fríggjadagur 15. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 71 - 15. apríl 2005
– Vit hava gjørt teim-
um, sum hava fingið
loyvini at frysta heil-
an upsa til Ruslands,
rímiliga greitt, at tá ið
hesin mánaðin er úti,
detta loyvini burtur,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
RUSSARAFISKUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Grundgevingin fyri at
geva feløgum loyvi at
senda heilan upsa, sum
hevur á føroyskari upp-
boðssølu, óvirkaðan av
landinum, var, at trýstið á
marknaðinum er størst um
várið, tí skipini fáa so
nógvan – og smáan – upsa.
Tað ráddi um at finna eina
loysn við hesum fiskinum,
og tí vórðu nøkur undan-
taksloyvi givin. Nú vártíðin
er farin at halla, og minni er
at fáa, er trýstið á fiskavirk-
ini ikki so stórt. Tí ætlar
landsstýrið ikki at leingja
hesi loyvi – undir verandi
skipan.
Hetta sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Øll úti í senn
Vit spurdu eisini landsstýr-
ismannin, um tað er rætt, at
hann hevur givið loyvi til at
leingja okkurt av nevndu
loyvum til keyp av óvirkað-
um upsa, eitt nú loyvi hjá
Jóhan Dahl í Vági, sum
onkur hevur skilt hevur
fingið sítt loyvi framlongt.
– Nei, eg veit einki um, at
nakað loyvi beinleiðis er
longt, men vit hava latið øll
feløgini, sum heilfrysta
óvirkaðan smáan upsa,
skilt, at tá ið hesin mánaðin
er úti, detta loyvini burtur,
sigur Bjørn Kalsø.
Slakari fiskiskapur
Landsstýrismaðurin vísir á,
at tá ið hesi feløg fingu síni
undantaksloyvi, varð sagt,
hvussu nógvar vikur tey
vóru galdandi.
– Síðan komu páskirnar
ímillum, og tí hava vit latið
hesi feløg rímiliga greitt
fingið at vita, at tá ið apríl
mánaði er liðugur, detta øll
loyvini burtur. Sostatt verð-
ur einki av givnu loyvunum
galdandi eftir 1. mai, sigur
Bjørn Kalsø, sum ikki
heldur tað vera rætt at halda
fram við verandi skipan, nú
upsafiskiskapurin er slak-
ari, og minni trýst er á
fiskavirkini.
- Jú, hetta hava verið
buldrasligir dagar,
men soleiðis er tað nú
einaferð, tá ið tú søkir
sjógvin. Onkran
dagin er tað sum á
tjørnini – og onkran
annan er harðveður,
sigur skiparin á Thor,
Súni Clementsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Garnaskipið, Thor, kom
aftur av túri síðstu nátt. Teir
hava verið úti í eina góða
viku, men hendan túrin
vignaðist
fiskiskapurin
einki serligt.
Sosialurin var á bryggj-
uni, tá ið teir løgdu at á
Toftum eftir at hava verið í
Havn og sett nakrar av
manningini av.
Thor landaði á Toftum í
gjár, og teir mettu seg at
hava eini 16.000-18.000
pund av svartkalva.
Smáligt
Húsvíkingurin, Súni Cle-
mentsen, hevur verið skip-
ari hendan túrin, og hann
letur illa at veðri og fiski-
skapi.
Men hóast vánaliga veðr-
ið fleiri fylgjandi dagar
herfyri, kundi manningin
umborð á Thor, sum hevur
gørnini standandi á Munka-
grunninum, kortini draga
flestu dagar.
- Vit høvdu einar tveir
dagar, har vit lógu bakk, tí
ikki var dragandi, sigur
Súni og heldur fyri, at smá-
ligt hevur verið við fiski-
skapi allan hendan túrin.
Og tó; tað byrjaði væl, tí
ein av fyrstu døgunum á
túrinum fingu teir væl av
fiski í gørnini.
- Men fiskiskapurin helt
sær tíverri ikki, sigur skip-
arin.
Skiftandi
Thor var úti í illveðinum, tá
ið Vesturleiki fekk ringa
sjógvin eystanfyri herfyri.
- Jú, hetta hava verið
buldrasligir dagar, men
soleiðis er tað nú einaferð,
tá ið tú søkir sjógvin. Onkr-
an dagin er tað sum á tjørn-
ini – og onkran annan er
harðveður.
Súni Clementsen sigur, at
teir báðir túrarnir undan
hesum royndust hampiliga
væl. Annan túrin seldu teir í
Skotlandi, hin í Føroyum. Í
báðum førum fingu teir
góðan prís fyri svartkalvan.
Ætlandi fór garnaskipið,
Thor, útaftur í gjár.
Tað gongur misjavnt við garnaveiðini
Russarafiskur:
Bjørn Kalsø ætlar ikki
at leingja loyvini
- Ætlanin er ikki at leingja undantaksloyvini at heilfrysta smáan upsa umborð á russiskum skipum, sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Súni Clementsen, skipari, stendur í brúgvarútinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aftur ein túrur er av. Hesin eydnaðist ikki so væl sum teir báðir undanfarnu
Mynd: Vilmund Jacobsen