fríggjadagur 15. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2005
17
Verða ætlaðu um-
leggingarnar á føði-
deildini settar í verk,
fer føðideildin í sor, tí
væntast kann at fleiri
sjúkrarøktarfrøð-
ingar fara at rýma
enn teir, sum verða
sagdir úr starvi
UMLEGGINGAR
Á FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Verða ætlaðu umlegging-
arnar á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum settar
í verk, fer føðideildin í sor.
So bersøgd er forkvinnan
í
Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Í blaðnum í gjár vísti
álitisumboðið hjá sjúkra-
røktarfrøðingunum á føði-
deildini á, at tríggir sjúkra-
røktarfrøðingar eru longu
rýmdir av føðideildini og
hon útihýsir ikki, at enn
fleiri fara sama veg.
Jana H. Dalsgaard, fo-
rkvinna í Felagnum Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar er enn greiðari í sínum
spádómi.
– Føðideildin er longu
við at syndrast. Tríggir
sjúkrarøktarfrøðingar eru
farnir. Ætlanin er, at átta
sjúkrarøktarfrøðingar skulu
sigast úr starvi. Men tað er
væntandi at enn fleiri fara.
– Í øllum førum geva
sjúkrarøktarfrøðingarnir á
føðideildini til kennar, at
tær orka ikki at vera har
longur og sostatt er tað
greitt, at føðideildin er við
at verða drenað fyri ser-
vitanina um sjúkrarøkt og
tað er eitt rættiligt álvars-
mál.
– Við tað at tríggir
sjúkrarøktarfrøðingar
longu eru farnir, kann
longu nú staðfestast, at
onki er vunnið við ætlaðu
umleggingini.
Hon ávarar tí enn eina-
ferð ímóti at seta ætlaðu
umleggingarnar í verk.
– Tað tykist ikki sum um
at tað rínur á, at sjúkrarøkt
er eitt økið, sum altíð hevur
ligið undir sjúkrarøktar-
frøðingunum.
– Tað hevði verið óhugs-
andi, at aðrir fakbólkar enn
lærarar, sluppu at undirvísa
í skúlanum. Løgtingsins
Umboðsmaður hevur eisini
staðfest við sjeytumma-
seymi, at leiðslan á frítíðar-
skúlum er eitt øki, sum
hoyrir pedagogunum til.
Men
kortini
himprast
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum ikki við at leggja
sjúkrarøkt undir ein annan
fakbólk enn tann, sum er
serútbúgvin til tað.
24% vóru sjúk
Jana H. Dalsgaard vísir á,
at í fjør vóru 612 børn fødd
á Landssjúkrahúsinum. Av
teimum vóru 147 børn sjúk
eftir teimum leiðreglum,
sum barnalæknin hevur sett
upp. Tað svarar til 24%.
– Tilsamans vórðu tey
skrásett sum sjúklingar í
1071 samdøgur. Tað er 7,3
samdøgur
í
part. Tað
merkir, at tað er rættiliga
ofta, at fleiri børn liggja
ísenn.
Forkvinnan í Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar sigur, at øll hesi
børnini hava higartil verið
eygleidd av sjúkrarøktar-
frøðingum.
– Hetta eru øll børn, sum
krevja røktarfakligan ser-
kunnleika.
– Tað merkir ikki, at vit
ikki skulu samstarva við
aðrar fakbólkar. Sjálvandi
skulu vit tað. Men fyri tað
er tað kunnu vit ikki útluta
sjúkrarøktina til aðrar fak-
bólkar enn teir, sum eru
serútbúnir til tað.
Ongin menning og
ongin sparing
Hon sigur, at tað er ein stór-
ur spurningur um umlegg-
ingarnar á føðideildini eru
gjørdar við menning fyri
eyga ella við sparing fyri
eyga.
Sjálv er hon sannførd
um, at tað er hvørki sparing
ella menning í tí.
– Tað er ikki menning at
koyra fakbólkin, sum hevur
servitanina á dyr og fáa
annan inn ístaðin. Sparing
er tað heldur ikki, tí ljós-
møðurnar fáa hægri løn enn
sjúkrarøktarfrøðingar.
Jana H. Dalsgarð sigur, at
tað ljóðar gott at Lands-
sjúkrahúsið vil hava størri
nyttu burturúr ljósmøðrun-
um, tí sum er sita tær á vakt
kortini og bara bíða eftir at
verða tilkallaðar. – Men
veruleikin er, at ímeðan tær
sita á vakt, fáa tær bara 1/3
av lønini, men tá ið tær eru
til arbeiðis, fáa tær hægri
løn enn sjúkrarøktarfrøð-
ingarnar.
Hon heldur, at tað kann
eisini fáa avleiðingar at
taka vaktina av ljósmøðrum
inn á føðideildina at ar-
beiða.
– Tað hendir ikki so heilt
sjáldan, at tvær kvinnur
eiga ísenn. Tá verða ljós-
møðurnar bundnar á føði-
deildini, samstundis sum
tær skulu hava fólk at
hjálpa sær. Spurningurin er
so, hvussu manningin verð-
ur eftir at taka sær av røkt-
ini.
Hon sigur, at í slíkum
førum er ætlanin at tilkalla
eykafólk. Men tað kann
verða rættiliga ofta, at tað
verður neyðugt – og hesi
fólkini skulu eisini hava
løn.
– Og vit kunnu ikki
rokna við, at tað verða teir
sjúkrarøktarfrøðingar, sum
verða sagdir úr starvi, sum
koma at vera til reiðar at
traðka til, hvørja ferð at tað
verður neyðugt, leggur hon
afturat.
Hon heldur eisini, at tað
er rættiliga ósmæðið, at
vænta, at sjúkrarøktarfrøð-
ingarnir skulu átaka sær
leiklutin at vegleiða ljós-
møðrunum í sjúkrarøkt.
Hildin uttanfyri
Forkvinnan vísur eisini á, at
tað verður eisini víst á, at
umleggingarnar á føði-
deildini hava verið væl
gjøgnumhugsaðar í fleiri ár
og at tær eru settar í verk
eftir drúgva viðgerð.
– Sum forkvinna í fel-
agnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar, haldi eg, at
eg í ein ávísan mun varði av
sjúkrarøktini. Men eg havi
ikki verið á einum tí einasta
fundi um sjúkrarøktina, so
eg veit ikki, hvør hevur við-
gjørt málið, men sjúkra-
røktarfrøðingarnir,
sum
verða harðast raktir av
umleggingunum, hava so
ikki verið við í umlegging-
unum.
STUÐULSAVTALUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Mikudagin skrivaði Suður-
oyar Sparikassi undir undir
heilar tvær avtalur um
stuðul við ítróttarfeløg í
Suðuroy.
Annars hevur Suðuroyar
Sparikassi
mest
verið
kendur sum høvuðsstuðul
hjá VB, men hann stuðlar
eisini øðrum ítróttargrein-
um.
Mikudagin
skrivaði
Sparikassin sostatt undir
stuðulsavtalu
við
tvey
ítróttarfeløg á Tvøroyri,
sum rættiliga hava gjørt
vart við seg. Talan var um
flogbóltsfelagið á Tvøroyri
og Tvøroyrar Svimjifelag,
sum hesuferð gjørdi sam-
starvsavtalu við Suðuroyar
Sparikassa.
Tað fór fram á lítlari sam-
komu í skúlagarðinum í
skúlanum í Trongisvági,
har eisini fleiri ítróttarfólk,
sum koma at njóta gott av
stuðlinum, vóru hjástødd
Føðideildin fer í sor
Suðuroyar Sparikassi
stuðlar ítróttarfeløgum
Johannes Magnussen nevndarlimur í flogbóltsfelagnum á Tvøroyri, v.m og Per Jacobsen, markn-
aðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, skriva undir avtalu um stuðul. Aftanfyri standa flogbólts-
spælarar og hyggja at, øll í nýggjum blusum frá Suðuroyar Sparikassa
– Tað hevði verið óhugsandi at aðrir fakbólkar enn lærarar
sluppu at undirvísa í fólkaskúlanum, men sjúkrarøktina ber
eftir øllum at døma til at útluta til aðrar fakbólkar enn teir, sum
eru serútbúnir til tað, sigur Jana H. Dalsgaard
Pauli Eysturberg, vm frá Tvøroyrar Svimjifelag, og Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar
Sparikassa, takka hvørjum øðrum fyri eina góða avtalu Aftanfyri standa svimjarar og hyggja at,
øll í nýggjum blusum frá Suðuroyar Sparikassa