Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Annita á Fríðriksmørk tingkvinna Tjóðveldis- floksins. 35 nevndarsessir verða í valdir í hesum døgum. Talan er um nevndarsess- irnar hjá teimum almennu partafeløgunum, sum í dag eru mannaðir við 28 monn- um og 7 kvinnum. Tað almenna eigur 100% av partapeninginum, og ger tí suverent av, hvør í mann- ar hesar nevndir, burtursæð frá nøkrum fáum starvs- fólkaumboðum, sum verða vald av starvsfólkunum á arbeiðsplássunum. Landsstýrið velur nevnd- irnar á hvørjum ári, og tað er nú um várið, at nevnd- irnar verða valdar av nýggj- um. Í hesi vikuni hevur fokus verið sett á ójavna kyns- býtið í nevndunum, í sam- bandi við fyrispurning frá undirritaða til landsstýris- mannin í javnstøðumálum. Hetta átti at verið nóg góð motivatión hjá lands- stýrismanninum í vinnu- málum, sum velur nevndir- nar, og hjá landsstýris- manninum í javnstøðumál- um, sum varðar av javn- støðuni, at fingið rættað uppá skeivleikan. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum segði við út- varpið nú um dagarnar, at orsøkin til ójavna kynsbýt- ið var, at kvinnurnar manglaðu tær neyðugu út- búgvingarnar, og at tað tí bara var ein spurningur um tíð, nær hetta ójavna býtið varð søga. Hann væntaði, at kvinnurnar við tíðini fóru at taka hesar útbúgvingar- nar, sum vórðu neyðugar fyri at sita í hesum nevnd- um. Um vit hyggja at hvørjar útbúgvingar, ið verandi nevndarlimir hava, so er í høvuðsheitum talan um økonomar, juristar og verk- frøðingar, sum í dag um- boða nevndirnar. Tvs at talan er um heilt vanligar hægri útbúgvingar, sum eru rættiliga vanligar fyri bæði kvinnur og menn, eisini í Føroyum. So hatta við manglandi útbúgvingum hjá kvinnum mundi bara vera ein hjálparleys undan- førsla, sum ikki kann brúkast til nakað! Í svarinum frá lands- stýrismanninum til undirri- taðu, verður upplýst, hvussu býtið er í teimum ymsu almennu partafeløg- unum, og sær býtið soleiðis út: Tað sum ikki ger støðuna betri hjá landsstýrinum er, at av teimum 7 kvinnunum, sum manna nevndirnar í dag, eru tær flestu starvs- fólkaumboð. Tvs at talið av kvinnum, sum tað almenna velur er nógv minni enn 20 %! Men um tað er so ringt at finna ta røttu kvinnuna, hví so ikki í framtíðini ganga hugskotinum hjá Miðflokk- inum á møti, um at lýsa eftir fólki til at manna hesar týdningarmiklu og framúr væl løntu nevndarsessirnar. Tá kundi embætisverkið gjørt tilmæli út frá um- sóknunum, og mælt til kvinnur og menn við teim- um bestu prógvunum, royndunum og eginleikum annars. Soleiðis komu vit eisini lættari burturúr ill- gitingum um politiskar starvssetanir. Møguliga verður hetta nakað um- stendiligari enn verandi skipan, har landsstýrismað- urin peikar á fólk (menn?). Men tað ger onki, og ser- liga ikki tá ið talan er um nevndarsessir, sum eru nógv teir best alment løntu nevndarsessir í landinum. Í øllum førum kann mann ikki liva við, at landsstýrið, sum enntá er mannað við 7 monnum, uttan himpr velur at velja kvinnurnar frá aftur í ár, bara tí tær eru kvinnur! AT verða kvinna eigur ikki at verða ein diskvalifika- tión í sær sjálvum. Hetta vóni eg, at landsstýrið tekur í álvara, nú fokus er sett á málið. Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum lovaði so í løgtinginum mikudagin, at hann vildi heita á lands- stýrismannin í Vinnumál- um um at taka atlit at javn- støðulógini, hóast almennu partafeløgini ikki eru fevnd av hesi lóg. Almennu parta- feløgini eru hinvegin fevnd av partafelagslóggávuni, sum als ikki tekur hædd fyri javnstøðu. So vóni eg, at Hans Pauli meinar nakað við hesa áheitan og at Bjarni tekur hana í álvara! Livst so spyrst! Vónandi vil umrøðan, sum verið hevur um málið hesa vikuna flyta okkum eitt fet frameftir! 12 Nr. 71 - 15. apríl 2005 VIÐMERKINGAR Diskvalifiserað vegna kyn...?! Nevndarlimir tils. Kvinnur Menn P/F Fiskaaling 6 2 4 P/F Føroya Tele 6 1 5 P/F Atlantic Airways 5 1 4 P/F Føroya Lívstrygging 5 2 3 P/F Norðoya tunnilin 5 0 5 P/F Vága tunnilin 5 0 5 P/F Postverk Føroya 3 1 2 Tilsamans 35 7 28 HUXA-Fólkafloks- ungdómur Er almenni fólkaskúlin í dag í lagi? Fáa vit nógvar góðar og dugnaligar næm- ingar aftaná 9 og 10 skúla- ár? Er samsvar millum al- mennu játtanirnar og før- leikan hjá næmingum aft- aná 9 ár í fólkaskúlanum? Nei, spurningarnir viðvíkj- andi hesum serliga eldfima evni eru nógvir. Kanska er tað tí, at eingin torir at stilla hesar spurningar alment. Hin almenni, føroyski fólkaskúlin er eitt hjarta- barn hjá nógvum vinstra- hallum røddum í tí før- oyska samfelagnum. HUXA Fólkafloksung- dómur loyvir sær at nýta sín demokratiska rætt at hug- leiða um støðuna hjá tí før- oyska fólkaskúlanum. Eis- ini vilja vit koma við einum dømi, ikki álopi, hvussu ein almennur fólkaskúli kundi blivið betri við øktari kapp- i ill kúl Fólkaskúlin í dag sigst ikki at vera betri enn fyrr. Pedagogiska undirvísingin við nógvum skeiðum fyri lærarar, ið tíverri ofta verð- ur lagt í skúlatíðini, tykist ikki hava verið til stóran bata fyri fleiri av teimum so mongu næmingunum í før- oyska fólkaskúlaheiminum. Næmingarnir roykja ong- antíð meiri í dag enn áður. Næmingarnir hava aldrin skulkað meiri enn hesi seinastu fimm, tíggju árin og krøvini til lærarar og næmingar eru í stóran mun blivin linari. Lærarnir sleppa ofta avstað við løtt- um, við at nýta sama gamla tilfarið. Summar av bókun- um røkka heilt aftur til 60’árini. Ein loysn kundi verið studningur, eins og í miðnámsskúlunum, har næmingar fáa høvi at keypa nýtt og dagført undirvís- ingartilfarð. Ongantíð fyrr hevur so nógv góðgæti verið við til t ðil j t hjá ingum og undirvísingar- tímar hjá lærarum. Hetta er nakað, ið nógv verður tosað um, men ov lítið er gjørt við. Eiheldur gera foreldur og lærarir nóg nógv fyri, at børn um 14 ár ikki skulu ganga skít og mala í býnum aftaná uml. kl. 03.00 leyg- ar- og sunnumorgnar. Hetta eru ting, sum gera sítt fyri, at skúlagongdin órógvast, tá ið hugsað verður um allar teir vandar, sum eru í størri mun eru í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Hvat við børnunum við serligum tørvi? Fáa tey nøktandi hjálp frá fólka- skúlanum? Ikki eftir okkara tykki, tí tað almenna Før- oyar hevur einfalt ikki ráð. Tað, er so í sjalvum sær ein sjálvfylgja, tá ið hugsað verður um allar tær himm- alhøgu almennu útreiðsl- urnar, sum skulu til fyri at halda tí sokallaða norður- lendska/universella væl- f ð t i k andi. Hvør fíggjar? Jú, tað ger Palleba, eisini hann sum eingi børn eigur. Hvat er trupulleikin við privatiseringum av nøkrum almennum fólkaskúlum? Hetta hevði kunnað virkað fyri, at støðið á teimum al- mennu skúlunum hevði hækkað. HUXA dugir illa at ímynda sær, hvussu før- leikin í fólkaskúlanum hevði blivið verri, enn hann er í dag, um privatiseraðir fólkaskúlar hevði verið partur av gerandismyndini. Við einari rakstrarjáttan á fíggjarlógini á góðar 230 mió. kr,- um árið, er heldur torført at skilja, hví støðan í tí almenna føroyska fólka- skúlanum er so vánalig, sum hon er. Allir spurningar um fígging og hølisviðurskifti, læraraførleika o.s.fr. hevði verði loystir nógv einfald- ari á privatum grundarlagi. Foreldrini hjá børnum høvdu nógv lættari kunnað h t kifti ið l og leiðslu, og veruliga sæð mun á førleikanum hjá børnunum. Kappingin mill- um skúlarnar hevði hækkað undirvísingarstøðið, uttan tað endiliga hevði kostað nakað eyka. Tann brennandi spurn- ingurin er, hvat við teimum, sum ikki hava ráð? Tað er ein reellur spurningur. Sum øllum kunnugt, gjalda vit øll skatt til m.a. til fólka- skúlan. Um foreldur velja, at koyra børn í ein al- mennan skúla, so høvdu tey per automatikk goldið fyri børnini gjøgnum beinleiðis skatt av inntøkuni, meðan tey, sum velja at koyra børnini í ein privatiseraðan skúla, fingu møguleika at gjalda skúlagongdina við einum skattafrádrátti áljóð- andi prísinum, ið tað pro- sentvís kostar um mánaðin í skatti at hava børnini í ein- um almennum skúla. Hettar vil við øðrum orðum siga, at fólkaskúlar høvdu verið f i ll t l minni almenna uppíbland- ing og størri skúlavalfrælsi til ta einstøku familjuna. Fíggingarloysirnar eru mangar! Ja, hetta er ein nýggjur tanki í føroyskum hugaheimi. Hesin tankin gevur landsstýrinum møgu- leikar at spara pening, um- siting og orku, og sam- stundis økir hetta um før- leikan hjá ungdómi okkara aftur at fáa eina disipli- neraðan, sunnan hugburð til skúlan. Vit í HUXA Fólkafloks- ungdómi vilja kasta ljós á hetta økið í føroyska sam- felagnum, tá ið framtíðar- útlitini fyri núverandi vit- anarsamfelagi krevja eitt gott grundarlag fyri víðari lestur og útbúgving. P/f Fólkaskúlin? Heðin Mortensen Borgarstjóri Fyrrverandi borgarstjór- in í Tórshavnar komm- unu, Jan Christiansen, vísir eina nýggja síðu í lesarabrævi í bløðunum í gjár. Hesin alfaðirligi kærleiki til miðbýin, er ikki sæddur fyrr og als ikki tá hann sat sum borgarstjóri. Men tað er sjálvandi altíð lættari at lova, tá ein ikki noyðist at halda lyftini. Arbeiðið við at um- væla kloakkirnar í mið- býnum er neyðugt ar- beiði. Ætlanin var at fara undir arbeiðið í fjør, men Jan Christiansen valdi at útseta arbeiðið til í januar. Um orsøkin var, at valár var í fjør, kunnu vit bara gita um. Men hetta neyðuga arbeiðið arvaði sitandi býráðssamgonga. Fleiri orsøkir eru til, at arbeiðið ikki varð gjørt í januar, men eyðsæð er, at trupult er at gera slíkt arbeiði í áarføri og vet- rarveðri. Eisini er trup- ult at fáa asfalt í januar, tá asfaltframleiðarnir bert framleiða frá mai til oktober. Tá tíðarætlanin fyri hetta arbeiðið varð gjørd, vóru fleiri atlit, sum skuldu takast. Neyðugt var at gera arbeiðið, meðan asfalt var, og ikki meðan alt ov nógv ferðafólk var í býnum. Hetta skuldi tí antin gerast nú ella í august/september. Í august er Listastevna og ymiskar konferansir, og tí er nógv ferðsla í bý- num. Tí er trupult at stongja vegir tá. Eisini eru nógv børn, sum byrja í skúla í august, tí er tað sera óheppið at umleggja miðbýar- ferðsluna, soleiðis at hon í størri mun koyrir fram við skúlunum. Tað er sjálvandi óheppið, at arbeiðið er til ampa fyri søluna hjá handlunum í miðbýnum, tí verða vegir heldur ikki stongdir meira enn al- neyðugt er. Men vit vita samstundis, at arbeiðið skal gerast, og tí verður tað gjørt. Arvurin frá Jan Christiansen