Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 71 - 15. apríl 2005 Nú Sosialurin er fluttur í Vágsbotn eru arbeiðs- umstøðurnar munandi bøttar. Skjótari og lættari verður at koma í samband við tær mongu keld- ur, sum húsast í høvuðsstaðnum og her ser- stakliga í miðbýarhjartanum tað veri seg um- boð fyri bæði løgting og landsstýri men eisini fólk flest, sum koma og fara í hesum so livandi stað. Einhvør tíð hevur broytingar við sær. Sosialurin hevur nú í mong ár havt redaktiónir og blaðfólk úti kring landið. Vit hava spjatt kreftirnar fyri á tann hátt at røkka alt landið. Nú vit hava fingið atgongd til góð høli í høvuðsstaðnum hava vit eisini roynt at savna fleiri góðar kreftir her enn talan var um á Argjum. Hetta m.a. fyri at skapa eitt professionelt journalistiskt umhvørvi. Og fyri at kunna møta teimum mongu og spenn- andi avbjóðingum, sum nýggi bústaðurin hevur við sær. Vit hava tí eisini gjørt broytingar í bygnaðinum. Eitt nú hava vit niðurlagt redaktiónir okkara í Saltangará og í Sandavági. Vit varðveita tó redaktiónirnar í Suðuroynni og í Norðoyggjum. Nú tað er so skjótt at koma í Vágar og í Eystur- oynna úr Havnini vóna vit at kunna røkka búplássunum í hesum oyggjum umframt í Norðstreymoy og í Sandoynni við okkara rull- andi redaktión. Ein partur av Vágsbotnverkætlanini er tí at menna rullandi redaktiónina. Og hetta ber væl til, tí vit nú fara at røkja tænastuna kring landið við tveimum bilum. Tað skal vera okkara vón, at fólk kring landið fara at taka væl ímóti okk- ara koyrandi tíðindatænastu, tá hon verður alt meira sjónlig kring landið. Vit vilja vit hesum eisini takka teimum mongu í Saltangará og í Sandavági og í umhvørvunum har, sum hava stuðlað okkum. Tað skal vera okkara vón, at vit við hesum broytingum ikki minka um okkara virksemi kring landið men heldur tvørturímóti kunnu menna og víðka tænastuna til at fevna um allar bygdir og býir uttan fyri høvuðsstaðarøkið. DAGSINS MEINING Sosialurin Fast undir fótum í Vágsbotni - og á ferð kring alt landið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnur Helmsdal tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin »Mangt er broytt viðvíkj- andi føroyskum politikki«, hoyrir tú so mangan tikið til. Nú hevur ein ikki so nógvar fyritreytir fyri at taka dagar ímillum, um so er. Men tá tað snýr seg um Útvarp Føroya og tað, sum fer fram á føroyska polit- iska pallinum, so er nógv broytt, síðan verandi lands- stýrissamgonga tók við í februar 2004. Frá 1998 til 2003, tá Tjóðveldisflokk- urin og Fólkaflokkurin mannaðu samgongu, svitaðist ikki, at umboð fyri Javnaðarflokkin blivu trá- spurd av Útvarpinum um hvørt einasta orð, sum fall í tinginum, ella kom úr Tinganesi. Sagt varð mangan, at Javnaðarflokkurin rak ein nógv meira aktivan and- støðupolitikk enn Sam- bandsflokkurin. Sannleikin var bara tann, at fjølmiðlar- nir, bløðini saman við Út- varpinum, góvu veljarun- um eina mynd av, at Javn- aðarflokkurin var aktivur andstøðuflokkur. Fjølmiðl- arnir góvu ikki javnaðar- fólki frið eina einastu løtu. Tey spurdu og bóðu um viðmerkingar um hvørt nikk og prikk. Ja, um alt. Nú Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur á tingi, og nú hann situr í andstøðu, kemur tað sera sjaldan fyri, at Útvarpið spyr nakran tjóðveldistingmann um nakað sum helst. Kanska tá tað snýr seg beinleiðis um tjóðskaparmál, men sera sjaldan tá tað um samfe- lagslig mál ræður. Feskasta dømi er, nú Kaj Leo Johannesen skýtur upp, at peningurin skal fylgja sjúklinginum, og at hann í ávísan mun sjálvur kann avgera, hvar pening- urin verður brúktur. Her ella uttanlands. Hvat ger Útvarpið? Jú, teir spyrja fyrst formannin á tingin fyri Fólkaflokkin og síðan umboðið hjá Javnaðarflokkinum í trivn- aðarnevndini. Útvarpið hevur ikki spurt nakran tjóðveldistingmann um hetta mál. T.v.s. at Útvarpið spyr ikki andstøðuna um eitt so víðgongt uppskot. Í Danmark hevði tílík framferð verið mett sum álvarsligt brot á allan fjøl- miðlasið. Har spyrja teir altíð andstøðuna allarfyrst. Men kanska hugsa tey í Útvarpinum nakað soleiðis: »Andstøðan er so fáment, samgongan kann gera hvat hon vil«. Tað er ikki lutur Útvarpsins at hugsa um, hvat vinnur frama ella ikki. Lutur Útvarpsins er at fáa málini lýst frá øllum síðum. Javni hevur sent øllum løgtingslimum soljóðandi skriv: Mikudagin 20.04.05 verður skrivligur fyrispurningur frá løgtingsmanni Finni Helmsdal til landsstýris- mannin í innlendismálum Jógvan við Keldu um ómynduggerð og verjar svaraður á Føroya Løgtingi. Galdandi lóg á økinum fyri Føroyar er ein donsk lóg frá 1922, sum gevur teimum, ið tørva verja, eina óvirðiliga og sera trupla viðgerð, sum oftast viðførir ómynduggerð. Galdandi lóg fyri sama øki í Dan- mark er frá 1995, sum gev- ur teimum, ið tørva verja, eina virðiliga og sera lætta viðgerð, sum sera sjáldan viðførir ómynduggerð. Henda nýggja danska lógin kann við kongligari fyri- skipan setast í gildi fyri Føroyar, (sí grundgeving- arnar hjá Finni Helmsdal fyri fyrispurninginum á heimasíðu Føroya Løg- tings). Javni hevur í tolni bíða eftir tí nýggju før- oysku lógini, sum hevur verið lovað okkum nú í meira enn trý ár. Innlendismálaráðið upp- lýsir, at arbeitt verður við málinum, men at hetta er eitt stórt og tíðar-krevjandi arbeiði. Og at tað tí onki kann sigast um, nær vit kunnu vænta eina nýggja føroyska lóg. Landsstýrismaðurin í innlendismálum Jógvan við Keldu sigur í viðmerking til hetta málið í Dimmalætting nú ein dagin, at hann helst vil hava alt familjurættar- liga økið (heruppií er so eisini lógin um ómyndug- gerð og verjar) yvirtikið á føroyskar hendur fyrst. Vit síggja alt oftari, hvussu óvirðilig okkara gamla danska lóg er fyri tað fólkið, Javni umboðar. Tí loyva vit okkum at heita á tygum sum løgtingslim at virka fyri, at vit, meðan vit bíða eftir einari møguligari nýggjari føroyskari lóg, fáa ta nýggju donsku lógina fyri hetta økið setta í gildi fyri Føroyar. Sambært okk- ara upplýsingum frá sak- kunnleikanum er hetta lætt og lítið arbeiðskrevjandi at gera - so at siga bert ein avgreiðsluspurningur. Vit loyva okkum at gera vart við, at hesaferð snýr áheitan Javna seg ikki um nakað, sum kann fara at tyngja fíggjarliga - men einans forstáilsi fyri, at ein frammanundan í so mangar mátar skerdur samfelags- bólkur ikki framhaldandi fer at fáa eina óvirðiligari viðferð enn neyðugt, bara tí at okkara lóggevandi ting ikki kann seta eina nýggja danska lóg í gildi í staðin fyri eina avgamla danska lóg - meðan bíða verður eftir einari møguligari nýggjari føroyskari. Hetta skriv er sent øllum løgtingslimunum. Tað verður eisini sent teimum báðum størstu føroysku bløðunum fyri kanska á tann hátt at fáa onkran, sum kennir trupulleikarnar, nú- galdandi lóg kann viðføra, frá dagliga lívinum, at hjálpa okkum við at ávirka myndugleikarnar til at fáa nýggju donsku lógina setta í gildi beinanvegin. Vegna starvsnevnd Javna, Malena Arnholdsdóttir, form. Torfinn Hentze, starvsnevndarl. Dia Ellindsson Smærugøtu Runavík Hvat røkist fyri teimum 24 smærri íbúðunum, sum ætlanin er at byggja? Hví gongur tað so seint? Verður hetta egg ella ungi? Ella er kanska meiningin, at ein verður noyddur at flyta kommunu vegna pjak- an og dýrkandi óløgir? Veit Útvarpið ikki av andstøðuni Ómynduggerð – Verjar Fyrispurningur til Fuglø Arkitektar og Runavíkar kommunu