fríggjadagur 15. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 71 - 15. apríl 2005
- Vit halda, at Strand-
ferðslan heldur
okkum fyri tað turra
spott. Stovnurin
hevur okkum sum
gíðslar. Vit hava ikki
loyvi at fara í verkfall,
og kravt verður av
okkum, at tænastan
skal vera 100%.
Samstundis »snýtir«
Strandferðslan
okkum fyri lønar-
reguleringina, sum
vit meta okkum eiga
sambært sáttmálan-
um, siga arbeiðstak-
arar hjá Bygdaleið-
um, sum Sosialurin
hevur tosað við
SÁTTMÁLASTRÍÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í eitt heilt ár hava bussfør-
arar, sum hava sáttmála við
Bygdaleiðir, stríðst við at
fáa eina betri lønarreguler-
ing, men higartil hevur
hetta ikki eydnast. Partarnir
tulka sáttmálan so ymiskt,
at talan er um miljónir á
muni sum skilja partarnar.
Allir arbeiðstakararnir, sum
hava sáttmála við Bygda-
leiðir, standa saman og
hava fingið sakføraran hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
har teir eru limir, at taka
sær av hesum máli.
– Tá ið vit lesa sáttmálan,
er hann púra greiður. Onnur
leiðsla var á Strandferðsl-
uni, tá ið sáttmálin varð
gjørdur og teir, sum sótu
hinumegin borðið tá, eru
samdir við okkum um
reguleringarnar. Men tað er
verandi leiðsla á Strand-
ferðsluni eftir øllum at
døma ikki.
Bussførararnir siga, at
Strandferðslan
bert
vil
regulera sáttmálan eftir al-
menna prístalinum, men
hetta halda teir ikki sam-
svarar andanum í sáttmál-
anum, sum eisini leggur
upp til reguleringar fyri eitt
nú lønarhækkingar, prís-
hækkingar fyri olju og
tryggingar.
– Men hesar reguleringar
hava vit ongantíð fingið, og
tað halda vit er í stríð við
sáttmálan.
Sum Sosialurin skilir, er
talan um einar 3-4 miljónir
krónur, sum skilja partarn-
ar.
– Vantaða reguleringin er
nú við at sláa beinini undan
teimum
arbeiðstakarum,
sum hava teir lakastu sátt-
málarnar, og hetta kunnu
vit slett ikki góðtaka.
Tað eru einir níggju ar-
beiðstakarar kring landið,
sum hava høvuðssáttmála
við Bygdaleiðir, og síðan
eru aftur fleiri undirsátt-
málar.
Fyri spott
Í
sáttmálanum
millum
Bygdaleiðir og arbeiðstak-
ararnar stendur, at ósemjur
partanna
millum
skulu
leggjast fyri gerðarrætt.
– Sakførari okkara legði
málið um reguleringina –
ella vantaðu reguleringina
– fyri gerðarrætt, men áðr-
enn málið kom til av-
greiðslu, ásannaði Bygda-
leiðir, at vit hava rætt í
okkara tulkingum av sátt-
málanum. Tí varð málið í
fyrstu atløgu steðgað.
Arbeiðstakararnir siga, at
seinni vóru teir saman við
sakføra sínum á fundi við
Strandferðsluna, har stovn-
urin skjeyt upp, at partarnir
skuldu finna eina »semju«.
– Men vit kundu als ikki
góðtaka ta semju, sum teir
skutu upp, tí hon á so langt
burtur frá tí, sum vit sam-
bært sáttmálanum meta
okkum eiga.
Arbeiðstakararnir siga, at
málið tískil aftur er reist í
gerðarrætti og kemur til av-
greiðslu í seinasta lagi
einaferð tíðliga í summar.
– Vit kenna okkum hildn-
ar fyri ta turra spott. Fyrst
sigur Strandferðslan seg
vilja ganga undir tær regul-
eringar, sum vit meta okk-
um eiga, og tá ið so málið
er steðgað í gerðarrættin-
um, vil stovnurin kortini
ikki fylgja sáttmálanum,
men kemur við einum upp-
skoti, sum er viðfáningur.
Vit kenna okkum sum
gíðslar í hesum máli. Vit
hava ikki loyvi at fara í
verkfall, og kravt verður av
okkum, at tænastan skal
vera 100% – og samstundis
»snýtir«
Strandferðslan
okkum fyri lønarreguler-
ingina.
Bukka undir
Arbeiðstakararnir spyrja,
um
landsstýrismaðurin,
sum umsitir Strandferðsl-
una, er kunnaður um,
hvussu stovnurin fer við
sínum arbeiðstakarum.
Sáttmálarnir eru galdandi
í fimm ár, og teir flestu ar-
beiðstakararnir hava hálvt
triðja ár eftir. Onkur sátt-
máli er gjørdur eitt sindur
seinni, og gongur tí eisini út
eitt sindur seinni.
Men hvat kann so í ring-
asta føri spyrjast burtur úr,
um reguleringin ikki kemur
upp á pláss, soleiðis sum
arbeiðstakararnir
høvdu
væntað, tá ið teir bjóðaðu
upp á ruturnar?
– Tað kann henda, at
onkur, sum hevur ein lakari
sáttmála, ikki klárar at
koyra alt skeiðið, og tískil
noyðist at gevast – um
lønarreguleringin ikki kem-
ur upp á pláss, siga buss-
førararnir at enda.
– Eg vildi fegin havt
okkurt at sagt
tykkum, men eg
haldi ikki, tað er rætt
av mær at úttala meg
alment um hetta
mál, sigur Andrass
Jensen, deildarleiðari
á Bygdaleiðum og
Oyggjaleiðum
SÁTTMÁLASTRÍÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin royndi í gjár at
fáa eina viðmerking um
lønarreguleringina, sum
teir, ið koyra fyri Bygda-
leiðir, halda seg sambært
sáttmálanum eiga til góðar
hjá Strandferðsluni, men
stjórin á Strandfaraskipum
Landsins, Kristian David-
sen, var burturstaddur.
Vit hittu tó Andrass
Jensen, sum er deildar-
leiðari á samferðsludeild-
ini, ið hevur Bygdaleiðir
og Oyggjaleiðir undir sær.
Sosialurin hevur áður
tosað við Andrass um
hetta mál, men tá segði
hann seg ikki hava hug at
gera
viðmerkingar
til
málið.
Eingin viðmerking
Svarið, vit fingu í gjár, var
ikki øðrvísi enn hitt fyrra.
– Eg vildi fegin havt
okkurt at sagt tykkum,
men eg haldi ikki, tað er
rætt av mær at úttala meg
alment um hetta mál. Tað
er heldur ikki eg, sum
úttali meg vegna stovnin í
slíkum málum.
Spurdur,
um
hann
heldur, at stjórin, Kristian
Davidsen, er kunnaður um
málið
um
umstríddu
lønarreguleringina, sigur
Andrass, at tað vildi hann
hildið, at hann er.
– Eg eri ikki fult upp-
dateraður um málið beint
nú, ásannar Andrass og
heldur fyri, at skal hann
koma við einum svari,
noyðist hann í fyrsta lagi
at tosa við sítt bakland,
sum er stjórin, Kristian
Davidsen og sakførarin,
Anfinn V. Hansen.
– Men tað er harmiligt,
at eitt slíkt mál sum hetta
uppstendur, sum Andrass
Jensen tekur til.
Reguleringin:
SL framvegis onga
viðmerking til málið
– Fyrst sigur Strandferðslan
seg vilja ganga undir tær
reguleringar, sum vit meta
okkum eiga, og tá ið so málið
er steðgað í gerðarrættinum,
vil stovnurin kortini ikki
fylgja sáttmálanum, men
kemur við einum uppskoti,
sum er viðfáningur, siga
arbeiðstakarar hjá
Bygdaleiðum
Bussførarar við sáttmála:
Kenna seg reyvrendar av SL