Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni á røntgen- deildini á Lands- sjúkrahúsinum, vátt- ar, at bíðitíðin í løtuni til mammografi- kanning er út við 16 vikur. - Er ein knykil stað- festur, royna vit, alt vit kunna, at taka kvinnuna fram um, um tað ber til. Stóri trupulleikin er, at deildin er so undir- mannað í mun til arbeiðsbyrðuna, sigur yvirlæknin BÍÐILISTI Á LSH Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Um ein kvinna hevur fingið staðfest ein knykil í bróstinum, gera vit, hvat vit kunna, fyri at kroysta hana inn ímillum á bíðilistanum til mammografi-kanning, allarhelst innan tvær vikur. Tí er tað sera týdningar- mikið, at vit fáa greið boð um, hví kvinnan skal kann- ast, sigur Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni á rønt- gendeidini á Landssjúkra- húsinum. Jógvan vísir á, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til at kvinnur ynskja eina mammog raf ikanning. Summar hava følt okkurt, summar bera ótta fyri, at tær hava arvað sjúkuna, meðan aðrar bert vilja tryggja sær, at onki er galið. Fjølmiðlarnir ávirka - At eftirspurningurin eftir hesum kanningum er so stórur í løtuni, er uttan iva ein avleiðing av nógva tos- inum um mammografi, sum hevur verið í fjølmiðl- unum í seinastuni. Um vit fylgja gongdini yvir eitt áramál, sæst rættiliga týði- liga, at hesi bæði tingini hanga saman, sigur Jógvan. Men sambært yvirlækn- anum, er grundleggjandi orsøkin til langa bíðilistan, at røntgendeildin er so und- irmannað í mun til arbeiðs- byrðuna sum heild. Meðan talið á mammografi kann- ingum er økt við út við 40% seinastu 10 árini og samlaða tali av kanningum við 26%, hevur starvsfólka- talið á deildini verið óbroytt í 20 ár. Og hetta ávirkar øll kanningarøki á deildini. Deildin hevur fleiri ferðir sett fram ynski um, at fáa 6 Nr. 71 - 15. apríl 2005 - Kvinnur við knykli í bróstinum verða ikki tiknar fram um á bíðilistanum til mammografi-kann- ing. Tann, sum pá- stendur tað, sigur ósatt. Var eg ikki sjálv farin til Danmarkar, stóð eg framvegis á einum 14 vikurs bíði- lista hjá Landssjúkra- húsinum, sigur ein kvinna, sum í farnu viku tískil varð skurðviðgjørd fyri bróstkrabba á donsk- um privatsjúkrahúsi BÍÐILISTIN Á LSH Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 16. mars fær ein føroysk kvinna staðfest ein knykil í bróstinum. Eftir ávísing frá læknanum vendir hon sær alt fyri eitt til Landssjúkra- húsið fyri at avtala eina tíð at koma til mammografi- kanning. Kvinnan ger frá byrjan greitt, at ein knykil er staðfestur, men fær kort- ini boð um, at orsakað av langa bíðilistanum, kann hon ikki koma til kanning fyrr enn 23. juni. Also 14 vikur seinni. Samstundis fær hon at vita, at um støð- an er heilt bráðfeingis, kann hon fáa læknan at skunda undir umsóknina. Um hetta ikki ber til, kann hon sjálv kanna møguleik- arnar fyri at koma til kann- ing uttanlands. Knykilin var illkynjaður Kvinnan fekk seg illa at trúgva boðunum, hon hevði fingið, og ringdi tískil fleiri ferðir aftur til Landssjúkra- húsið fyri at tryggja sær, at hon hevði skilt tey rætt. Men svarið var tað sama hvørja ferð. - Eg dugdi veruliga ikki at síggja, hvussu støðan skuldi gerast meir bráð- feingis fyri tað, um eg fekk læknan hjá mær at siga Landssjúkrahúsinum tað sama, sum eg sjálv hevði sagt teimum fleiri ferðir. Eg visti eisini, at ikki hoyrdi til sokallaða vandabólkin, har bróstkrabbi er í familjuni, sum møguliga kundi gjørt, at eg var tikin fram um onnur á bíðilistanum. Tað einasta eg visti var, at eg orkaði ikki at bíða í 14 vik- ur eftir møguliga at fáa at vita, at eg hevði krabba- mein. Kvinnan valdi tískil sjálv at fáa eina avtalu og rinda fyri at verða kannað á ein- um donskum privatsjúkra- húsi. Í farnu viku var enda- liga svarið so greitt: Knyk- ilin var illkynjaður. Kvinn- an vendi sær aftur til Landssjúkrahúsið, hesu ferð fyri verða skurvið- gjørd, men fekk at vita, at viðkomandi lækni var í feriu. Tískil fór kvinnan aftur til Danmarkar, har hon fríggjadagin var skurð- viðgjørd fyri bróstkrabba. Andsøgn - Eg veit sjálvandi ikki, hvussu nógv mín støða var versnað, um eg skuldi gingið og bíða til 23. juni fyri at koma til kanning á Landssjúkrahúsinum. Men hendan bíðitíðin er í øllum førum í stórari andsøgn við áhaldandi tilráðingarnar frá læknum og mynduleikum um, at kvinnur sjálvar skulu kanna seg fyri knyklar í bróstinum og fara til læknan alt fyri eitt, um okkurt er. Vit fáa jú alla- tíðina at vita, at jú fyrr við- gerðin fyri krabbamein kemur í gongd, tess betri eru møguleikarnir fyri at yvirliva. Hetta kann bert skiljast á tann hátt, at órimiliga langi bíðilistan í ringasta føri kann kosta lív, sigur kvinnan. Kvinnan leggur afturat, at hjá henni er ikki so nógv annað at gera nú enn at taka ímóti teimum eftirviðgerð- artilboðum, sum eru, og so vóna tað besta. Men hon stúrir fyri, hvussu nógvar kvinnur standa í somu støðu, sum hon stóð í fyri eini viku síðani - í nívandi ótta við einum knykli í bróstinum uttan útlit til at verða kannaðar fyrr enn um eini tríggjar mánaðir. - Eg vil bara, at kvinnur skulu vita, at tær skulu ikki vænta sær at verða tiknar fram um á bíðilistanum, fyri tað um ein knykil í bróstinum er staðfestur. Pá- stendur Landssjúkrahúsið ella landsstýrismaðurin tað, siga tey ósatt, sigur kvinn- an. Spæla við heilsuna Kvinnan kann bara ímynda sær, at politikarnir onki ána um støðuna, tá teir nú hava ætlanirr um at brúka milli- ónir uppá at fara undir mammografi-screeningar, sum eru kanningar av kvinnum, sum enn ikki hava funnið nakran knykil. - Eitt er, at tað eftir øllum at døma er sera ivasamt, hvussu gott tað er við mammografi-screeningum. Men at brúka milliónir og ovurhonds nógva orku til at leita eftir møguligum knyklum í bróstinum, tá vit ikki ein gang megna at taka hond um knyklar, sum longu eru staðfestir, tykist púra purturvið. Hetta er at spæla við heilsuna hjá kvinnum, sigur ørkymlaða kvinnan. Í Danmark hevur heilsu- stýrið sett krav til amtini um, at tað í mesta lagi mugu ganga tvær vikur frá tí ein knykil er staðfestur, til mammografikanningin verður gjørd. Maktar al- menna sjúkrahúsið ikki at gera hesa kanning til ásettu tíð, hevur kvinnan rætt til at verða kannað á privat- sjúkrahúsi, har tað almenna rindar kostnaðin. Føroyska kvinnan hevur higatil sjálv goldið 8000 krónur fyri kanningina um- framt ferðaútreiðslur tvær ferðir aftur og fram til Dan- markar. Um hon fær hetta endurgoldið frá føroyskum mynduleikum er sera iva- samt. Tað hava teir nevni- liga ikki skyldu til, so leingi tað ikki er føroyska heilsuverkið sum hevur ávíst sjúklinginum viðgerð aðrastaðni. Kvinna við bróstkrabba: Myndugleikarnir lúgva um bíðilistan Røntgenlækni: Gera alt vit kunna - Stóri trupulleikin á deildini er, at vit eru so undir- mannað í mun til øktu arbeiðsbyrðuna, sigur Jógvan Dahl Niclasen, yvirlækni á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum