fríggjadagur 15. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2005
7
- Stig eru nú tikin, so
sleppast kann undan
misskiljingum, tá
kvinnur fáa ávísing til
mammo-
grafikanningar.
Megnar Lands-
sjúkrahúsið fram-
vegis ikki at kanna
hesar kvinnur inn-an
rímiliga tíð, eiga tær
at verða sendar
aðrastaðni uttan
nakra diskussión,
sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýris-
maður í heilsumálum
BÍPILISTI Á LSH
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Bráðfeingis tilburðir eiga
undir ongum umstøðum at
enda á vanliga bíðilistanum
til mammografi-kanningar.
Tískil fingu allir komm-
unulæknar í Føroyum í gjár
boð um, sjálvir at venda
sær til røntgendeildina, tá
teir ávísa eini kvinnu til
mammografi-kanning. Tað
er nevniliga alt avgerðandi,
at røntgendeildin fær púra
greið
boð
um,
hvørt
kvinnan skal setast á tann
vanliga ella bráðfeingis
bíðilistan. Hetta sigur Hans
Pauli Strøm, nú hann hevur
kannað, hvør trupulleikin
við langa bíðilistanum til
mammografi-kanningar í
veruleikanum er.
Læknin boða frá
Higartil
hevur
manna-
gongdin verið tann, at
kvinnan, eftir at hava fingið
ávísing frá læknanum, sjálv
setur seg í samband við
Landssjúkrahúsið fyri at
avtala
eina
tíð
til
mammograf i-kanning.
Sambært
lands-
stýrismanninum hendir tað
seg tíverri, at kvinnan ikki
fær greitt nóg væl frá, hvør
orsøkin er til kanningina.
Tað er eftir øllum at døma
hetta, sum er or-søkin til, at
onkur
bráð-feingis
tilburður er endaður á
vanliga bíðilist-anum. Tí er
áðurnevnda
skriv
sent
øllum kommunulæknum,
fyri at tryggja, at kvinnan
kemur á rættan bíðilista,
sigur Hans Pauli Strøm.
Spurdur,
um
heilsu-
myndugleikarnir framvegis
ætla
at
fara
undir
mammografi-screeningar
(fólkakanningar, blaðkv.),
so leingi verandi trupulleiki
við bíðilistanum á Lands-
sjúkrahúsinum
ikki
er
loystur,
sigur
landsstýrismaðurin, at hesi
bæði málini ikki beinleiðis
hava nakað við hvørt annað
at gera. Og tó.
- Áðrenn farið verður
undir at gera screeningar,
mugu vit meta um, um
fyritreytir eru fyri tí. Og
bíðilistin
á
landssjúkrahúsinum hevur
sjálvsagt týdning fyri eina
slíka meting. Fyribils er ein
lækni afturat til røntgen-
deildina raðfestur høgt í
tilmælunum til komandi
fíggjarlóg. Hvørja viðgerð
hetta tilmælið fær, ber ikki
til at siga í løtuni, sigur
Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm:
Trygd fyri bráðfeingis bíðilista
ein røntgenlækna afturat,
men enn er onki hent.
Misskiljing
Jógvan
Dahl
Niclasen
skilur ikki rættiliga, hví ein
kvinna, sum hevði bráð-
feingis tørv á mammografi-
kanning, ikki varð tikin
fram um onnur á bíðilistan-
um. Talan má vera um eina
misskiljing, heldur hann, tí
deildin vanliga roynir at
leggja upp fyri slíkum
bráðfeingis tilburðum.
Spurdur, hvørja ávirkan
langa bíðitíðin kann hava,
tá tað snýr seg um ein
knykil í bróstinum, minnir
Jógvan á, at hetta er ikki
hansara serøki. Men eftir, tí
hann skilur, hava nakrar
vikur neyvan tann stóra
týdningum, tá talan sum
oftast er um ein knykil,
sum hevur verið leingi
ávegis.
Hinvegin
er
sálarliga trýstið og óttin,
hesar kvinnur ganga við so
leingi, ein ivaleysa nóg góð
orsøk fyri, at gera alt fyri at
stytta um bíðilistan, sigur
Jógvan
Dahl
Niclasen,
yvirlækni.
Í kvøld, fríggja-
kvøld, fer Knút
Háberg Eysturstein
á pall í Rex í Havn
og óivað eru mong
av løgunum av
fløgu hansara at
hoyra, teirra mill-
um vælkenda lagið
frá 15 teimum
bestu í ÚF, Í hesi
nátt
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið fer Knút
Háberg Eysturstein á
pall í Rex. Hann eigur
eitt av best dámdu løg-
unum á 15 teimum bestu
í ÚF í longri tíð, nevni-
liga Í hesi nátt av fløgu
hansara Havsglóð.
Havsglóð er fløga,
sum leiðir aftur á slóð-
ina, har Knút leikti við
prix vinnandi bólkinum
"Gestir".
Ferðin er hin sama:
sera hóvlig. Góð løg,
sein og stillfør. Hann og
løgini hava góða tíð.
Eins og Gestir høvdu/
hava tað.
Fløgan er kosin ser-
merkt og at hava nakað
upp á hjarta.
Og hetta er sermerkt
við
tónleikinum
hjá
Knúti. Har er líkasum
nakað meira aftanfyri.
Hetta er tónleikur, ein
veruliga lurtar eftir og
ikki bert setir í fløgu-
spælaran soleiðis hiss-
ini.
Og løgið er tað, tí
tekstirnir eru ofta stuttir,
men beinraknir og griv-
ið verður djúpt, men ikki
ofta verður spakin settur
í. Fáorðað, men djúpt.
Tónleikurin
birtir
uppundir, stuðlar og ber
verkið, tí væl er farið
um.
Ein kemur at hugsa
um orð sum spirituelt, tá
fløgan skal lýsast í stutt-
um. Her eru orð og
kenslur, men tónleikurin
syrgir fyri, at mest av
øllum er tað ein kensla,
ið er felagsglóð gjøg-
num alla fløguna.
Og at orð og tónlekur
nerta við, er eingin ivi
um. Fløgan megnaði at
halda sær á ovarliga á 15
teim bestu í vikuvís.
Fløgan hevur prógvað
sítt virði - í hvussu er á
heimamarknaðinum.
Hvussu fer at gangast
uttan fyri landoddarnar,
vil tíðin vísa.
Rex
Og í kvøld, fríggjakvøld,
fer Knút á pall í Rex í
Havn. Har fara spititu-
ellu orðini og tónarnir at
royna flog. Knút hevur í
viðtali sagt, at tað er Ok
at vera kiksaður, men
neyvan eru hetta fyrstu
orðini, ið fella lurtarun-
um í huga. Og neyvan
heldur á Rex, har Knút
fríggjakvøldið fer at
skapa eitt huglag, mynd-
að av orðum og tónum,
ið vilja nakað og hava
eina meining - ið hava
nakað upp á hjarta.
Knút H. Eysturstein
í Rex
Tal á mammografi-kanningum á LSH:
1995: 364 kanningar
2004: 503 kanningar
Samlaða tal á røntgenkanningum:
1995: 18479 kanningar
2004: 23979 kanningar
Á deildini starvast 4 læknar og 9 røntgen starvsfólk.
Talið á starvsfólkum hevur verið óbroytt seinastu 20 árini
FAKTA
Framyvir verður tað læknin, og ikki kvinnan sjálv, sum vendir sær til Landssjúkrahúsið, so
sleppast kann undan misskiljingum, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum