Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 • fríggjadagur • 15. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ingi undir skurð Síðani hann varð skiftur út tíðliga í taptu steypa- finaluni, heur Ingi Olsen als ikki kunna fingist við hondbólt. Ein skaði í økslini hevur gjørt hetta púrasta vónleyst, men nú verður so ein roynd gjørd, til tess at fáa hetta í rætt- lag. Hósmorgunin skuldi Ingi leggjast undir skurð, og roknað varð við, at tað er ein spong í økslini, sum skal seymast saman. -jm Skaðar arga aftur Todi Jónsson, sum ætl- andi skuldi verða partur av FCK-hópinum, nú lið- ið skal spæla móti Rosen- borg í Royal League. Hetta varð tó av ongum. Sum ikki einaferð, so er lærkrikin hjá Toda nú aftur farin at arga, men talan er helst ikki um nakað álvarsmál kortini. Fyri ikki at taka nakrar óneyðugar kjansir, hava Todi og læknarnir í FCK í felag tó gjørt av, at før- oyski álopsspælarin ikki skuldi við á ferðini til Trondheim. Á heimasíðu sínari sigur Todi, at tað harmar hann almikið, at hann ikki fær verið við, nú boð vóru eftir honum, men at tað ikki er so nógv, sum hann fær gjørt við hetta. Skal FCK hava nakran møguleika at koma víðari í Royal Leauge, er neyð- ugt hjá teimum við trim- um stigum í Trondheim. Dysturin verður spældur fríggjakvøldið, og kann síggjast á Kanal5. -jm Regatta verður 10. og 11. juni Aftur í ár fer Róðrar- felagið, Neystið, at skipa fyri Færø Regatta stevn- uni, og sum vant verður tað í Ishøj, at hetta fer fram. Hesaferð er tiltakið sam- skipað í felag við Strand- parken, sum í ár verður 25 ár. Sum skilst, so er ætlanin tí eisini at hava eina skrá, sum er væl meira um- fevnandi, enn hon plagar at vera, men meira verður helst at frætta um tað seinni. -jm Sum vit skrivaðu í miku- dagsútgávu okkara, so var roknað við, at bæði KÍ og B36 fóru at kæru úrskurð- urin um vantandi spæli- loyvini. Ein úrskurður, sum hevur viðført, at tey bæði liðini í løtuni ikki eru part- ur av kappingini um Løg- manssteypið. Nevndirnar í báðum feløgunum høvdu sama kvøld, sum úrskurðurin varð latin teimum, og í báðum førum er gjørt av, at kærur verða sendar inn. »Felagið harmast støð- una og hevur eisini tikið av- leiðingar av hesum soleiðis at slíkir feilir í framtíðini ikki koma fyri aftur. Fel- agið metir tó at ítróttarligu avleiðingarnar av niður- støðuni hjá nevndini í FSF als ikki standa í mát við umsitingarliga mistakið, sum í hesum føri er talan um. Hetta sjónarmiði hevur formaðurin í kappingar- nevndini hjá FSF tikið undir við, alment í fjøl- miðlunum, og tí hevur felagið avgjørt at kæra mál- ið til Dómsnevndina sam- stundis sum felagið hevur biðið um innlit í viðgerðina av málinum«. Soleiðis staðfestir nevndin hjá KÍ í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum. Og í B36 vóru boðini á heimasíðuni mikukvøldið hesi: »Ein samd B36-starvs- nevnd avgjørdi í gjárkvøld- ið, at leggja úrskurðin hjá FSF um at koyra B36 úr kappingini um Løgmans- steypið fyri dómsnevndina hjá FSF. B36 hevur altíð havt skil í sínum skjølum, og tað hava vit framvegis. Okkara skjøl vísa nakað annað, enn tað FSF sigur, og vit halda okkum tí hava eina góða sak.« Í B36 siga tey seg ikki vilja gera aðrar viðmerk- ingar til málið, fyrr enn dómur er fallin. Men sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so vil B36 helst vera við, at leysgevingin av Eyðuni Højgaard til ÍF Føroyar ikki fór rætt fram, og at spæli- loyvi hansara tí alla tíðina skuldi verið í B36. -jm Hóast 40 ára gamal, so er lítið at ivast í, at Jakob Jónsson kann verða ein sera góður fongur hjá ungu hoyvíkingunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk H71 hevur til komandi kappingarár tryggjað sær undirskriftina hjá Jakob Jónsson, sum nú á áttanda ári fer at spæla hondbólt í Føroyum. Sjálvur váttar Jakob tíð- indini. Og hóast hann hevur verið sera fegin um tey íalt fimm árini, sum hann hev- ur spælt í grøna búnanum, so heldur hann samstundis at nú er tíð hjá honum at royna seg aðrastaðni. - Eg hevði upprunaliga ætla mær at steðga eftir næstseinasta kappingarári. Men hetta árið gjørdist eitt sindur rokmikið, og millum annað kom eitt venjara- skifti miðskeiðis í kapp- ingarárinum. Tað er eingin loyna, at eg var ein partur av spælarunum, sum ynsktu venjaraskiftið, og tí helt eg ikki, at eg bara kundi stinga í sekkin, tá kappingarárið var av. Tað vildi ikki verið rættvíst móti hvørki leikarunum ella teimum venjarum, sum tá tóku við. - Nú haldi eg tó, at tíðin er búgvin. Har eru fleiri ungir spælarar í Kyndli, sum royna at troka seg framat besta liðnum, og eg haldi ikki, at eg skal verða ein forðing fyri hesum, sig- ur Jakob, og leggur afturat, at skiftið er gjørt í besta forstáilsi við bæði spælarar og leiðarar í felagnum. Tekur eitt ár ísenn Um komandi avbjóðingar- nar í H71 sigur Jakob, at hetta avgjørt er nakað, sum hann gleðir seg til. - Her er eisini talan um nógvar ungar leikarar, sum hava góð evni at spæla hondbólt. Og sjálvur haldi eg, at mín leiklutur í hesum kann verða ein hjálp hjá teimum. Talan er um eitt-ára sátt- mála, sum Jakob hevur gjørt við hoyvíkingar. Og sum 40 ára gamal heldur Jakob, at tað helst er best, um talan ikki gerst um ov langar sáttmálar. - Ja, næstu ferð fer tað kanska bara at verða fyri hálvt ár í senn, flennir hann. Men tá tú ert farin um 40. Fer man tá ikki at umhugsa, um tað ikki er tíð at gevast? - Tað er sjálvandi nakað, sum eg havi hugsað um. Og fleiri ferðir havi eg eisini ætla mær at gevast, uttan at tað tó er blivið veruleiki. Tá eg føli, at hinir fara at renna meg av, tá er nokk tíð at gevast. Men ta kensluna havi eg so ikki havt enn, staðfestir hondbóltssnill- ingurin at enda. Kærurnar eru ávegis Jakob til H71 Tað verður í H71, at Jakob Jónsson fer at spæla hondbólt komandi kappingarárið