Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 15. apríl 2005 19 Grease – so mega feitt! Í løtuni framføra tey elstu í Sjónleikarskúl- anum í Havn sangleik- in Grease.Við hesum leikinum prógva tey, at tey veruliga hava lært nakað á Sjón- leikarskúlanum, tí tey koma sera væl frá uppgávuni SJÓNLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: Sjónleikarskúlin At fara til ein ungdóms- sjónleik í Sjónleikarhús- inum, ljóðar sum nakað fyri tey blaðungu. Og tað ljóðar kanska eisini sum ein hálv- vánalig, sjeyndafloks–líkn- andi framførðsla. Men tað er sangleikurin »Grease« hjá sjónleikar- skúlanum ikki. Og hann er so sanniliga eisini nakað fyri okkum, sum meiri ella minni heilskapað eru kom- in úr tannáringatíðini. Ta løtuna, sum leikurin varar, fáa áskoðararnir eina góða uppliving – og ein skemtiligan túr aftur í tann- áringalívið og trupul- leikarnar, sum hartil hoyra. Leikararnir eru so fullir av orku, at tað kann ikki annað enn smitta av. Sangleikur Grease, sum í 1995 eisini hevði tilnevnið »feitt í Havn«, tí leikurin gongur fyri seg í Havnini, er ein sera góð samansjóðing av sangi, tónleiki, dansi, skemti og álvarsemi. Men tað kann avgjørt vera eitt vandaøki at hætta sær inn á eitt so kent leikrit, sum Grease er. Av tí at nógv okkara jú bæði kenna sangir og handling uttanat, hava vit eisini ávísar vónir til leikin. Tað gevur leikar- unum eina ávísa ábyrgd. Men umskrivingarnar frá filmi til pall eru sera væl hepnaðar, og at hoyra allar hesar kendu grease-slagar- arnar á føroyskum, er ein sonn frøði. At spæla ein sangleik er ein rættiliga stórur biti at gloypa, tí tað setur stór krøv til sangevnini hjá leik- arunum. Ein stórur partur av handlingini verður jú borin fram ígjøgnum sang, og vandin er, at áskoðar- arnir ikki skilja hvat verður sungið. Serliga tá orkestrið er við á pallinum, er vandin fyri, at tónleikurin doyvir sangin, stórur. Hetta bilti tó ikki í fram- førðsluni í sjónleikarhúsin- um, tí sum heild komu leik- ararnir sera væl frá sang- framførðslunum, og tón- leikurin var so mikið spakuligur, at orðini hoyrdust væl. Til tíðir hoyrdist sangurin enntá betri enn søgdu orð- ini, sum, serliga í byrjanini, kanska vórðu í so týtt og óskillig. Orkestrið, sum er knýtt at leikinum, eitur Paradox. Teir spældu undir til øll løgini, og tí komu teir sera væl frá. Ein av uppgávunum hjá orkestrinum var eisini at syrgja fyri ljóðeffektunum, og tað megnaðu teir væl. Eitt, sum eisini var við til at lyfta leikin, var, at í pall- skiftunum, sum ofta gerast langdrigin fyri áskoðarar- nar, spældi Paradox sving- andi løg, og stytti á tann hátt um stundir hjá áskoð- arunum. Skemtiligt við dýpd Havi fyrr sæð okkurt, sum Sjónleikarskúlin hevur framført, og eg má siga, at hetta nokk er tað besta, eg havi sæð tey spælt. Eisini hóst fleiri teirra eru nýggj í bólkinum, og ikki eru kend í sjónleikarahøpi. Ógvuliga ofta rungaði láturin í salinum, tí leikar- arnir dugdu ómetaliga væl at yvirdríva leiklutirnar, so- leiðis at teir gjørdust kom- iskir, uttan at tað tó gjørdist ov nógv. Skemtingarsemi varð nýtt at greiða frá truplu tann- áringatíðini, soleiðis, at øll verliga skiltu og kendu seg aftur í trupulleikunum hjá ymsu leiklutunum. At áskoðarunum dámdu framførðsluna sást kanska serliga eftir leikin, tá allir sjón– og tónleikararnir vórðu róptir inn aftur til eitt »eykanummar«. Eg má viðganga, at eg undan leikinum ivaðist í, hvussu ein ungdómsbólkur, við leikarum í 15-17 ára aldrinum fór at megna eina so stóra uppgávu sum Grease. Men eftir leikin hugsaði eg bara eitt: Grease er so mega feitt – eisini á føroyskum. Neyðars Sylvia, sum hevur fingið krakk frá dreymadreinginum Róa, og sum nú má líða undir hjartasorgini. Sangurin, sum á enskum eitur »totally devoted to you«, ber seg eisini sera væl við føroyskum orðum Sangir, dansir og koreografi sampakkaði alt sera væl við svingandi 50'ara tónleik- inum. Ein tann kendasti sangurin um »Grease Lightening« hevur á før- oyskum fingið heitið »Sýrut Snarljós«. Tað er ein meistar- lig mannfólka–framførðsla við sangi og dansi Sangurin um »John«, sjómannin, sum sendir Tórdis gávur, er eisini sera væl framførdur. Huglagið í náttkjólaballinum kemur veruliga fram, og fjasið, fnisið og dreymarnir hjá blaðungu gentunum skína sera væl ígjøgnum