Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bill Justinussen løgtingsmaður fyri Miðflokkin Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum er ikki sørt firtin inn á lands- fundar-samtykt Miðflok- sins, har vit staðfesta, at al- manna- og heilsumál eiga at liggja undir hvør sínum landsstýrismanni, og at ver- andi landsstýrismaður ikki megnar at røkja bæði økini. Síðani hevur hann eina frá- greiðing um øll brøgdini, sum hann sum landsstýris- maður hevur framt í eitt gott ár, samstundis sum hann sigur, at Miðflokkurin í nærum 2 ár í samgongu lítið og onki fekk av skafti og bert sat og hugnaði sær við heilsumálum burturav. Fyrst fari eg at vísa onkrari tilvitaðari lygn aftur. Miðflokkurin sat ikki knappliga 2 ár í samgongu, men frá 6. juni 2002 til 5. des. 2003, altso ein dag undir 1 1/2 ár. Núverandi landsstýrismaður hevur í dag sitið í sessinum í 1 ár, 2 mánaðir og 2 dagar. Altso manglar honum 3 mánaðir í at hava sitið eins leingi og undirritaði. Men í hansara lesarabrævi sigur hann: Lat okkum samanbera tey tvey árini, tá Miðflokkurin sat við heilsumálum einsa- møllum, við tað eina árið, Javnaðarflokkurin hevur umsitið bæði almanna- og heilsumál. Her lýgur landsstýrismaðurin heilar 9 mánaðir. So kunnu lesar- arnir meta um trúvirðið av restini av greinini. Og tað fari eg nú at hjálpa lesar- anum við. Talgild heilsuskipan Um Miðflokkurin og und- anfarna samgonga ikki høvdu játtað pening og sett í verk eina væl tilrættalagda forkanning, sum er grund- arlagið undir at fáa sett í verk hesa verkætlan, hevði núverandi landsstýrismað- ur mugað arbeitt í minst eitt ár afturat fyri at koma hagar, sum hann nú er kom- in. Hann hevur undir ting- viðgerðini víst á tað góða arbeiðið, sum lá á hansara borði, tá hann tók sessin, og er tað tí høpisleyst av hon- um at geva sær sjálvum æruna av hesum. Dopinglóg Undir mínari tíð í lands- stýrinum settu vit ein løg- frøðing við serligum kunn- leika til heilsuløgfrøði. Hansara fyrsta arbeiðsupp- gáva var at gera uppskot til eina dopinglóg. Her kom núsitandi landsstýrismaður eisini til skorin klæði. Nýggj tubbakslóg Undir tingviðgerðini gav núverandi landsstýrismað- ur undirritaða æruna fyri at vera gubbi ella pápi at hesum lógaruppskoti. Altso hevur hann alment ávíst, at tað ikki er úrslit av núver- andi samgongusamstarvi, at hetta lógaruppskotið so skjótt er komið í eyga. Hin- vegin verður burðurin at føra lógina til samtyktar í Tinginum helst tyngri, enn vit báðir landsstýrismað- urin høvdu vónað. Avgjald á tubbak At landsstýrismaðurin so dramblátur fer út og spælir uppfinnari at hesum upp- skoti sýnir bert, at hann ikki virðir lesarans minni nóg mikið. Øll, sum fylgja við í politikki, vita, at júst Javnaðarflokkurin við Hen- rik Old á odda niðursáplaði heilsupolitisku ætlanirnar hjá undanfarnu samgongu, har m.a. tubbaksavgjøld og onnur heilsuavgjøld vóru ein týðandi partur. Men nú, teir eru komnir til maktina, arbeiða teir við júst somu ætlanum. Jú, sanniliga er vend komin í hjá Javnaðar- flokkinum, tíbetur. Nýggj sjúkrahúslóg Arbeiðið at gera nýggja sjúkrahúslóg fór í gongd minnist meg rætt á heysti 2002, meðan Miðflokkurin sat við heilsumálum. Hóast vit tá bert høvdu ein løg- frøðing og hesin segði seg úr starvi tíðliga í 2003, so játtaði viðkomandi løgfrøð- ingur at arbeiða víðari við at tilevna uppskotið, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Altso hevur hetta arbeiðið tikið umleið 2 ár og er ikki nakað, sum Javnaðarflokk- urin í samgongu í 1 ár og 2 mánaðir einsamallur hevur loyst úr lagdi. Fyribyrgjandi heilsu- tænastur fyri børn og ung Hetta er einasta heilsulóg- aruppskotið, sum undirrit- aði avgjørt ongan leiklut eigi í. Hetta uppskotið leggur alla ábyrgdina yvir á eina kommunulæknaskip- an, sum frammanundan er um at kollsigla. Onki hug- flog og ongin bati. Hinveg- in tilevnaðu vit í undan- farnu samgongu eitt annað og munandi betri uppskot um ein landsskúlalækna, sum skuldi hava fulla ábyrgd av skúlalæknaskip- anini. Eitt uppskot við framtíðarvisjónum, sum núsitandi samgonga ikki dugir at síggja týdningin av. Bæði uppskotini eru nú til viðgerðar í Trivnaðar- nevndini og fáa helst Ting- sins dóm um nakrar dagar. Ílegugransking Sum landsstýrismaður í undanfarnu samgongu fekk eg undirtøku frá landsstýr- inum fyri at arbeiða víðari við og gera broytingar í uppskotinum, sum Helena Dam á Neystabø í síni tíð ikki fekk undirtøku fyri. At núsitandi landsstýrismaður skal ditta sær at taka hesi samgonguni æruna fyri, at komið er so langt, er at spotta lesaran, tí øll vita betur. Enntá segði Andrias Petersen, meðan Miðflokk- urin sat í samgongu, at tíðin var farin frá ílegugransk- ingini. Men eisini her er vend komin í hjá Javn- aðarflokkinum, tíbetur. Psykiatriska økið At taka sær æruna fyri tað, sum onnur hava gjørt, er stokkut gleði. Øll minnast, hvussu undanfarni lands- stýrismaður í almannamál- um, Páll á Reynatúgvu, varð niðurgjørdur av Javn- aðarflokkinum fyri at hava keypt eini hús í Sandavági til tey sálarsjúku at búgva í. Men hvat ger landsstýris- maðurin hjá Javnaðarflokk- inum? Jú, nú er hann so fegin um avrikið hjá Páll á Reynatúgvu, at hann longu hevur keypt eitt hús afturat í Sandavági. Sanniliga er vend komin í hjá Javnaðar- flokkinum, tíbetur. At Mið- flokkurin hevði ábyrgdina av psykiatriska økinum í 2 ár er framvegis loddrøtt lygn, tí Miðflokkurin umsat ikki økis- og sosialpsyki- atriina, men bert sjúkrahús- psykiatriina. Og har hendu batar, tí júst í hesum tíðar- skeiði var politisk avgerð tikin um, at heildarpsyki- atriætlanin stigvíst skuldi setast í verk, eftir at eg hevði lagt hana til aðal- orðaskiftis í Løgtinginum. Eisini vóru fyrstu pengarnir settir av á fíggjarlógini til at fremja hesa ætlan. Diabetes-ambulatorium Eftir áheitan frá Diabetes- felag Føroya setti eg sum landsstýrismaður ein bólk at gera tilmæli um fram- tíðar-diabetestilboð í før- oyska sjúkrahúsverkinum. Bólkurin handaði undir- ritaða hetta álitið á heysti 2003, og var ætlan okkara, at diabetes-ambulatorium á teimum trimum sjúkrahús- unum skuldi byrja í 2005. Tað er gleðiligt, at lands- stýrismaðurin fylgir hesum tilmæli. Palliativt toymi Undirritaði var ikki sann- førdur um, at palliativt toymi er rætti vegurin at ganga og eri tað framvegis ikki. Tí skal núverandi landsstýrismaður eiga alla æruna fyri hetta økið einsa- mallur. Mín uppfatan hevur alla tíðina verið, at hendan tænastan frammanundan heilt náttúrliga liggur hjá øllum, sum arbeiða innan sjúkrahúsverkið, og at tað tí er sera avmarkað, hvør nytta spyrst burturúr. Serviðgerð uttanlands Seinasta heyst hevði lands- stýrismaðurin eina fram- løgu fyri øllum tingfólkum, har hann greiddi frá øllum teimum positivu ábótum, sum gjørdar eru í hesi ser- ligu tænastuni til illa sjúkar føroyingar. Tað merkis- verda við hesi framløgu var, at øll tiltøkini vóru slík, sum undirritaði setti í verk ta stuttu tíð, mær untist at sita í landsstýrinum. Sjálv- andi fegnist eg um, at nú- verandi landsstýrismaður heldur fram við somu ætl- an. Alt hitt havi eg bæði í skrift og talu mangar ferðir afturvíst, og fari ikki at nýta meiri tíð til tað. Men um tú sigur eina lygn nóg ofta, kann tað vera, at onk- ur trýr henni, og soleiðis tykist tað at vera í hesum máli. Samanumtikið haldi eg, at nú hevur lesarin helst fingið eina greiðari hylling á veruligu støðuni. Eg gleði meg at síggja, hvørjar ný- hugsanir núsitandi lands- stýrismaður fer at borðreiða við á heilsuøkinum, tí enn hevur hann fyri tað mesta heystað av tí, sum onnur hava sáðað, vætað og latið voksið. Tað sigi eg hann als ikki ringan fyri, tí soleiðis eigur ein landsstýrismaður at arbeiða. Men einsamall- ur at taka sær æruna fyri alt hetta við tí endamáli at afturvísa landsfundarsam- tykt Miðfloksins, og sam- stundis at niðurgera tað arbeiðið, sum Miðflokkurin og undanfarna samgonga gjørdu, er vánaligt. Um okkara arbeiði var so vána- ligt, hevði hann neyvan kunnað breggjað sær av øllum avrikunum nú. So góði landsstýrismað- ur. Tað er ikki tín skuld, at tú situr við nærum helvtini av allari arbeiðsbyrðuni í landsstýrinum, ta ivasomu æruna eiga teir, sum snikk- aðu samgonguna saman. Men politiski gerandisdag- urin prógvar, at bitin er ov stórur at gloypa, tað munnu tey flestu hóast alt ásanna. Seinastu dømini eru støðan á landssjúkrahúsinum og so harðliga átalan frá Um- boðsmanninum viðvíkjandi handfaringini av viðurskift- unum á frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Nr. 71 - 15. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Helgi Abrahamsen Í farnu viku loyvdi eg mær, í einum lesara- brævi, at seta Sjónvarpi Føroya ein spurning viðvíkjandi ES-for- fatningstraktatini. Í les- arabrævinum vísti eg á, at í Degi og Viku í vetur var ein røð av innsløg- um, har ført varð fram, at danski- og harvið eis- ini føroyski uttanríkis- politikkurin fór at verða fluttur úr Keypmanna- havn til Brússel, um danir tóku undir við for- fatningstraktatini hjá ES. Eg vísti somuleiðis á, at hetta var ein mis- skiljing, sum ikki sam- svaraði við tað, sum Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri segði í Degi og Viku tann 31. mars. Spurningur mín til redaktiónina á Degi og Viku var tí, um øll hasi mongu innsløgini um forfatningstraktatina, sum vit sóu í Sjónvarp- inum í vetur, bygdu á eina misskiljing, ella um tað var Per Stig Møller, sum hevði misskilt for- f atningstraktatina, grundlógina og danska uttanríkispolitikkin. Eg hevði satt at siga vónað at fingið eitt svar, har greitt varð frá, hvat SvF bygdi sínar niður- støður á, ella eitt svar sum segði, hví munur var á tí, sum SvF segði, og tí sum Per Stig Møll- er segði um hesi viður- skifti. Øssur Winthereig, tíð- indaleiðari svaraði í bløðunum í gjár, og sum eg skilji svarið frá hon- um, so er eingin ivi í hansara verð um, at tað er uttanríkisráðharrin, sum hevur misskilt bæði danska uttanríkispoli- tikkin, ES-forfatnings- traktatina og donsku grundlógina, meðan Sjónvarp Føroya hevur skilt alt. Tíverri grund- gevur hann ikki við ein- um orði fyri hesum pá- standinum. Tíðindaleiðarin undir- strikar, at tað er ikki skeivt at seta spurningar, og at tey á Degi og Viku ætla framhaldandi at seta spurningar um hesi viðurskifti. Jú sjálvsagt skal Dagur og Vika seta spurningar, tað kann eingin hava nakað ímóti. Men tað sum eg spurdi um (um eg eisini kann loyva mær at seta spurn- ingar) var niðurstøðan sum SvF gjørdi í inn- sløgunum. Tí sum eg dugi at síggja í forfatn- ingstraktatini (og nú eis- ini út frá tí sum Per Stig Møller sigur), so er nið- urstøðan hjá SvF skeiv. Kann SvF so ikki greiða okkum hyggjarum frá, hvussu tey eru komin til hasa niðurstøðuna, held- ur enn bara at siga, at "vit hava rætt og hini hava skeivt" ? At ES-londini skulu samansjóða síni uttan- ríkispolitisku sjónarmið er einki nýtt. Danmark hevur samstarvað við ES um uttanríkispoli- tikkin líka síðani 1978, og hóast eitt nýtt embæti sum ES-uttanríkisráð- harri verður stovnsett, so verða tað framhaldandi ES-limalondini sum sambært forfatnings- traktatini fara at hava seinasta orðið at siga í felags uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. ES-uttanríkisráðið fær ikki nakran avgerðar- rætt, men skal styrkja førleikan hjá ES at tosa við einari rødd, HAR SEMJA ER UM TAÐ, og skal samskipa uttan- ríkis- og trygdarpoli- tikkin. Hetta samsvarar við tað, sum Per Stig Møller segði við Dag og Viku tann 31. mars, men hetta samsvarar IKKI við tað, sum Sjónvarp Føroya hevur sagt sínum hyggjarum í vetur. ES-forfatnings- traktatin og SvF Hann veit betur