fríggjadagur 15. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 71 - 15. apríl 2005
PSV í
hálv-
finaluni
Eins og í fjør, tá fleiri lið
sera óvæntað spældu seg í
hálvfinaluna, eru fleiri
lið, ið serfrøðingarnir ikki
væntaðu at síggja so seint
í kappingini.
Eitt av hesum er PSV
Eindhoven úr Hollandi, ið
nú skal møta AC Milan í
hálvfinaluni í Champions
League.
Mikukvøldið basti PSV
franska meistaraliðnum
Lyon. Fyrri dysturin end-
aði 1-1, og tað gjørdi tann
seinni eisini. Tí mátti
dyst-urin avgerast við
brotsspørkum, og her
vóru
PSV-leikararnir
kaldari í avgerandi løtuni
og tryggjaðu PSV sæti í
Champions League hálv-
finaluni fyri fyrstu ferð,
síðan kappingin skifti
navn. Seinast PSV kom
so langt í evropeisku
meistarakappingini var í
1988, tá liðið eisini vann
steypið við teimum stóru
oyrunum.
Tað byrjaði annars sera
væl hjá Lyon, ið legði seg
framum eftir bert tíggju
minuttir. Tað var Sylvain
Wiltord, ið kom at standa
væl fyri, tá verjan hjá
PSV ikki fekk beint bólt-
in burtur av vandaleið.
Wiltord var kaldur og
setti bóltin í netið. Undan
dystinum var greitt, at
Lyon skuldi fram at skora
minst eitt mál, og tað
eydnaðist
longu
eftir
tíggju minuttir.
PSV fekk útjavnandi
málið fimm minuttir inn í
seinna hálvleik, tá verju-
leikarin Alex stóð á rætta
staðnum eftir innlegg frá
van Bommel.
PSV var nærri við at
skora í longdu leiktíðini,
og serliga van Bommel
var óheppin, tá eitt frí-
spark fór dygst framvið
samankomingini.
Í brotssparkskappingini
bjargaði málverjin hjá
PSV tveimum skotum, og
tað legði lunnar undir
sigurin hjá PSV Eind-
hoven.
-SíS
Nú er greitt, at
Chelsea og Liverpool
skulu møtast í hálv-
finaluni í Champions
League. Hetta gjørdist
greitt, eftir at Liver-
pool megnaði at verja
2-1 sigurin frá fyrra
dystinum ímóti Juven-
tus við einum mál-
leysum javnleiki í Tor-
ino. PSV Eindhoven
skal møta AC Milan í
hinari hálvfinaluni,
eftir at hollendska
liðið basti Lyon
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Hetta er somuleiðis fyrstu
ferð, at tvey ensk lið møtast
í hálvfinaluni í Champions
League. Í fjør møttust Arse-
nal og Chelsea, men tað var
í fjórðingsfinaluni.
Juventus var stórfavor-
ittur at vinna seinnu fjórð-
ingsfinaluna á heimavølli,
eftir at Liverpool heldur
óvæntað hevði vunnið fyrra
dystin við tveimum málum
móti einum. Tað vóru ikki
nógvir bookmakarar, ið
góvu Liverpool teir stóru
møguleikarnar.
Men italska stórfelagið
leveraði als ikki vøruna, tá
á stóð. Juventus skapti bert
ein opnan málmøguleika í
øllum dystinum, og tað er
at kalla óhoyrt fyri "ta
gomlu damuna".
Størsta møguleikan hjá
Juventus hevði Zlatan Ibra-
himovic tíðliga í dystinum,
tá hann fekk eitt gott inn-
legg úr vinstru frá Zam-
brotta. Ibrahimovic brendi
tó skammiliga, tá hann bert
skuldi seta innarusíðuna á
bóltin fimm metrar frá mál-
inum.
Vantandi hugflog
Juventus hevur fleiri álops-
kendar leikarar í heims-
flokki, men eingin av hes-
um livdi upp til tær vónir,
ið áskoðararnir vanliga seta
hesum leikarum.
Nedved fekk ikki nógv
burturúr sínum leikluti
beint aftanfyri áleyparar-
nar, hóast hann vísti mun-
andi meira stríðsvilja enn
nógvir aðrir á liðnum. Ibra-
himovic og Del Piero vóru
sera anonymir gjøgnum all-
an dystin, og tað var eisini
symptomatiskt fyri teirra
spæl, at teir báðir fingu gult
kort
vegna
frustratión.
Camoranesi, ið er ein kvik-
ur og vandamikil offensivur
leikari, fekk heldur einki
burturúr mikukvøldið.
Spurningurin er so, um
tað var ein off-dagur hjá
Juventus, ella um vit skulu
geva tí sera væl skipaða
verjuspælinum hjá Liver-
pool heiðurin fyri tað mis-
eydnaða álopsspælið hjá
Juventus.
Tað skerst ikki burtur, at
verjuspælið hjá Liverpool
stóð tað ultimativu roynd-
ina, og tað var at halda null-
ið á Stadio Delle Alpi.
Verjuketan við Finnan,
Carragher,
Hyypia
og
Traoré spældi ein fantast-
iskan dyst, og við tí nøkr-
um heilt fáum undantøkum
hildu teir Juventus burtur
frá fatinum.
Einastu ferð Juventus
gjørdust vandamiklir var
við deyðbóltsstøður. Dudek
tók ein góðan høvdara frá
Nedved, og stutt eftir fingu
Dudek og Traoré í felag
beint bóltin burtur, eftir at
Cannavaro rakti stongina,
tá hann var hægstur við
handaru stong.
Tað, sum tók tey flestu á
bóli, var, at Juventus ikki
hevði eitt einasta gjøgnum-
spælt álop, ið endaði við
einum málmøguleika allan
seinna hálvleik.
Vandi fyri harðskapi
Xabi Alonso spældi sín
fyrsta dyst í meira enn
tríggjar mánaðir, og hann
loysti uppgávuna sum av-
loysari hjá Steven Gerrard
til fulnar. Hann var eitt
bindilið millum álop og
verju, og hevði fleiri góðar
sendingar frameftir vøllin-
um. Hetta gav verjuni luft
og tíð at umstilla seg til tað
næsta Juventus álopið.
Baros hevði hinvegin ein
stóran møguleika í seinna
hálvleiki. Áleyparin fekk
eina sending frá Alonso og
gjørdist leysur við Buffon,
men skotið miseydnaðist
og fór framvið.
Juventus gjørdi fleiri
álopskendar útskiftingar í
seinna hálvleiki, og venj-
arin skifti eisini til 4-3-3,
men eingin megnaði at
bróta verjuna hjá Liverpool
niður. Stórur saknur var í
Trezeguet, men hesa um-
bering kann Juventus ikki
nýta, tí Liverpool hevur
nógv fleiri leikarar sitandi
uttanfyri.
Nógv stúrdu undan dyst-
inum fyri, at áskoðarar hjá
Liverpool og Juventus fóru
at bresta saman. Tí vóru
1100
løgreglufólk
og
trygdarvørar til arbeiðis í
Torino
hesar
dagarnar.
Nakrar
fáar
handtøkur
vórðu framdar, men annars
varð lítið at gera.
Myndugleikarnir høvdu
eisini gjørt alt fyri at halda
teir báðar bólkarnar av
viðhaldsfólki væl og virði-
liga burtur frá hvørjum øðr-
um. Eisini varð bannað at
selja rúsdrekka í Torino 24
tímar undan dystinum.
Áðrenn dystin vóru smáir
samanbrestir inni á leik-
vøllinum, tá viðhaldsfólk
kastaðu ymiskt eftir hvørj-
um øðrum. Hóast nógv
trygdarfólk var til arbeiðis
kring leikvøllin og úti í
býnum, vóru bert nakrir
fáir trygdarvørar at halda
skil á inni á stadion, og teir
gjørdu lítið og einki fyri at
steðga áskoðarunum í at
tveita lutir eftir hvørjum
øðrum.
Rein ensk hálvfinala
Over and Out. Pavel Nedved
og liðfelagarnir í Juventus
máttu mikukvøldið ásanna,
at teir eru lidnir í europeisku
meistarakappingini
Mynd: Reuters
Champions League, 2. fjórðingsfinalur:
Juventus - Liverpool 0-0 (0-0)
Liverpool vinnur samanlagt 2-1
PSV Eindhoven - Lyon 1-1 (0-1)
0-1: Sylvain Wiltord (10)
1-1: Alex da Dias Costa (50)
2-2 samanlagt, men PSV Eindhoven vinnur 4-2
eftir brotssparkskapping
FAKTA