fríggjadagur 15. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 71 - 15. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mikudagin 13. apríl
2005 fingu 17 leiðarar
prógv í samskifti,
skipan og leiðslu
(SSL) á Føroya Lær-
araskúla. SSL er ein
grundleggjandi út-
búgving, serliga ætlað
fólki í leiðslustørvum
í almennu fyrisiting-
ini. Hetta er fimti
flokkur, ið fær SSL-
prógv á Føroya
Læraraskúla
Føroya Læraraskúli:
17 leiðarar fingið prógv
Leiðararnir sum fingu prógv eru f.v.: Gitta av Kák, Irena Olsen, Fríðgerð Sundskarð, Rosa Prestá, Poula Eidesgaard, Hannemi á Brúgv, Turið Horn, Elin Reinert
Planck, Elin Mikkelsen, Eyðun Gaard, Karin Jacobsen, Elspa Petersen, Eyðbjørg Joensen, Anna Maria Antoniussen, Sofía Nattestad, Rósey Reynstind, og Ann
Jacobsen. Á myndini eru eisini Christian Mathiasen og Kirsten Gammelgaard, lærarar, Henrik Kenstrup Petersen, próvdómari, og Pauli Nielsen, rektari á Føroya
Læraraskúla
Mynd: Jens Kristian Vang
Í sambandi við 60-ara
vikuskiftið hava vit
hesaferð valt at taka
eina mynd av einum
fólkatónleikarabólki
frá 60-unum
Fólkatónleikarabólkurin
"The Rabbits" varð stovn-
aður í 1966. Nakrar útskift-
ingar vóru í bólkinum upp
gjøgnum árini, og myndin
vísir manningina í bólkin-
um árini 1966-67.
Tey eru: f.v.: Petur Ove
Petersen, Heri Kragesteen,
Marius
Joensen,
Fróði
Sandoy og Lív Dam .
The Rabbits var uttan iva
best klingandi fólkatón-
leikarabólkur í Føroyum
nakrantíð. Teirra tónleikur
var fyri tað mesta at líkna
við australska fólkatón-
leikarabólkin "The Seek-
ers".
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at við-
merkja í hesum sambandi,
eru hann ella hon vælkom-
in at seta seg í samband við
Birgar Johannessen á tele-
fon: 314647 / 273168.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
Havnar leksikon:
Fólkatónleikarabólkurin "The Rabbits"
Næstu ferð hava
vit mynd frá 1927
av jazzorkestr-
inum "Triumf"