fríggjadagur 15. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2005
13
Føroyskur matur
gekk sum heitt breyð,
men Eivør var hædd-
arpunktið á før-
oyskari móttøku í
Brüssel har týðandi
gestir vóru savnaðir
MÓTTØKA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta var í allar mátar eitt
sera væleydnað tiltak.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður er sera væl nøgdur
við stóru føroysku móttøk-
una, sum føroyingar skip-
aðu fyri mitt í politiska
brennideplinum í Evropa
týskvøldið.
Eitt av endamálunum við
Brüsselferðini
hjá
løg-
manni var at marknaðarføra
Føroyar og at gera okkum
kend niðri í Evropa.
Og tað heldur hann eydn-
aðist til fulnar.
Eini 70-80 fólk vóru
boðin til móttøkuna og tey
vóru at kalla øll har. Talan
var í høvuðsheitum um
fólk, sum høvdu tilknýti til
ES kervið í Brüssel og til
Nato, sum eisini húsast í
Brüssel og so eisini til
EFTA.
Á samkomuni greiddi
løgmaður frá um føroysk
viðurskifti. Hann greiddi
frá okkara tilknýti til Dan-
mark, okkara grannalond
og til ES og hann greiddi
frá okkara búskaparligu og
vinnuligu framtíðarútlitun-
um, serliga við atliti til al-
heimsgerðina.
Men eitt endamál við eini
slíkari móttøku er eisini at
fáa óformlig prát um ymisk
viðurskifti og tað bar eisini
væl til.
Men har var eisini okkurt
bæði til kræsin oyru og
kræsnar gómar.
Har varð borðreitt við
einum stórum borði við
alskyns føroyskum mati,
sum Birgir Enni stóð fyri.
Har var bæði skerpikjøt,
turt tvøst, turrur fiskur, turt
spik, fiskasúpan, sum var
gjørd burturúr 21 fiska-
sløgum, øða og búsfiskur,
sum var komin frá Thor í
Hósvík og sum var komin
til Brüssel við flugvara úr
Spania.
Og føroyski maturin fekk
sanniliga bein at ganga á.
– Eg hevði væntað, at
nógv føt fóru at standa
órørd, men so var ikki.
Tvørturímóti gekk maturin
sum heitt breyð, eisini
maturin, sum má metast at
vera serføroyskur, so sum
skerpikjøt, turt tvøst, turt
spik og turrur fiskur.
Á móttøkuni var eisini
ein listaframsýning, har
tveir av okkara kendu lista-
monnum, Kári Svensson og
Sámal
Toftanes
sýndu
fram.
Men hæddarpunktið á
móttkøkuni var uttan iva
sangframførslan hjá Eivør
Pálsdóttir.
– Eg havi hoyrt Eivør
nakrar ferðir, men eg haldi
at hon verður bara betri og
betri og tað var heilt týði-
ligt, at móttøkugestirnir
vóru púra bergtiknir av
henni.
Løgmaður sigur, at hetta
var eitt sera væleydnað
tiltak úr enda í annan og
hann ivast ikki í, at hetta
hevur gjørt Føroyar eitt
sindur meiri kendar, enn
vóru.
Gjørdi Føroyar kendar
í miðdeplinum í Evropa
Eivør rættiliga bergtók
áhoyrararnar
Tað bar eisini væl til at práta. Her eru løgmaður og Óli Samró komnir í prát
Rættiliga nógv fólk var á móttøkuni
Eivør Pálsdóttir vísur fram borðið við alskyns føroyskum mati tá ið hann er bestur