fríggjadagur 15. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, fríggjadagin 15.
apríl, verður Óli Holm í
Vági 60 ár. Hann er fyrr-
verandi landsstýrismaður í
mentamálum, og hann hev-
ur seinasta árið verið for-
maður í Fótbóltssamband-
inum.
Óli er vágbingur. Pápin
var Alfred Holm ella Alfred
hjá Juliusi við Kykslið, sum
hann varð nevndur, og Elsa,
fødd Larsen og ættað av
Eiði. Pápi hennara var Óli í
Búrsstovu á Eiði, sum gekk
burtur við Verdandi í 1944.
Óli eitur sostatt eftir abban-
um á Eiði.
Elsa og Alfred fingu sjey
børn: Jona, Marna, Óli,
Elsubeth, Julius, Magnus
og Maibritt. Marna, Óli,
Elsubeth, Julius og Magnus
búgva í Vági. Jona býr í
Herfølge, og Maibritt býr á
Oyri.
Tá ið Óli í 1961 var lið-
ugur í skúlanum, varð hann
skipsmaður. Hann sigldi
við teimum á Gørðunum,
har pápin var skipari. Óli
var saman við pápanum við
Saksabergi og Magnusi á
Gørðunum, og so var hann
eisini við Peturi á Gørðun-
um.
Eftir summarfrítíðina í
1963 fór Óli at útbúgva seg
til lærara í Danmark, har
hann í 1968 leyk prógv á
Nr. Nissum Seminarium.
Hann gjørdist beinanvegin
lærari við Vágs skúla, og
har hevur hann verið síðani,
tó undantikið 1971-73, tá ið
hann var lærari í Sct.
Jørgen skúla í Holsterbro.
Síðani 1973 hevur Óli verið
varaskúlastjóri í Vági.
Í 1992 varð Óli, sum er
fyrikomandi og hóvligur
maður, valdur til formann í
aðalstjórnini í Tjóðveldis-
flokkinum, og í tí sessinum
sat hann í tíggju ár. Frá 14.
juni í 2001 og fram til 6.
juni í 2002 var hann lands-
stýrismaður í mentamálum.
Óli hevur verið nógv
uppi í ítrótti. Hann er góður
bridge spælari og serliga í
fótbóltinum hevur hann
gjørt vart við seg. Hann var
á VB liðnum, sum vann
miðaldeildina í 1964. Í
1966 helt VB seg til aftur at
spæla í meistaradeildini, og
Óli var á liðnum fram til í
1979. Fyrru árini var hann
ofta vongur. Í 1974 vann
VB bæði kappingina um
Ísafjarðarsúluna og Felags
steypakappingina,
sum
bara var hetta eina árið. Tá
og tey næstu árini var Óli
miðvallarspælari, og síðstu
árini var hann aftastur í
verjuni.
Frá 1969 og fram til 1971
var Óli formaður í VB, og
seinni hevur hann verið VB
formaður í eini fýra ár
afturat. Tað var í tí tíðini, tá
ið vágbingar bygdu VB hús
og ítróttarhøll. Óli var for-
maður í hallarnevndini. Í
1985 varð Óli Holm valdur
í nevndina í Fótbóltssam-
bandinum, og har hevur
hann sitið síðani. Fyri
einum ári síðani varð hann
valdur til formann í FSF.
Óli er giftur Elise Holm
úr Vinding í Danmark. Tey
bæði gingu í læraraskúla
saman, og síðani í 1973
hava tey verið starvsfelagar
í Vágs skúla. Elise og Óli
Holm búgva vesturi í Bø í
Vági, og tey eiga fýra børn
- John Henrik, føddur í
1970, Dennis, føddur í
1972, Christina, fødd í
1973, og Barbara, sum er
fødd í 1986. Øll børnini
búgva í Vági, og Óli eigur
fýra abbabørn - tríggjar
gentur og ein drong.
Føðingardagin er Óli
Holm burturstaddur.
Dagurin
15. apríl. Tær ljósu næturnar byrja. Fyrr stóð navnið Olympia í álmanakkanum til minnis um halga konu, sum
varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.
75 ára føðingardagur
Sunnudagin 17. apríl verður Klæmint Nónklett,
Lamba, 75 ár. Kaffimuður verður uppi í Toft í
Søldarfirði eftir kl. 15.00.
Óli Holm 60 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða kona, mamma, omma og langomma
Jensia K. A. Christensen
doyði og fór til gravar.
Takk fyri blómur og kransar.
Familjunnar vegna
Simon
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt,
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góða
mamma, vermamma, omma, langomma, systur
og svigarinna
Margit Dam
Húsavík
fór heim til Harran.
Takk til Jákup R. Hansen, prest, fyri hjálpsemi
og troystarrík orð bæði í kapellinum og í kirkjuni.
Hjartaliga tøkk til tykkum øll á Gerðisgarði, sum vóru
so góð við hana, meðan hon var har.
Tøkk til starvsfólkið á B7 á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til tykkum øll, sum komu í kapellið.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Gerðisgarð.
Hjartans tøkk til tykkum, sum veittu stóra og góða
hjálp við ervinum, og øll tit, sum rættu okkum
eina hjálpandi hond.
Tøkk øll somul, sum fylgdu mammu okkara
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Jóhanna Sofía, Jens Pauli, Høgni og Súsanna
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 9. apríl 2005
var móttøka í samband við
at Karl Marius Poulsen og
René Jensen í Klaksvík
hava keypt bygningin við
diskotekinum "Barok" og
matstovuni "Fortuna" við
Klaksvíksvegin í Klaksvík
frá Michael Olsen, sum
hevur rikið fyritøkurnar í
bygninginum
seinastu
árini. Ein partur av bygn-
inginum verður leigaður út
til Pizza 67.
Karl Marius sigur, at
hann og René í fleiri ár
hava tosað saman um at
byrja okkurt sjálvstøðugt
virksemi, og tá so hesin
møguleikin kom, tóku teir
av.
Teir koma at reka virk-
semið á sama hátt sum
frammanundan, men seinni
er ætlanin at hava meira
opið. Sum nú er, er disko-
tek fríggjakvøld og leygar-
kvøld. Eisini verða onkrar
broytingar
í
atgongu-
merkjaprísinum, sum t.d. er
broyttur til 50 krónur
fríggjakvøld, men leygar-
kvøld er prísurin framvegis
80
krónur.
Komandi
fríggjakvøld verður Christ-
ian Joensen DJ. Leygar-
kvøldið 16. apríl skipar
"PhaFalAion" fyri disko-
tekinum.
Nr. 71 - 15. apríl 2005
15
Karl Marius Poulsen og René Jensen:
Keypt Barok og Fortuna í Klaksvík
Í dag, fríggjadagin 15 april,
fyllir fyrrverandi íslendski
forsetin Vigdís Finnboga-
dóttir 75 ár. Vígdis er fødd
í Reykjavík 15. apríl 1930.
Hon var fyrstu ferð vald til
forseta í Íslandi í 1980, og
vald aftur í 1984 og í 1988.
Vígdis var ein av fremstu
fyrireikarunum av Norður-
atlantsbryggjuni, og varð
hon sett sum fyrsti leiðarin
har.
Vígdis Finnbogadóttir 75
René Jensen (v.m.) og Karl Marius Poulsen hava keypt diskotekið "Barok" og matstovuna
"Fortuna" í Klaksvík
Mynd: Bárður Lydersen