Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 15. apríl 2005 23 Liðið hjá Allan meistari Kappingarárið hjá Føroya Bridge Sam- band endaði um viku- skiftið, tá ið liðkapp- ingarnar í 1, 2 og 3 deild vóru avgjørdar BRIDGE Bogi Simonsen Seinastu umførini vórðu leikt í Klaksvík, og gjørdu fyrireikarinir har eitt framúr gott arbeið, sum tey hava uppiborið allan rós fyri. Í 1.deild gjørdist liðið hjá Allani- Dal Christiansen føroyameistarar. Væl frammanfyri liðið hjá Boga Simonsen, ið gjørdist nrmmar tvey. Á liðnum hjá Allani vóru, umframt Allan Dal-Christi- ansen, Magni Jøkladal, Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr. Óli og Marjun upp Í kappingini í aðru deild var tað Óli Holm, sum fekk eina framskundaða 60-ára føðingardagsgávu, tá liðið hjá honum eftir eina sera spennandi kapping flutti upp í fyrstu deild. Heilt óvæntað var hetta kanska ikki, tí liðið hjá Óla er mannað við góðum og royndum leikarum, sum allir hava roynt seg í fyrstu deild. Á liðnum vóru Óli Holm, Páll Augustinussen, Dia Poulsen, Hans Joensen, Birgir Jacobsen og Poul Johannus Joensen. Í tríðju deild var sjáldan nakar ivi um, hvør skuldi flyta upp. Her var liðið hjá Marjun Restorff klárt besta liðið, meðan liðið hjá Ják- upi Egholm gjørdist nummar tvey. Á liðnum hjá Marjun vóru Marjun Restorff sjálv, Arnleyg Mikkelsen, Petur A. Johannesen, Eilif Peter- sen, Zacharias Joensen og Salamon Joensen. Multihold Eftir kappingina var ein multihold útrokning gjørd fyri øll pørini, ið hava leikt í 1.deild í ár. Hetta er ein útrokning, sum áleið sigur hvussu tey einstøku pørini hava staðið seg. Í hesum roknistykkinum stóðu Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr seg best. Heðin og Jóannes Mouritsen gjørdist nummar tvey, og Allan Dal- Christiansen og Magni Jøkladal endaðu á triðja plássinum. Grand Prix Føroya Bridge Samband hevur í ár skipað fyri eini Grand Prix parakapping, ið hevur verið leikt yvir fimm umfør. Her gjørdist Robert Langaard og Eyðun Anth- oniussen klárt tað besta parið. Frøin var stór, tá tað endaliga varð staðfest, at liðið hjá Allani Dal- Christiansen hevði vunnið liðkappingina í bridge Liðkappingin í judo endaði næstseinasta vikuskifti. Endiligur vinnararnir gjørdust hesi: Endaligu bridge-støðurnar 1. deild nr. lið stig 1 Allan Dal- Christiansen 221,5 2 Bogi Simonsen 181 3 Dia Jacobsen 168 4 Gunnar Mouritsen 134 5 Jóna Gruntveit 99,5 6 MBM 72 2. deild 1 Óli Holm 186 2 Hallur Ellingsgaard 181 3 Jórun Johannesen 149 4 Ingolf S. Olsen 138 5 Marita Krosstein 111 3. deild 1 Marjun Restorff 191 2 Jákup Egholm 142 3 Mortan Thomsen 102 4 Rógvi Nielsen 96 Liðkappingin liðug Hjá børnunum vann Havnar Judofelag A við 20 stigum. B- liðið úr Havn hevði 18 stig og C-liði ð8 stig Hjá teimum yngstu endaði HJF fremst, meðan SJF gjørdist nummar tvey Hjá monnum vann Sunda Judofelag B kappingina við 16 stigum. HJF hevði 8 stig og SjF A hevði 6 stig