoyers stýra pallinum - og gólvinum, nú Neistin átjanda árið á rað skipar fyri ferð aftur í trýssini 60’INI Jákup Mørk Tað byrjaði sum eitt tiltak, ið einans var ætlað sum eitt hugnaligt fríggjakvøld í 1988. Neistin við Vagni Michelsen á odda skipaði fyri 60’ara dansi, og at spæla høvdu teir fingið Faroe Boys, Cream Crack- ers og Twilight. Tað stóð tó skjótt greitt, at Neistin við hesum hevði rakt beint á papageykin. Eftir tveimum døgum vóru atgongumerkini til kvøldið útseld, og so varð leygar- kvøldið eisini sett á skránna. Og eftir søguliga fyrsta árið, hevur eingin ivast í, hvat 60’ini eru fyri eitt tiltak. Eins trúføst og til ólavsøkku hava fólk úr øllum landinum, bindi- klubbar og grannaløg ferð- ast til høllina á Hálsi, tá árliga tiltakið hevur verið á skránni. Til dans og gaman, reyp og nostalgi. Ja, snøgt sagt, so hava fólk leita sær aftur til ungdómin aftur. Eisini hóast føðibrævið kanska hevur sagt, at talan ikki longur er um »ung- dommens vår« longur. Silly Boys Og hetta vikuskiftið stend- ur tiltakið so aftur á skránni. At spæla til dansin hesaferð eru Silly Boys og Enjoyers, og hóast gamlir í garði, so er einki at ivast í, at fáir dugdu at swinga í 60’unum eins og teir. Silly Boys byrjaði í 1961 í einum kjallara í Fugla- firði, og við Jóannes í Inni- stovu sum sangara og front- figuri setti bólkurin sín av- gjørda dám á dansium- hvørvið í sekstiárunum. Teir góvu at spæla í 1970, og við einum undantaki – Skansastovukonsertin í 1978 – var friður frá teirra síðu, fram til Neistin í 1989 fekk teir á pallin. Og her verða teir so aftur í ár. Hóast teir ikki allir eru í Føroyum longur, so ber til at fáa flogferðaseðlar at binda alt saman við, og so er lag á manni. Manningin í bólkinum um vikuskiftið verður: Stanley Samuelsen, Magnus Jacobsen, Óli Jo- hannesen, Jónsvein Poulsen og Torkil Johannesen. Enjoyers Enjoyers eru fyri fjórðu ferð partur av tiltakinum. Hesin bólkurin byrjaði í Havn, har Djóni Andrea- sen, Hans Christian Cle- mentsen, Birgar Johanne- sen og Steingrím Abraham- sen gjørdu av at royna seg. Teirra tónleikur er kanska ikki heilt so rokk- utur, sum hann er hjá Silly Boys. Talan er meira um in- strumentalar sjelarar, sum við góðum íblástri frá the Shadows ivaleyst kunnu fáa mong 60’ara hjørtu at blotna. Sangur verður tó eisini við í skránni hjá enjoyers, og er tað altíð fúsi Robert McBirnie, sum stendur fyri hesum. So samanlagt man lítil ivi vera um, at rættur 60’ara dámur aftur verður á Hálsi hetta vikuskifti. Klaksvík 5. til 7. august fríggjakvøld frá kl. 20.00 ( Brian McFadden ) leygardag frá kl. 15.00 ( Shakin’ Stevens ) FORSØLA Fríggjadagur: kr. 300,- Leygardagur: kr. 300,- Vikuskiftispass: kr. 395,- ( serligur forsølupr. fram til 1. juni ) - Spar meir enn 40% og tryggja tær pláss nú ! Barna Vikuskiftispass: kr. 175,- ( 5 - 12 ár ) ( EINANS 2000 ATGONGUMERKIR VERÐA SELD Í FORSØLU ) Atgongumerki fáast í forsølu á Shell-støðunum kring landið Tjalding kann bíleggjast á Norðoya Kunningarstovu Tel. 456939 + NÓGVIR AÐRIR SPENNANDI BÓLKAR Høvuðsstuðul SHAKIN’ STEVENS - Fleiri enn 1.000 eru seld ! www.summarfestivalur.fo síggj video-klipp BRIAN McFADDEN LAWETZ 60’ini komin í vaksnamannárini So eru 60’ini aftur á skránni. Hesaferð við Silly Boys og Enjoyers á pallinum