Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ásfinnur Sigvardsen, Dion Jacobsen og Bjarki Hansen hava verið í starvsvenjing á trimum ymiskum støðum. Allir hava teir roynt nakað nýtt, men Ásfinnur heldur, at sjómanslívið er gott, men strævið. STARVSVENJING Rói Danielsen Ásfinnur Sigvardsen úr 9.a í Argja Skúla hevur verið til skips við einum partrolara sum kallast Stjørnan". Hví valdi tú júst hetta? "Tí at eg vildi royna okkurt nýtt, og eg havi altíð havt hug til at roynt tað" Hvat hevur tú gjørt? "Eg havi gjørt eitt dekk- araarbeiði. Tvs. kruvt og syrgt fyri at trolið kemur inn í øllum góðum." Hvussu dámdi tær? "Mær dámdi sera væl." Var hetta tað ið tú væntði tær? "Ja, nøkulunda. Men til tíðir gjørdist tað eitt sindur strævnari enn væntað" Kundi tær hugsað tær at gjørt hetta í framtíðini? "Ja, tað kundi hent seg. Mær dámdi sera væl lívið umborð." Dámdi ítrótt Dion Jacobsen úr 9.a í Argja Skúla: Hvar hevur tú verið í starvsvenjing? "Eg havi verið í Tummas Dam Ítrótti" Hví valdi tú júst hetta? "Eg havi altíð dámt væl ítrótt, og tað ljóðaði ±spennandi" Hvat hevur tú gjørt har? "Eg havi fingið innlit í, hvussu alt hongur saman. Og eg havi eisini lært at gjørt ordrar klárar og stillað vørur uppá pláss" Hvussu dámdi tær? "Jú, hetta var bara fínasta slag" Var hetta tað ið tú vænt- aði tær? "Ja, nøkulunda" Kundi tær hugsað tær at gjørt hetta í framtíðini? "Nei, hetta er ikki akku- rát tað, sum eg hevði kunn- að hugsað mær" Royna okkurt nýtt Bjarki Hansen úr 9.a í Argja Skúla: Hvar hevur tú verið í starvsvenjing? "Eg havi verið í Bónus" Hví valdi tú júst hetta? "Fyri at royna okkurt nýtt" Hvat hevur tú gjørt har? "Sett vørur uppá hillar- nar" Hvussu dámdi tær? "Mær dámdi bara væl" Var hetta tað ið tú vænt- aði tær? "Ja" Kundi tær hugsað tær at gjørt hetta í framtíðini? "Møguliga". Hesar seinastu tvær vikurnar hevur Rói Danielsen úr 9. a í Argja skúla verið í starvsvenjing á Sosialinum BLAÐARBEIÐI Snorri Brend Hóast vikurnar hava verið sera rokutar í samband við at vit hava fyrireikað flyt- ingina oman í Vágsbotn, hevur Rói fingið snúsað eitt sindur til arbeiðið í einum nútíðar blaðhúsi. Hesar vikurnar hevur hann verið úti við blað- manni og myndamanni, og hevur hann eisini sjálvur sett navn undir onkra av greinunum í blaðnum. Rói hevur verið við til teir fundirnar, sum eru neyðugir fyri at eitt blað kann koma út. Og hann er somuleiðis farin til hús seinnapartin við tí nýggj- asta Sosialinum í hondini. Tann seinasta uppgáva hansara á Sosialinum var at vitja nakrar av floksf- elagum sínum, sum vóru í somu ørindum sum hann. Samstundis sum vit takka Róa fyri tíðina á blaðnum, prenta vit her tær samrøðurnar, hann gjørdi við tríggjar av vinmonnum hansara. 18 Nr. 71 - 15. apríl 2005 Í løtuni eru hand- verkarar við at byggja um í veg- hæddini á Tórs- havnar Sjómans- heimi ella Hotel Tórshavn, sum tað eisini eitur UMBYGGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyrr í ár flutti Kjøtbíðin við Otto Reinert úr hølunum í kjallaranum á Sjómansheiminum, har fyritøkan annars hevði búleikast síðani í 1938. Hetta hevði við sær, at 80 fermetrar gjørdust leysir í veghæddini á Sjómansheiminum, og nú verður arbeitt við gera teir um til ein part av gistingarhúsinum. Vaksa um móttøkuna Jeffri Johannesen, stjóri á Tórshavnar Sjómans- heimi, sigur, at høvuðs- endamálið við umbygg- ingini er at vaksa um móttøkuna á sjómans- heiminum. - Móttøkan, sum vit hava nú, er alt ov lítil, tá ið vit fáa bólkar á vitjan. Bólkarnir eru nógvir í tali um summarið, og vit hava leingi havt eitt ynski um at vaksa um móttøkuna, og tað er tað, ið er høvuðsenda- málið við at byggja um, sigur Jeffri Johannesen. Í løtuni er skrivstovan hjá Tórshavnar Sjó- mansheimi á 1. hædd, men tá ið umbyggingin er liðug, verður hon flutt niður á veghæddina. Hetta kemur at hava við sær, at nakað av plássi verður tøkt á 1. hædd, men Jeffri Johannesen sigur, at enn er ikki greitt, um tað skal gerast um til uppihaldsstovu, kamar ella okkurt annað. Jeffri Johannesen sig- ur, at umbyggingin á Tórshavnar Sjómans- heimi verður vónandi liðug um 1. juni, so at alt er komið upp á pláss, tá ið summarsesongin av álvara byrjar. Sjómansheimið byggir um Jeffri Johannesen sigur, at tað hevur verið eitt stórt ynski hjá Sjómansheiminum at vaksa um móttøkuna, og hann gleðir seg til, at arbeiðið verður liðugt um ikki so langa tíð. mynd: Jens Kr. Vang Eitt týskt advokat- virki er í løtuni í ferð við at savna tilfar og fólk til eina stevning móti Phoenix Kapitaldienst, sum herfyri fór av knór- anum. Týsdagin komu teir til Dan- markar at hitta danskar íleggjarar um málið. Tað kann ganga long tíð til mál- ið verður endaliga uppgjørt, sigur danski stjórin við Sosialin FÍGGJARGØLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Føroyingar, danir og mong onnur hava við spenningi fylgt við gongdini í málin- um um gøluna í Phoenix, sum herfyri fór á húsagang. Nógvir føroyingar mistu ein hóp av peningi, og fram kom eisini, at m.a. Klaks- víkar kommuna hevði mist rættiliga fitt av peningi orsakað av hesum. Í eina tíð hevur lítið verið at hoyrt til málið, men hetta merkir kortini ikki at einki hendir í málinum. Málið tykist rættiliga fløkt, tí so nógvir íleggjarar og so nógvur peningur er uppá spæl. Tað fer tí helst at ganga rúm tíð, fyrrenn ein hevur eitt samlað yvirlit á borðinum. – Tað kann fara at taka mánaðir, kanska alt hetta árið, fyrrenn alt er gjørt upp í hesi fíggjargøluni, sigur stjórin í donsku deild- ini av Phoenix, Claus Schäfer við Sosialin. Kanska 1,5 mia. mist Ilt er meta um, hvussu nógvur peningur stendur uppá spæl í hesum málin- um. Mett verður, at bara í Norðurlondum eru kanska umleið 1,1 mia. kr. mistar orsakað av húsaganginum. – Men talið kann eisini vera nógvar ferðir størri – kanska einar 350 mió. kr. aftrat, sigur hann. Teir týsku sakførararnir eru nú komnir til Danmark- ar við tí fyri eyga at hitta teir donsku íleggjararnar, soleiðis at eitt samlað krav kann verða sett fram. Hóast nógvur peningur er mistur, so er kortini nakað av peningi vorðin bjargaður – kanska eini 30 % av samlaðu upphæddini, ið varð sett í felagið. Ikki svik í Danmark Týska advokatvirkið hevur royndir í at geva íleggjarum peningin aftur, sum í fyrstu syftu kann tykjast mistur. Advokatvirkið umboðar millum 2.500 og 3.000 Phoenix-íleggjarar, men teir vilja kortini ikki upplýsa, um danskir – og kanska eisini føroyskir – íleggjarar eru millum hesar. Teir hava sett 50 løgfrøðingar á málið, og hava m.a. ætlanir um at saksøkja granskoðararnar í Phoenix, eins og granskoðaravirkið Ernst & Young, sum kannaði felagið fyri týska fíggjareftirlitið í 2002 uttan at vísa á nakað ófullfíggjað. Klaus Nieding frá týska advokatvirkinum vil kortini enn ikki upplýsa, um teir fara at saksøkja leiðsluna í danska felagnum, og herundir eisini stjóran Claus Schäfer og nevndarformannin Carsten Pals. Báðir hava hildið fast uppá, at teir einki kendu til svikið, men at hetta einans var í týska felagnum. Felags sak í Phoenix-gøluni Soleiðis arbeiðir eitt miðlahús – Sjómanslívið er strævið Bjarki Hansen arbeiddi í Bónus Dion Jacobsen arbeiddi hjá Tummas Dam Ítrótti Ásfinnur Sigvardsen hevur verið til skips