fríggjadagur 15. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2005
9
Ynskja samstarv við russar
Leiðslan í Faroe Sea-
food ynskir at fáa
samstarv við russisku
skipini, sum liggja í
føroyskum havnum
og keypa upsa. Ætl-
anin er at lata russar-
arnar fáa tann smáa
upsan, men at tann
størri fiskurin skal
arbeiðast á landi
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Faroe seafood ynskir at fáa
samstarv heldur enn kapp-
ing við russisku skipini um
upsan, sigur Meinhard Jac-
obsen, stjóri.
– Vit ætla at keypa fiskin,
skilja hann og lata russum
tað smáa umborð, og so
sjálvir arbeiða tann størra
fiskin, sum meira fæst burt-
urúr, sigur hann.
Meinhard
Jacobsen
greiðir frá, at Faroe Sea-
food hevur samband við
nøkur ávís skip um eina
ætlan um gongur út uppá,
at felagið keypir upsan frá
teimum, skilir hann og letur
russisku keypararnar fáa
tann smáa fiskin, sum
minst fæst burturúr.
Støðan í dag, har ein alt
ov stórur partur av tí upsa,
sum fiskaður verður, endar
umborð á russisku skipun-
um, er ikki haldbar, sigur
Meinhard Jacobsen.
Ójøvn kapping
Hann vil ikki einans geva
russisku skipunum skyld-
ina fyri, at føroysk virki
liggja still. Tað kann hava
ymsar orsøkir, sigur hann.
Kanska tað, at minni er til
at fiska, kann vera ein
grund, heldur hann.
– Men tað er greitt, at tá
vit kappast undir so ymsum
fyritreytum, sum talan er
um í løtuni, kann tað bara
gerast ein vinnari. Tað er
tann, sum arbeiðir við
lægru lønunum og ongum
tollmarkið. Altso russar-
arnir, sigur stjórin á Faroe
Seafood.
Hann sipar til lønarlagið,
sum er lægri hjá russum, og
ikki minst til ta manglandi
fríhandilsavtalu
við
Russland, tosað hevur verið
um í áravís. Russar skulu
ikki gjalda triðjalandstoll
fyri føroyskan upsa, sum
teir selja aftur á heima-
marknaðinum. Var fiskurin
hinvegin arbeiddur á før-
oyskum virki og síðan seld-
ur til Russlands, varð eitt
rímiliga høgt avgjad lagt á
hann.
– Vit føla, at hatta hevur
tikið marginina av teimum
seinastu
oyrunum,
vit
skuldu
forvinna,
sigur
Meinhard Jacobsen.
Nýggj flokking
Meinhard Jacobsen sigur,
at hann kundi hugsað sær,
at upsi 4 varð flokkaður
øðrvísi, enn hann er í dag.
Tað er ov stórur munur á
fiskinum í hesum flokkin-
um, sigur hann. Tá vit
keypa upsa 4, kann tað
henda, at stórur partur av tí,
vit fáa, er smáur fiskur,
sum ov lítil úrtøka fæst
burturúr.
– Var tað hinvegin so, at
tann heilt smái upsin - ella
seiðurin - eitt nú fiskur,
sum er smærri enn 1,2 kg,
varð flokkaður fyri seg,
vistu vit, at vit fingu fisk,
sum vit kundu arbeitt, og
restin kundi so verðið selt
til dømis til russisku skip-
ini, sigur Meinhard Jacob-
sen, stjóri á Faroe Seafood.
Ferðavinnan liggur í
kenni. Hendan rakst-
urin vænta tey at fáa
væl av útlendskum
stuttleikafiskarum,
sum ætlanin er at fáa
hendanveg at leggja
pengar eftir seg
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað tekur hjá Ferðaráðnum
í løtuni. Hendan seinasta
raksturin eru tað útlendskir
stuttleikafiskarar, sum teir
hava havt undir í royndini
at fiska eftir fremmanda-
fólki, sum fáast skulu hend-
anveg at ferðast.
Ferðaráðið fer nú undir at
samskipa stuttleikafiski-
skapin á sjónum. Ein fald-
ari, sum lýsir teir møgu-
leikar, vit hava at bjóða á
økinum, er klárur til prent-
ingar og verður lagdur fram
á komandi VestNorden
Travel Mart stevnu, sum
verður hildin í Keyp-
mannahavn í heyst.
Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráði Føroya, sigur, at
hann væntar, at stuttleika-
fisking á sjónum kann ger-
ast eitt gott íkast til før-
oysku ferðavinnuna.
Møguleikarnir eru góðir
fyri at fáa fremmandafólk
hendanveg at halda snøri -
ella helst at fara á flot við
tráðu. Serliga stórur er
áhugin fyri slíkum millum
týskarar, men eisini bretar
eru væl við, sigur hann.
Og tað er júst her, satsað
verður í løtuni, vísir hann á.
Smyril Line leggur seg eftir
at fáa nógvar týskarar við
Norrönu, og Atlantsflog
leggur sínar rutur til Bret-
lands.
Smyril Line ætlar at satsa
stórt fyri at fáa hesar stutt-
leikafiskararnar hendans-
veg, segði marknaðarleið-
arin hjá felagnum í sjón-
varpskjakinum týskvøldið.
Eisini nýggi stjórin í fel-
agnum helt hendan mál-
bólkin vera verdan at fáa
undir.
Men tað, hann segði um,
at norðmenn hildu tað vera
vorðið ov nógv av tí góða
við øllum týskarunum, sum
liggja við tráðu á norsku
firðunum. Teir taka so
nógvan fisk, segði stjórin á
Smyril Line, at norðmenn-
inir eru farnir at órógvast.
Kortini helt hann, at tað
eigur at bera til at fáa teir
hendanveg.
Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráðnum, óttast ikki
fyri at teir fara at oyða
okkara grunnar, um teir
koma til Føroya at ferðast
og fiska.
– Lat okkum taka í móti
teimum og siga takk, um
teir koma fleiri, sigur hann.
Talið fer at avmarka seg
sjálvt. Tí beri eg ongan ótta
fyri. Nú skulu vit síggja
tíðina ann og vita, hvussu
tað kann útvikla seg, sigur
ferðavinnustjórin.
Hetta við stuttleikafisk-
ing á sjónum er ikki nakað
nýkmið, vísir Heri Niclasen
á. Tað er longu roynt
nógvastaðni í Føroyum, og
fleiri bátar eru, sum reglu-
liga eru á floti við ferða-
fólki, ið so eisini kasta fram
við landi, tá tað verður
ynskt.
– Tað, sum nú hendir,
sigur hann, er at vit fara at
royna at samskipa tað betri
og menn produktið. Í fyrsta
lagi við hesum faldaranum,
sum lýsir møguleikarnar so
sum leiðir og líkindi, bátar,
sum avmyndaðir eru bæði
innan og uttan o.s.fr, sigur
Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráð Føroya.
Upsin eigur at verða bólkaður av nýggjum, heldur stjórin í Faroe Seafood. Tann heilt smái
fiskurin skal í bólk fyri seg, so lættari verður hjá keyparanum at fáa tað, hann kann gagnnýta,
heldur hann
Mynd: Edvard Joensen
Kenn
At útlendsk ferðafólk, sum
vitja hendanveg, eisini fara á
flot, er einki nýtt. Men nú
skal tað samskipast og
mennast, sigur stjórin á
Ferðaráðnum
Mynd: Edvard Joensen