Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 71 - 15. apríl 2005 UTTAN ÚR HEIMI Oljuleiting steðgað Norsku myndugleikarnir hava bannað Statoil at halda fram við oljuleitingini í Barentshavinum, fyrr enn dálk- ingareftirlitið hevur kannað, hvussu tað kundi bera til, at leitingarpallurin "Eirik Raude" misti hálvtannað tons av hydraulikolju í havið týsdagin. Stjórin í dálkingareftirlitinum, Håvard Holm, sigur við Aftenposten, at eftirlitið hevur alla tíðina ivast í, at oljufeløgini eru før fyri at halda reglurnar, sum eru settar fyri leiting í Barentshavinum. Víst verður á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at olja er likin í havið, tí tað hendi tvær ferðir, tá Hydro leitaði eftir olju í Barents- havinum. Hydraulikolja verður hildin at vera sera skaðilig fyri umhvørvið, og tað er álagt feløgunum at hava eina skipan, sum forðar fyri, at hendan oljan kann renna út í havið. Thorild Widwey, oljumálaráðharri, heldur, at olju- feløgini mugu leggja størri dent á vandan fyri dálking í framtíðini, men hon ásannar, at eingin kann veita trygd fyri, at tílíkt ikki kann henda aftur. Norskir fiskimenn og umhvørvisfelagsskapir hava mælt frá oljuleiting í Barentshavinum, tí leiðin hevur so stóran týdning fyri fiskivinnuna. Skuldi myrða Castro Í 1961 var Luis Posada Cariles við í landgongdini í Svínavíkini í Kuba. Endamálið var at reka stýrið hjá Fidel Castro, forseta frá, men tiltakið miseydnaðist fullkomiliga. Fyri fimm árum síðani varð Luis Posada Cariles tikin í Panama, tí myndugleikarnir vildu vera við, at hann hevði lagt ætlanir um at myrða Castro. Hann er eisini lagdur undir at hava verið uppií, tá eitt flogfar úr Venesuela sprongdist av einari bumbu í áttatiárunum. Atsóknin kostaði 73 mannalív. Nú er tann 73 ára gamli kubanin komin til Miami í Florida, og har hevur hann biðið amerikonsku myndug- leikarnar um friðskjól. Tað heldur hann seg hava rætt til, eftir at hann í mong ár arbeiddi fyri amerikonsku fregn- artænastuna CIA. Men kubanska stjórnin mótmælir, at hann fær friðskjól. Í einari røðu í kubanska sjón- varpinum hevur Castro sagt, at fær Cariles friðskjól, er tað ein staðfesting av, at USA styðjar altjóða yvirgang. Skipsmanning svøltar seg Í fimm mánaðir hevur manningin á norska fiskiskipin- um "Kempo" ikki fingið løn, og nú er manningin farin at svølta seg í einari roynd at leggja trýst á reiðaríið í Kristiansund. "Kempo" var til fiskiskap úti fyri vesturafrikanska landinum Mauritania, men fiskiskapurin miseydnaðist fullkomiliga. Skiparin og stýrimaðurin, sum eru norð- menn, eru langt síðani farnir heim til Noregs, men fýra menn úr Litava og ein úr Ukraina eru framvegis um- borð, og teir sýta fyri at fara í land, fyrr enn teir hava fingið tað, sum teir eiga til góðar hjá reiðarínum. Reiðarin sigur við Aftenposten, at hann hevur ongar pengar at lata teimum fimm monnunum, og at eingin norskur banki er sinnaður at loysa málið. Nú roynir hann at fáa eitt felag í Marokko at yvirtaka ein part av skpinum fyri at vita, um tað kann hjálpa teimum svøltandi monnunum. Væl løntur stjóri Tað loysir seg at vera nevndarformaður og stjóri í bila- fyritøkuni Ford Motor, tí sambært Reuters fekk Bill Ford Jr. meiri enn 125 milliónir krónur inn á lønar- kontuna í fjør. Tann vanliga lønin hjá nevndarformanninum og stjóranum var ikki meiri enn góðar átta milliónir krón- ur, men harumframt fekk hann bonus og partabræva- ágóða, sum góvu honum einar 117 milliónir krónur. At Bill Ford Jr. er so væl løntur hevur kanska sam- band við, at hann er langabbasonur Henry Ford, sum grundlegði Ford-fyritøkuna. Tí hinir stjórarnir eru ikki so væl løntir. Næsti maður hansara, James Padilla, fekk góðar 40 milliónir krónur inn á sína kontu í fjør, og tá eru bonusið og partabrævaágóðin íroknað, skrivar Reuters. Á vitjanini í Texas fyrr í vikuni vísti ísra- elski forsætisráð- harrin amerikonsku leiðarunum njósnara- myndir av kjarnorku- verkum í Iran KJARNORKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, var ikki ør- indaleysur, tá hann fyrr í vikuni var í Texas og vitjaði George W. Bush, forseta. Alment tosaðu teir báðir um støðuna í Miðeystri og serliga um ísraelsku av- gerðina at taka niðursetu- fólkini og herin úr Gaza- geiranum. Men eitt annað mál var eisini á skránni. Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at Sharon hevði nakrar njósnara- myndir við sær til USA, og at hetta vóru myndir, sum sambært Sharon avdúkaðu, at Iran er í ferð við at út- vega sær kjarnorkuvápn. USA hevur hermenn úr Afghanistan og Irak, og tí er Iran næstan kringsett, og tað fekk Sharon at biðja amerikonsku stjórnina herða trýstið á stýrið í Teh- eran. Sambært ísraelsku fjølmiðlunum eydnaðist tað ikki Sharon at sannføra Bush um, at Iran er ein hóttan, men Dick Cheney, varaforseti, hevði hug at halda við Sharon. Í hesum sambandi verður víst á, at í verulekanum gav Cheney Ísrael heimild til at søkja at málum í Iran, tá hann herfyri segði, at kenna ísraelsmenn seg hóttar, kunnu teir taka tey neyðugu stigini. Í 1981 søktu ísraelsk flogfør at kjarnorkuútbún- aðinum í Irak, og Ísrael hevur eisini flogfør, sum kunnu søkja at málum í Iran. Skulu flogførini søkja at iranskum málum, noyð- ast tey helst at flúgva ígjøgnum irakskt loftrúm, og har hevur amerikanska flogvápnið alt eftirlitið. Tann 38 ára gamli Eric Rudolph viðgekk í gjár, at tað var hann, sum sprongdi eina bumbu á olympisku summarleikunum í Atlanta í 1996 BUMBUMAÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 27. juli í 1996 brast ein bumba í amerikanska býnum Atlanta. Í sjálvum sær var hetta ikki nøkur stórhending, men bumbu- spreingingin gjørdist kort- ini søgulig, tí júst í teimum døgum var Atlanta vertur fyri teimum olympisku summarleikunum. Tað var eisini tað, sum gjørdi, at bumban brast júst tá. Tað váttaði bumbumað- urin, Eric Rudolph, tá hann í gjár var í rættinum. Spurdur, hví hann sprongdi bumb- una, sum kravdi tvey mannalív og særdi meiri enn 150 onnur, svaraði hann, at bumban var ætlað sum mótmæli ímóti tí polit- ikki, sum amerikanska stjórnin hevði á fosturtøku- økinum og viðvíkjandi sam- kyndum. Undir avhoyringunum játtaði hann eisini, at tað var hann, sum sprongdi eina bumbu uttan fyri eitt fostur- tøkusjúkrahús í býnum Sandy Springs í statinum Georgia í 1997. Tann bumb- an kostaði einum løgreglu- manni lívið. Sama árið sprongdi han eina bumbu uttan fyri eini hús í Birm- ingham, har samkynd plagdu at halda til. Fimm fólk fingu skaða ta ferðina. Sharon hevði njósnaramyndir við sær til USA OL-bumbumaður játtaði seg sekan Tað eydnaðist Eric Rudolph at fjala seg í seks ár, áðrenn løgreglan fann hann. Nú kann hann vænta sær harða revsing